mánadagur 18. oktober 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 18. oktober · Nr. 147
Sosialurin
Eg havi skrivað nógv um hetta
mál um at fáa hotspotsøki
innan tað almenna. Serliga
havi eg hugsað at bjóða
ferðandi í Tórshavnar komm
unu internetsamband, har
sokallaði
hotspots
verða
uppsett. Har ein t. d. kundi
byrjað á býðarbókasavninum
og bjóðað tænastuna aðra
staðni hjá Tórshavnar komm
unu. Eitt nú til ferðandi. Men,
her eru fleiri atlit, sum skulu
takast, og Tórshavnar komm
una arbeiðir við málinum.
Eg frøist nú um, at Hergeir
Nielsen, løgtingsformaður,
nú tekur málið upp um at
fáa
internetsamband
til
ferðandi umborð á Smyril.
Hetta skuldi verið komið
beinavegin, tá ið nýggi Smyril
kom. Men betur seint enn ong
antíð. Vit mugu fylgja tíðini og
ikki allatíðina vera aftanfyri
innan KTøki og samskifti.
Tað almenna kann bjóða
hesa tænastu út og finna
onkran sum vil gera íløguna.
Tað eru fleiri sum kunnu
bjóða hesa tænastu, ikki bara
Føroya Tele, sum eg vænti er
ímóti at fáa hotspotsøkir,
tí Føroya Tele bjóðar 3G,
og Føroya Tele fer at missa
kundar, um onnur koma inn
á teirra øki. Men, tíbetur eru
tað onnur sum kunnu gera
eina tílíka skipan.
Í Tórshavn eru nøkur
hotspots økir, serliga eru tað
privat vinnurekandi sum
bjóða
hotspots/internet
samband til gestir.
Nú er tíð uppá at land
og kommunur kunnu bjóða
internet til ferðandi. Her
hugsi um internet/hotspots
samband umborð á ferjum,
ferjumlegum, bussum og á
øðrum almennum stovnum.
Næsta stigið kundi verið á
Landsbókasavninum, býðar
bókasøvnum osv. Sum nú er,
er tænastan ikki tilstaðar.
Hetta er langt úti eftir
mínari fatan. Hugsa tær
til at farið ein túr við bussi
num til Kollafjarðar ella
Klaksvíkar og kunna logga
teg á á eina Hotspots WiFi
skipan. Hetta er púra vanligt
í okkara grannalondum, og
tað eru nógv fólk sum nýta
busssamband fleiri tímar
um dagin.
Tað almenna má fylgja
við og ikki halda at alt
kemur av sær sjálvum!
Tað er eingin forðingur fyri
at td. kommunur og landið
bjóða hesa tænastu, um
borgarin betalir fyri tænast
una og at onkur privatur
vinnurekandi stendur aftan
fyri tænastuna.
Men, besta loysnin er at
tað eru frítt internet, sum
vit kenna frá Danmark,
bæði í tokum, bussum og
á Ríkissjúkrahúsum í Dan
mark. Ja, listin er langur og
eg fari ikki at nevna alt her.
Men, frítt internet skulu
vit ikki vanta at fáa í hesari
kreppu tíð.
Eftir mínum tykki er
3G
besta
loysnin,
men
henda tænastan er sera
kostnaðarmikil,
og
tað
føroyska netið er ikki í topp
til eina 3G skipan.
Um
vit
fáa
internet/
hotspots samband umborð
á Smyril, eru fleiri atlit sum
skulu kannast. Tað er trygd,
fylgisveinanet, og alt tað
tekniska, sum er við tílikar
skipan. Eitt annað er 3G,
har er tað føroyska netið
ikki í top og GSM sambandi
umborð á Smyril er heldur
ikki i lagið.
So her eru fleiri ting,
sum skulu skipast, áðrenn
tílík tænasta kann bjóðast
almenna
rúminum,
men
hetta er ein íløga sum krevst
fyri at vit føroyingar kunnu
vera
stoltir
av
okkum
sjálvum og fylgja við tíðini
eisini innan KT-øki.
Sum nú er fylgja hvørki
land ella kommunur við á KT
økinum, við serligum atliti
til at bjóða hesa tænastu til
vanliga borgaran. Hetta er
eisini sera gott fyri okkara
ferðavinnu.
Mín áheitan er á land
og kommunur at fylgja við
á hesum øki og at bjóða
internet samband til ferðandi
má vera fyrsta stigið. Men
enn er nakað eftir á mál.
Levi Mørk
býráðslimur hjá Tórshavnar Kommunu
Internet samband til ferðandi
hjá land og kommunu
Sjúrður Skaale
Undir 1. viðgerð av uppskoti
num til fíggjarlóg upplýsti
Jørgen Niclasen, at 1) játtan
in til marknaðarføring av
Føroyum sum ferðamanna
land er skerd, og 2) at
ávís lond eru vald út sum
marknaðir, ið ætlanin er at
satsa uppá í ferðavinnuhøpi.
Hetta val er gjørt við støði í
arbeiðinum hjá Simon Anholt,
sum uttanríkisráðið setti at
geva føroyskum myndug
leikum
ráð
um,
hvussu
Føroyar kunnu "brandast".
Men
Føroyar
kunnu
illa skapa nakran áhuga
millum ferðafólk við egnum
lýsingarátøkum. Serliga ikki
eftir at játtanin til hetta
endamál er skerd.
Hinvegin ræður um at
vera vakin og ansa eftir
hvussu marknaðir broytast
og nýggir møguleikar stinga
seg upp. Tað ræður um at
smíða, meðan jarnið er heitt
har tað er heitt.
Ein av hesum møguleik
um er, at ein stór norsk sjón
varpsrøð, sum verður send
í vetur, fer fram í Føroyum.
Røðina byggir á skaldsøguna
"Buzz Aldrin, hvor ble det
av deg i alt mylderet?" eftir
Johan Harstad, sum nógvir
føroyingar hava lisið.
Hetta er dýrasta fram
leiðsla av sínum slag í norsk
ari
sjónvarpssøgu.
Røðin
verður send í prime time. Hon
fer at savna norsku tjóðina
um ein føroyskan leikpall!
Norra ikki á listanum
Hetta er eitt heilt einastand
andi høvi at selja Føroya sum
ferðamannaland í Norra.
Í bókini hjá Johan Harstad
kemur høvuðspersónurin til
Føroya við Norrønu. Hon
siglir tíverri ikki longur til
tann vegin hinvegin hevur
Atlantsflog tikið upp aftur
beinleiðis
sambandið
við
grannarnar fyri eystan.
So her liggur væl fyri. Tað
snýr seg ikki um "branding",
har vit byrja frá botni. Tað
snýr seg um at heysta tað,
sum verður sáað við "Buzz
Aldrin...". Tað snýr seg um at
henta búnar fruktir.
Kortini telist Norra IKKI
millum teir marknaðir, sum
vit, sambært Jørgen Niclasen
ætla at satsa uppá.
Stovnað verður nú eitt
ferðavinnuráð,
har
tað
almenna og vinnan skulu
ganga saman og tala við
einari rødd og fylgja somu
strategi. Henda strategi er,
sambært tí Jørgen Niclasen
upplýsti á tingi mikudagin,
at vit í ferðavinnuhøpi satsa
uppá Danmark, Týskland,
Bretland, Italia og Holland.
Norra stendur ikki á
listanum.
Hóast
Føroyar
ongastaðni í heiminum verða
so
væl
marknaðarførdar
sum har. Og beinleiðis flog
samband er.
Vælsignaðu ferðavinnu
fólk: Nýtið henda møgu
leikan. Setið Norra á listan.
Ferðavinnan má henta fruktir í Norra
Í vetur fer norska tjóðin at savnast um eina sjónvarpsrøð, sum er tikin upp í Føroyum. Tað er ein
einastandandi møguleiki hjá ferðavinnuni. Men sambært Jørgen Niclasen ætla vit einki at gera við tað...
Kjak