mánadagur 18. oktober 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 18. oktober · Nr. 147
Sosialurin
F
yri privatu miðlarnar er nýggi
public service sáttmálin millum
Mentamálaráðið
og
Kringvarp
Føroya ein ólukka. Skandalan er
tað signalvirðið, sum Helena Dam
á Neystabø, landsstýriskvinna í
mentamálum, sendir út um, at
privatu miðlarnir framhaldandi
skulu sigla sín egna sjógv.
Tað er í fínasta lagi, at Menta
málaráðið ger ein sáttmála við
Kringvarpið um tað, sum skal
krevjast
av
stovninum
fyri
allar teir skattapengarnar, sum
stovnurin krevur inn frá Føroya
fólki. Allir stovnar, sum krevja
inn skatt, áttu at havt ein slíkan
sáttmála, so sum Taks, Heilsutrygd
og Arbeiðsloysisskipanin, ið eins
og Kringvarp Føroya krevja skatt
frá Føroya fólki. Tað er ikki annað
enn rímuligt, at vit greitt fáa at vita,
hvat slíkir almennir stovnar brúka
okkara pengar til.
Trupulleikin við hesum sátt
málanum er tó, at Helena Dam
á Neystabø hevur brotið eina
politiska avtalu, sum varð gjørd
fyri nøkrum árum síðani um, at
Kringvarp Føroya, okkara tjóðar
kringvarp, ikki skal verða tengt
at handilsligum áhugamálum, og
tí ikki skal hava handilslýsingar.
Semjan gekk út uppá, at eftir fimm
árum skuldu hesar inntøkur hjá
Kringvarpinum verða burtur.
Men Mentamálaráðið hevur als
einki gjørt fyri at uppfylla hetta
politiska ynskið, og sáttmálin,
sum Helena Dam á Neystabø nú
hevur undirskrivað, prógvar tað
atgerðarloysi, sum í so mongum
øðrum føri setir sín dám á politisku
skipanina.
Øll duga at síggja, at um Helena
Dam á Neystabø helt politiska
viljan, so kravdi tað, at hon útvegaði
Kringvarpi Føroya í minsta lagi 10,4
milliónir krónur á fíggjarlógini
sum kompensatión fyri mistar
inntøkur.
Tað klárar hon ikki.
Og hon klárar heldur ikki at
sannføra Føroya Fólk um, at Kring
varpsgjaldið skal hækka tilsvarandi,
og hon hevur heldur ikki klárað
at sannført løgtingið um, at kring
varpsgjaldið skal burtur, og at nátúr
ligi almenni stovnurin Kringvarp
Føroya skal á fíggjarlógina.
Tí er tað lættasta hjá landsstýris
kvinnuni í mentamálum als einki
at gera. Við als einki at gera, enn at
skriva undir ein sáttmála, sum fyri
so vítt einki nýtt innihald hevur,
staðfestir hon bara, at alt koyrir
víðari, sum um einki var hent, og
privatu miðlarnir halda fram við at
sigla sín egna sjógv.
Hetta er helst tað lættasta polit
iska kompromiið hjá Helenu Dam
á Neystabø og Javnaðarflokkinum
og hjá samgonguni sum heild. Á
henda hátt skaðar hon sum minst
Kringvarpið og vit í privatu miðlun
um verða kanska ikki argari, enn
tað sama, tí vit missa einki, heldur
hon helst.
Men Helena Dam á Neystabø
og Javnaðarflokkurin skulu vita,
at vit kenna okkum bæði lumpað
og svikin. Vit høvdu vónað, at
vit fyri einaferðskyld høvdu ein
politikara, sum megnaði og tordi
at skera ígjøgnum. At vit høvdu
ein politikara, sum dugdi at síggja,
hvussu hamrandi órættvíst tað er,
at ein stovnur, sum krevur skatt
inn frá fólki, skal sleppa at kappast
við privtatar miðlafyritøkur um
inntøkur við landskassanum í
rygginum.
Men við Helenu Dam á Neystabø
hava
vit
ein
politikara,
sum
legitimerar, at Kringvarp Føroya
okkara almenna public service
tjóðarkringvarp skal tengjast at
handilsligum áhugamálum. Helena
Dam á Neystabø er garanturin
fyri, at vit ikki hava ein óheftan
almennan miðil, men ein miðilin,
har handilslig áhugamál hava
ávirkan á tíðindaflutningin og
á almennu public service upp
fatanina. Um hetta er alemenni
mentanarpolitikkurin hjá Javn
aðarflokkinum at journalistiski
integriteturin hjá Kringvarpi Føroya
er til sølu fyri hægstbjóðandi, so
hevur flokkurin lítið í væntu, og tí
livir hann kanska væl upp til laku
veljarakanningarnar.
Men vit í Miðlahúsinum kenna
tað á okkara kroppi, at skatta
innkrevjin Kringvarp Føroya, sum
við víðkaðum heimildinum nú
kann krevja út við 50 milliónir inn
í
kringvarpsskatti,
undirbjóðar
privatu
miðlarnar
á
lýsingar
marknaðinum. Og at stovnurin
ætlar at dubba seg enn meira sæst
í public service sáttmálanum við
Mentamálaráðið, har stovnurin
ætlar at økja inntøkurnar við 20%
í komandi ári, meðan øll onnur á
marknaðinum sum eru ávirkað
av marknaðargongdini repa segl
ini. Her gongur sjón fyri søgn, at
journalistiski integriteturin hjá
Kringvarpi Føroya skal fíggja undir
skotið, og tað er ein ólukka fyri
fólkaræðið.
Vit í privatu miðlunum ynskja
okkum eitt sterkt public service
kringvarp. Ein sterkan almennan
stovn, sum skal vera ein fyrimynd
hjá okkum í privatu miðlavinnuni.
Ein stovn, sum vit kunnu vera
erpin av at royna at liva upp til.
Ein stovn, hvørs integritetur altíð
er í lagi og ikki verður ávirkaður
av handilsligum áhugamálum ella
politiskum áhugamálum.
Tað, sum vit fáa, er ein veikan
almennan stovn. Eitt alment kring
varp, sum altíð verður mistonkt
fyri at ganga handilslig og politisk
ørini. Ein stovn, sum er góður við
Helenu Dam á Neystabø, tí hon var
bulverkið móti hópuppsagnum á
stovninum ein stovn, sum fær
sterk poltisk áhugamál at halda
seg til.
Og tað ringasta av øllum er,
at Mentamálaráðið nú eggjar til
kapping ein ósunna og órættvísa
kapping millum privatu miðlarnar
og Kringvarpið eina kapping um
marknaðin. Henda kapping skal
so í minsta lagi merkja, at almenna
Kringvarpið fær tvær milliónir
meira av markanðinum, meðan
marknaðurin annars repar seglini,
um Kringvarpið skal lúka krøvini í
publi service sáttmálanum.
Fá lond eru so kørg við privatu
miðlarnar, sum Føroyar. Ongastaðni
halda politisku myndugleikarnir
so lítið um privatu pressuna, at
hon ikki verður leskað við einum
oyra. Í grannalondum hava tey
stuðulsskipanir av ymsum slag,
sum skulu javnseta privatu og
public sevice miðlarnar. Eitt av
teimum er útberingarstuðul har
stuðul verður latin til teirra, sum
halda bløð. Um hendan skipan varð
galdandi í Føroyum, so merkti tað
millióna sparingar til bæði tey stóru
bløðini, Sosialin og Dimmalætting.
Privatu miðlarnir í Føroyum eru
ikki vanir at ganga biddaragongd,
men fáur hevur sum okkara
stjóri Jan Müller í áravís roynt at
sannført politiska myndugleikan
um
týdningin
av,
at
Føroyar
hevði líknandi skipanir sum hini
norðurlondini fyri at tryggja
margfeldi á miðlaøkinum.
Tað hevur so mangan hevur
verið sagt, at miðlar eru bestir, tá
teir kappast við aðrar. Slík kapping
hvessir tíðindasansin og eggjar
okkum til at røkja týdningarmestu
uppgávuna yvirhøvur, sum er at
vera varðhundur borgaranna.
Føroyar eru í serstøðu sum eitt
lítið samfelag, og um skatta og
lýsingafíggjaða kringvarpið við
stórari politiskari og handilsligari
ávirkan køvir privatu miðlarnar,
so er lítið vunnið.
Tíðargrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri, Sosialurin
Journalistiskur integritetur
til sølu fyri hægstbjóðandi
- Við public service sáttmálanum legði Helena Dam á Neystabø eina køvandi hond yvir føroyskar
fjølmiðlar. Úrslitið verður eitt altment kringvarp, har handilslig áhugmál koma á dagsskránna,
ið seta journaliska integritetin í vanda, skrivar Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum:
Martin Næs, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, Helena Dam á Netystabø, landsstýriskvinna,
Rúni Heinesen, formaður í stýrinum fyri Kringvarpið og Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri