mánadagur 18. oktober 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. oktober · Nr. 147
28
Sosialurin
Undirritaði var við
Norrønu á fyrsta túrinum
til Hirtshals í ferðalagi við
www.sandportal.fo
Umleið 700 ferðafólk vóru
við hendan søguliga túrin.
Spennandi var at koma inn
í Hirtshals-Havn og síggja
hvussu skipið háttaði sær í
eini fremmandari havn - tað
gekk sum eftir ánni, hóast
skiparin einans hevur roynt
havnina í einum simulatori.
Onkur av teimum, sum
stóðu og eygleiddi innsigl-
ingina í havnalagnum segði,
at hetta var ein elegant
manøvring. Á heimasíðuni
hjá Hirtshals-Havn er skrivað
um
fyrstu
innsiglingina
hjá Norrønu: “Smyril Lines
færge M/F “Norrøna” klar-
ede sit første anløb til top-
karakter, og ankomsten af
M/F “Norrøna” var en stor
begivenhed.”
Skrivar søgu
Hóskvøldið 30. september
kl. 21.00 skrivaði Smyril Line
og Norrøna søgu. Tá setti
Norrøna fyri fyrstu ferð,
nakrantíð, kós úr Tórshavn
til Hirtshals. Norrøna fór
framvið Molanum í Havn
hóskvøldið 30. septemeber
kl.21.17 við kós móti Hirtshals,
og leygarmorgunin 02. ok-
tober kl.10.12 kom hon framvið
Vestmolen í Hirtshals. Fólk
og bilar stóðu runt um í
havnalagnum og veittraðu
við
føroyska
merkinum.
Tá Norrøna kom inn um
Vestmolan heilsaði skiparin
við
skipsfloytuni
nakrar
ferðir, og síðani heilsaðu allir
bilarnir við floytunum – ein
lívlig og hjartalig móttøka á
kajuni í Hirtshals.
Í meira enn 20 ár hevur
Smyril Line havt eitt avbera
gott
ferðamannasamstarv
við Hanstholm-Havn. Hetta
samstarvið steðgar nú, til
fyrimuns
fyri
Hirtshals-
Havn
Hetta er ikki ein fyri bils-
loysn, men Norrøna kemur
at sigla til Hirtshals allar
árstíðirnar. Um summarið
kemur hon at sigla tvær
ferðir um vikuna millum
Tórshavn og Hirtshals.
Skiparin á fyrsta túrinum
var Hendrik Hammer, sum
er sonur ein av pionerunum
til Norrøna-ævintýrið, Óla
Hammer.
Abbi
hansara,
Hendrik Hammer, sum ungi
skiparin er uppkallaður eftir,
var eisini ferðafólkaskipari –
so hetta at føra skip liggur
heilt vist í genunum.
Tá Norrøna hevði lagt til
rampan, varð gjørt klárt hjá
fólki og bilum at fara í land.
Enn er eingin móttøkuhøll
við ferðafólkalandgongd, har
Norrøna leggur til, men hesi
viðurskifti verða í lagi um
ikki so langa tíð. Á heima-
síðuni hjá Hirtshals-Havn er
skrivað, at avtalan vid Smyril
Line hevur framskunda ar-
beiði at betra um mót tøku-
viðurskiftini,
sum
verða
gjørd liðug skjótast gjørligt.
Móttøka
Kl. 12.30 var móttøka umborð
fyri
innbodnum.
www.
Sandportal.fo var við til
mót tøkuna.
Hovmeistarin
á Norrønu hevði sett Naust
Lounge, á dekk 6, av til mót-
tøkuna. Har var borðreitt við
fleiri sløgum av pinnamati,
m.a. skerpikjøti á pinni.
Umboð fyri Hirtshals-
Havn og umboð fyri Hjørring
kommunu, sum Hirtshals
er ein partur av, vóru til
móttøkuna, og somuleiðis
ymisk umboð fyri vinnulívið
í býnum. Høvuðsumboðið
fyri Hjørring kommunu var
Knud Størup, fyrrverandi
borgarstjóri í Hirtshals.
Skiparin, Hendrik Hamm-
er, bjóðaði øllum vælkomnum
og úttrykti ynski um, at hetta
má vera byrjanin til eitt gott
samarbeiði.
Síðani tók Knud Størup
orði. Hann hevur verið borgar-
stjóri í Hirtshals í 28 ár og
hevur sitið í býráðnum stóra
partin av sínum arbeiðslívi.
Knud Størup er ein sannur
Føroyavinur og heldur nógv
av føroyingunum, sum búgva
í Hirtshals. Hann segði, at
hetta samarbeiði skuldi veri
komið fyri nógvum árum
síðani.
Tað er eingin ivi um,
at vinnulívið og myndug-
leikarnir í Hirtshals síggja
nýggja
samstarvið
við
Smyr il Line at hava ein týð-
andi og menn andi virk ning
á eina av størstu vinnu-
lívs havnunum
í
Norður
Jyllandi, nevniliga Hirtshals.
“Norrøna-sam bandi kemur
at gera Hirts hals-Havn til
eitt enn týdningarmiklari
snún ingspunkt fyri fólka- og
góðsflutning millum Noreg,
Føroyar og Ísland,” segdi
Knud Størup.
Ferjureiðaríini,
sum
sigla frammanundan upp
á
Hirtshals,
síggja
ikki
Norrønu sum ein konku rent,
men heldur sum ein sam-
starvs felaga í góðsflutningi,
og av tí at bædi Color Line
og Fjord Line sigla millum
Hirtshals og Noreg, verður
ferðafólkaflutningurin mill-
um Føroyar og Noreg eisini
betri,
sigur
fyrrverandi
borg arstjórin. Hetta kemur
væl við fyri føroyingar, nú
Norrøna gavst at sigla uppá
Bergen.
Í eini samrøðu, sum undir-
ritaði hevði við Knud Størup,
vegna Sandportal, rósti hann
føroyingum í Hirtshals, tá
hann segði, at føroyingar
hava eina stóra vitan um
fiskiskap og fiskivinnu, sum
vit í Hirtshals hava notið
gott av seinastu 50 árini.
Fyrr verandi borgarastjórin í
Hirtshals nevndi eisini reið-
aran og vinnulívsmannin,
Ejler
Jacobsen,
sum
við
silda veiðuni í seksti-árunum,
legði lunnar undir vinnuliga
sam arbeiði millum Føroyar
og Hirtshals, viðmerkti fyrr-
ver andi borgarstjórin.
Spurdur
um
Norrøna
kem ur at hava týdning fyri
handilslívið í Hirtshals, segði
hann, at tað kom tað heilt
avgjørt at hava, og at tað
ger einki, at Norrøna bara
liggur 6 tímar í Hirtshals,
tí so hevur ferðafólkið ikki
stundir at fara aðrastaðni
at handla, segði fyrrverandi
borgarstjórin skemtandi.
Fyrimunir við Hirtshals
Tað eru mong, sum gleða seg
til hetta nýggja ferðasam-
bandi, tí einki er at ivast í, at
tað er lætt og skjótt at koma
til og frá í Hirtshals. Har
gong ur motorvegurin E39
om an í havnalagið, og har
er sera gott toksamband frá
og til.
Tá bilar koma í land av
Norrønu í Hirtshals, so eru
teir longu á motorvegnum,
eftir at hava koyrt einar
tveir minuttir, og tú kann
næstan við tað sama halda
eini ferð uppá ávikavist 110
og 130 km/t suður ígjøgnum
alt Jylland.
Eitt av størstu trafik-
centrunum
í
Danmark
verð ur
í
hesum
døgum
reist í Hirtshals, har sum
motor veg urin byrjar. Tað
eru føroyingar í Hirtshals,
sum tóku fyrsta stigið til
centrið og eiga stóran part
í felagnum. Hetta nýggja
centrið verður ein miðdepil
bæði
fyri
trailara-
og
persónbilaferðsluna, bæði frá
og til Norrønu. Har er bensin-
og diezelsøla, tollavgreiðsla,
vaskimaskinur til trailarar og
persónbilar, handlar, kaféir og
restauratíónir. Centrið liggur
beint við motorvegin, einans
3. minuttir frá Norrønu.
Teir størstu handilsbýirnir
í Jyllandi liggja ikki langt
frá Hirtshals, tá tað einans
er ein knappur tími millum
Hirtshals og Aalborg og
umleið 2 tímar til Århus.
Eisini er lætt og skjótt at
koma til Frederikshavn og
Skagen, sum eru tveir sera
hugnaligir danskir býir. Í
Hjørring, sum liggur einans
20. minuttir frá Hirtshals,
liggur ein hugnalig og rík
gongugøta, har eisini nýggja
handilsmiðstøðin er, sum
kallast Metropol. Tad er gott
toksamband millum Hjørring
og Hirtshals.
Miðbýurin í Hirtshals
Men tá alt hetta er sagt,
so nýtist einum tó ikki at
brúka tíð til koyring, tí ein
kann fara beinleiðis niðan í
miðbýin í Hirtshals og njóta
handilslívið
í
hugnaligu
gongu gøtuni, sum eisini bjóð-
ar teimum vitjandi hugna-
ligar restaura tiónir, pizza-
og vanligar kaféir. Tað er í
Hirts hals, at tað stóra Norð-
sjóar centrið liggur, einans
10. minuttir at ganga frá
Norrønu. Norðsjóarcentrið
er ein uppliving bæði fyri
børn og vaksin, og ikki minst
fyri familjuna, har ein kann
síggja og kunna seg um
alskins sløg av t.d. pelagiskum
fiskasløgum. Stórur partur
av
Norðsjóarcentrinum
brendi í grund fyri 7 árum
síðani. Tað tók drúgva tíð at
byggja uppaftur, við tí úrsliti,
at í dag er talan um eitt “nýtt”
Norðsjóarcentur.
Nú Norrøna er farin at
sigla til Hirtshals, kunnu
føroyingar nógv lættari njóta
tann allar norðasta partin av
Danmark, sum norðurjydar
kalla: Toppen af Danmark!!!!
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@olivant.fo
NORRÖNA
– fyrsta ferðin til Hirtshals
Skiparin Hendrik Hammer og Knud Størup, fyrrverandi borgarstjóri, undir móttøkuni umborð
Norrøna við bryggju í Hirtshals á fyrsta túrinum, ikki langt
frá Turrdokkini, har fleiri føroysk skip verða umvæld
Koma inn um Vestmolen við Hirshals-Fyr í bakgrundini