mánadagur 18. oktober 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. oktober · Nr. 147
30
Sosialurin
Tíðargrein
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
V
ið tað at eg sjálvur gekk í
einum
trúarskúla
í
aldri
num seks til trettan ár – og eisini
eini trúarvøggustovu og trúar
barnagarði, og trúarkóri, verið
á
útferðum
organiseraðar
av
trúgvandi, ungdómsmøtum organi
serað av trúgvandi, í trúardisko
fyri unglingar og gingið til trúar
hondbólt, nei, skemt til viks, men
verið í ungdómshúsi organiserað
av trúgvandi – haldi eg hatta
mótagrundaða bangilsið fyri hesum
stovnum vera heilt hugtakandi.
Onki fær hesar kommunu
skúlalærdu verðsligu fundamenta
listar at flippa út ímóti religión eins
nógv og ein skúli, hvørs lærarir tosa
við børnini um Gud.
Men “tagnartyranniska elitan”
hevur tørv á at slappa av, tí at tann
veruliga hemmeligheitin um trúar
skúlar er, at teir oftari framleiða
intellektuellar
skeptikarar
enn
mentalir trælir. Hóast hetta tekur
samtykkjandi
samrøðumentanin
dik á seg, og fleiri og fleiri halda, at
trúarskúlar eru at meta við ókunnu
stovnar, produsentar av heilaræn
andi unglingum, ið fara at hata homo
seksuell og kvala stakar mammur.
Fleiri vesturlendingar hava ringt
við at góðtaka, at øll menniskju eru
javnlík hóast allar mentanir og
religiónir ikki eru tað. Ein teirra
er Eyðun Nolsøe. “Eg vil bara fegin
koma inn á skúlan hjá Kelduni at
læra børnini um trúðarfrælsi (sic)”,
sigur lærarin og sangskrivarin,
tó mest kendur sum forsangari
í tónleikabólkinum Frændur, og
syrgir við hesum fyri, at MESS
lesarin fær nøktað sín mánaðarliga
tørv at rista við høvdinum eftir
hvussu hin helmingurin livir.
V
ið MESS sigur Eyðun Nolsøe,
at hann er skeptiskur um, at
Keldan opnar sín egna skúla, og
kundi tí hugsað sær at hingið út
við næmingunum ein fyrrapart ella
tveir at fortalt teimum, hvussu alt
hongur saman. Skúlin takkaði nei,
men tilboðið stendur við, helst ár
eftir ár eftir ár eftir ár.
Eyðun er skilliga skuffaður,
“hetta kundi verið mítt innput til
skúlan”. Eg loyvi mær at ivast, um
næmingarnir í bíbilska frískúlanum
nú verða so nógv fátækari av ikki at
fáa Eyðunsa “innputt”.
Men hví er sangskrivarin so úr
veljandi í sínum iva? Jú, ”bíbilskir”
frískúlar hava lyndi til at fortelja
heldur nógvar røvarasøgur, eitt nú
hasa har um Jónas og hvalin, har
eitt monstur av einum súgdjóri
ætlandi svølgir Jónas, og ropar
hann útaftur ein mánað seinni,
frískur og ferðugur.
Men hesir privatskúlar eru tó
kendir fyri at hava eitt sterkt og
dissiplinerandi etos, har fakligheitin
er alttrumfandi. Altso, at teirra
fremsti setningur er at læra kundan
at lesa, skriva og rokna, og tað
væl og virðiliga. Alt hitt, nakað so
pillbýtt sum at fáa lærarar at vera
foreldur og pedagogar, og látast
at vera kreppukonsulentar fyri
børnunum umframt at læra tey
um alheimsupphiting, jólamenn og
trøll, er flødaskúm!
Hin skúlin, hvaðani Bogi Hansen
syndandi koyrir frá hvønn morgun
til Havnar, upplýsir til dømis slettis
ikki, hvat hann “trýr” uppá. Ókey,
hissini amatørpsykologi um hvussu
tey ætla at læra børnini, men
mestsum onki um, hvat tey skulu
læra tey. Stingur ónøgd seg upp í og
um introverta sektarskúlan, tá er tað
aldri hann, men altíð næmingurin,
ið hevur skyldina so at varðveita
“andlitið” úteftir. Kommunistisk eyð
kennisbrøgd, pure and simple.
Opinberiliga lærir leiðsluhapp
andi sektarskúlin síni ávirkiligu
offur at syngja og tralla, væl stoypt
í einum fornnationalistiskum og
maoistiskum formi kryddað við træ
klemmandi økofasismu. So hví ikki
vísa sína skepsis her, Eyðun Nolsøe?
E
g hugsi, tað er tí, at sjálvt um
bæði rákið og hjørtuni eru til
høgru, ger ein nýligur undirstreymur
av bíbliubashing seg galdandi
millum miðalklók mentanarfólk
og handa herðataskuberandi sosial
demokratiska
MESSungdómin,
øll partur av eini óliberalari liberal
ismu, sum barasta ikki fatar frælsi.
Nei, eins og veðurlagsbroytingar
diskursurin ikki snýr seg um
okkara óbroytta veðurlag, men
umvegis trygd, heilsu, bankasjusk
og
vanlukkuprofeti
at
fáa
internationale á breddan aftur,
og 266b ikki snýr seg um at verja
samkynd, men heldur eitt álop á
hasi, hvørs bókstavatrúgv er naiv
og óreformerað, snýr hetta treyðugt
seg so nógv um Eyðun Nolsøesa
filantropisku stúran fyri stavnum
inni í Skálafjørðinum, men eitt
politiskt statement ætlað teimum,
hann vil hava, skulu elska hann, at
gera júst hetta. Ja, og so ein nemmur
og bíligur máti hjá Uttanumtos at
koma fram fyri almennaeygum
aftur, sjálvandi, nú tá ið hetta ikki
longur lukkast við tónleikinum.
Æ
tlaða fordømingin hjá hesum
ráðaleysa yrkjara, onkuntíð
lærara, heldur á. “Tað einasta
heimasíðan hjá Kelduni sigur, er at
hon er ein karismatisk samkoma.
Men um skúlan stendur onki.”
Kanska, men á heimasíðuni hjá
Lívdini stendur væl eiheldur nakað
um Eysturskúlan! So, hevði tað ikki
verið ein idé at kanna heimasíðuna
hjá sjálvum skúlanum. Retoriskur
spurningur.
Líkamikið, á henni, sum er væl
meiri upplýsandi enn tann hjá
so nógvum “verðsligum” skúlum,
stendur, at skúlin fylgir lesiætlanini
fyri fólkaskúlan, og meddar ímóti
at framleiða borgarar, ið fara at
vera “ein signing fyri familju og
samfelagið”. Persónliga dugi eg
ikki síggja problemið í hesi ætlan,
sum eisini fer at “geva rúm fyri
grundliggjandi lívsspurningum”.
T
að eru í minsta lagi tríggir
trupulleikar við ítróttargreinini
“trúarskúlar heilavaska móttakilig
børn: og vit hata teir”. Fyrst av øllum
er tað hatta fornermandi hugskotið,
at børnini verða heilavaskað. Eru
hesir kulturrelativistisku kloddar
við sínum ultrareyða økotripparíi
og agnostiska bullshitti veruliga so
trongskygdir, at teir ongantíð hava
møtt onkrum, sum hevur gingið í
einum jødiskum, muslimskum ella
kristnum skúla? Tað kunnu teir ikki.
Tí høvdu teir tað, tá vistu teir, at
hugskotið, at børn frá trúarskúlum
enda við einum deiggjheila, er totalt
láturligt.
T
ak mín skúla (sum nú tíverri
er blivin kommunaliseraður).
Ein
kleysturgrundaður
skúli
mitt í høvuðsborgini, umsitin av
fransiskanarasystrunum, ið sóu
tað sum sína skyldu at buka – til
tíðir bókstavliga – lærdóm inn í
høvdið á okkum. Tað var rættiliga
beintá, reint religiøst. Vit skuldu
møta til morgunsang, eingin bøn,
fyri síðani at biðja, síðani syngja,
síðani niðan aftur í flokkin og bíða,
inntil lærarin bað okkum sessast.
Harumframt lósu vit í bíbliuni,
tulkaðu sálmar og samlaðu inn til
svartar nýføðingar. Vit høvdu enntá
eitt kapell. (Eg sigi kapell. Tað var
meiri eitt glorifiserað skúr.)
Men vóru vit nøkur pávaóttandi
havnarbørn? Haldi ikki! Skúla
bíbliurnar vóru á tremur við Jesus
úr Nasaret karikeraður í einum
kittili við einum nóg so stórum
skapningi; og omanfyri Paulus og
Jákup vóru orðaboblur, ið søgdu
“vit eru bøssar”.
Hasi, ið finnast at trúarskúlum,
gloyma, at, jú, 10, 11, 12, 13 og 14
ára gomul eru óroynd og málleys,
men tað er eiheldur so, at tey
trúgva øllum tí, tey fáa at vita.
Tey menna ein ivandi eginleika,
ið hjá trettan ára gomlum piltum
sæst aftur inni á vesinum sum ein
kvalafull klaga: “hvat meinar tú við,
eg ikki kann onanera?!”, men sum
kortini talar til ein innara iva um
“stórslignar sannleikar”. Tá ið ein
tannáringur fær at vita, at alt frá
kropsligum njótilsi til barnatrætur
og at vilja verða superríkur, er slíkt,
tú endar í helviti fyri, dagar hann
instinktivt eina mótsøgn millum
hvat hann hevur hug til, og hvat
verður væntað av honum. Hetta
førir oftani til, ikki heilavask, men
ein óstýriligan hug at “spenna móti
broddinum”. Tað er altso ein myta,
at trúarskúlar eru fabrikkir, ið
framleiða treytaleyst gudsóttandi
letingar.
U
m nakað, tá hava produktini
av trúarskúlum eina natúr
liga skepsis ímóti andaligum vit
loysingum. Helst er tað so, eftir at
í eitt árarað hava svølgt, umhugsað
og vrakað “Hann”, at trúarskúling
styrkir okkara bullshitimmun
skipan. Eitt ótal av trúarskúlaðum
fólki, eg veit um, eru í dag antin
ateistar ella fráfallin kristin.
Samtíðis er tað alt vanligari,
at tað eru tær tendenskæru vatn
melónirnar, fínafylgið hjá Sølvará og
kompaní, og sum royna at gera sína
meining til almannameining, sum
seinni í lívinum nærum fepurmerkt
klemma New Ageismu, undirhalds
buddismu og eina umhvørvismu,
ið saman við Onnu Faroesa innan
tómu
samkomu
prædikar
um
verðsins enda. Suckers. Vitonnur
høvdu verið ígjøgnum alt hatta har
við at “finna” Gud og missa hann
aftur áðrenn vit høvdu drukkið
okkara fyrstu øl.
N
æsti trupulleikin við mótanum
at banka trúarskúlar til deyðis,
er at tað er ekstremt óliberalt. Hug
skotið, ført fram av tagnartyrann
isku elituni, at børn í trúarskúlum
verða “kensluliga misbrúkt”, er
eitt álop á foreldranna rætt at
uppala børnini eftir teirra grund
sjónarmiðum.
“Trúðarfrælsi er jú ein grund
lógartryggjaður rættur hjá hvørjum
einstakum ... !”, fortelur hr. Nolsøe
sínum mikrofonhaldandi MESS
kammerati. EyðunEyðun! Nett
upp av hesum trúarfrælsi hava for
eldrini allan rætt at velja ein skúla,
tey halda, lenar seg tættast uppat
tí, tey halda vera moralskt rætt
fyri børnini. Foreldrini eru ikki
nakrir vatnskallar, og hava faktiskt
evstu ábyrgd og umsiting av
unglingunum. Av hesum kunnu vit
ikki annað enn gruna, at foreldrini
vita best.
Eginliga er tað háarrogant at
halda øðrvísi, harra leiðari; og
so leingi sum børnini enda sum
lóglýdnir borgarir, ið ikki koma við
beinleiðis hóttanum ella kropsliga
gera seg inn á onnur, er hetta
yvirhøvur ikki ein trupulleiki,
og rakar tí ikki teg ella Sølvará.
Hetta er eitt Orwellianskt brúk av
frælsishugtakinum, tá ið tað er eitt
álop á rættin hjá vaksnum fólki
sjálvi at gera av, hvønn tey koma
koman við, og hvussu tey gera tað.
Tí er tað terira avgerð, ja, okkara
– míni børn ganga í Frískúlanum
við Hoyvíkstjørn! – og ikki tann hjá
eliterum meiningsmyndarum, hvat
fyri skúlaskipan, vit halda vera
rættast fyri okkara børn.
O
g, fyri tað triðja, og fyri at
svara Eyðun Nolsøesa royt
andi spurningi um hvat í víðu
verð verður lært í trúarskúlum,
er tað í royndum so, at teir í alt
størri mun læra nógv av tí sama
skilaleysa vellingi sum “normalir”
skúlar. Frískúlin við Hoyvíkstjørn,
til dømis, lærir væl minni um hatta
antsex, proGud svassið, og væl
meiri um hvussu menniskjað er ein
fanans búrhundur fyri at hava spilt
umhvørvið, at multikulturalisma
rular, at boðskapurin frá Holokaust
er “ikki happa Rana!”, at tú ikki
mást eta kips og drekka blekk, og
so víðari og so víðari.
Skjótt fer Frískúlin Keldan at
vinna prís fyri at vera supergrønur,
av tí at tey plaseraðu eitt sólpanel á
takið og fingu næmingarnar at seta
epl niður og endurnýta sín lort.
So tað kann ikki koma óvart
á nakran, at ikki ein hin einasti
av hesum djørvu krígsmonnum
ímóti trúarskúlum hevur eitt orð
at siga um, at onnur børn verða
“inndoktrinerað” av nøkrum ótol
andi feikum felagsnormum, ikki
so nógv stýrdir av prinsippiellum
virðum ella virðing fyri menniskjan
um, men aleina hvussu tað einstaka
samfelagið og eliteri felagsskapurin
uppfatar verðina, beint her, beint
nú, og hvat tú kanst loyva tær at
siga, og hvat tú ikki kanst loyva
tær at siga.
Eg hopi bara, at hasi trúarfríu
børnini ein dagin gera tað við teirra
endurnýtsluíløt, sum eg gjørdi við
Frans av Assisi.
Heldur Várharra enn Uttanumtos
Fleiri og fleiri halda, at trúarskúlar eru at meta við ókunnustovnar, produsentar av
heilarænandi unglingum, ið fara at hata homoseksuell og kvala stakar mammur