Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-18, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. oktober 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. oktober · Nr. 147 32 Sosialurin Lendi formar áirnar. Tað er í erva í hæddunum, at tær vella fram, renna undan brekkuni oman í onkran barm. Á leiðini omaneftir setur til við fleiri løkum og gilum soleiðis, at tá vit eru komin oman í dalin, er talan um eina á, sum við veldi smoyggjur sær út av hamrinum, og ger ein foss á síni ævigu leið oman á sjógv. Hetta er ein mynd flestu okkara kenna. Mánakvøldið 4. oktober helt elfelagsskapur okkara, SEV, kunnandi fund um ætlaðu vatnorkuútbygging­ ina í Norðurstreymi. Talan var um ein væl fyri­ skipaðan fund, har ætlanin knýtt at Víkavatni bleiv lýst. Víkavatn hevur tríggjar fyrimunir fram um onnur øki í landinum, sum eru hædd, vatnmongd og goymslu­ møguleikar. Til at hjálpa sær við ætlan­ ini, hevur SEV eitt verkfrøð­ ingarlið, sum kannar og stingur út í kortið. Fyri at taka broddin av atfinningunum, so varð eitt kort av økinum víst fram, sum var blátt í erva har vatnið verður tikið, og grønt har lendið fær frið. Síðani var pástaðið, at matimatiskar útrokningar sýndu, at inn­ trivið ikki var so stórt, tí 30 ella 50 % av lendinum fekk frið, ergo varðveittu vit munandi vatnnøgd í áunum. Tað undrunarverda við hesi útrokning er, at tað eru fakfólk sum borðreiða við slíkum. Hyggur tú niðan í fjøllini og eygleiður áarrásirnar, er skjótt at varnast generella mynstrið. Ein á er sum ein viðarbulur, trivalig í neðra og greinað sundur í erva. Um nú SEV tekur grein­ arnar til viðabulin, so verður ongin á. Áirnar byrja í erva, og ikki í undirhaganum. Tí verður tað ein tannleys sjón, fremur SEV hesa ætlan. Tann, sum er í iva, kann ein regndag eygleiða Norðureysturoy. Áirnar har mennast ikki aftur undir inntøkunum. Tí er tað tóm argumenta­ tión og skriviborðsfilosofi at borðreiða við prosentvísum tølum av vídd, ið verður órørd, og tengja hetta saman við varðveittari vatnnøgd í áunum. Kanska er tað eitt hugskot hjá SEV í nøkrum av áunum, at mála vatnnøgdina við áarinntakið og aftur við sjóar­ málan, fyri at fáa forholdstøl millum órørda vídd og vatn­ savnan ­ so fæst sjón fyri søgn. Tóm tøl og SEV Hans Dávid Dam Tað er tóm argumentatión og skriviborðsfilosofi at borðreiða við prosentvísum tølum av vídd, ið verður órørd, og tengja hetta saman við varðveittari vatnnøgd í áunum Har vatninntøk eru í haganum, hvørva áirnar í erva, men klára ikki at menna seg aftur á leiðini oman á sjógv. Mynd av Svínáum Kjak Tá hjartagóðir pionerar fyri umleið 40 árum síðani arbeiddu fyri at seta heima­ hjálp á stovn, snúði tað seg um umsorgan. Men so við og við fór tað at snúgva seg um reglur, eftirlit, visitation og leiðarar, sum leiða hvønn annan. Hjálpin er burtur og ein ovurstórur yvirbygnaður etur alla játtanina upp Miðskeiðis í vikuni fingu heimahjálpsbrúkarar bræv frá Heimatænstuni, um at øll reingerð er tikin burtur orsakað av sparingum. Hetta er langt úti og kann als ikki góðtakast. Er neyðugt við sparingum innan heima­ hjálpin, so latið okkum síggja sparingar, ið ikki raka primeru tænastuna. Sendið nakrar av alt ov nógvu leiðarunum til hús og latið tey eldru fáa ta hjálp, teimum tørvar. Fyri umleið 40 árum síðani varð farið undir at skipa fyri heimahjálp í Føroyum. Hetta vóru hjartagóð fólk, sum ynsktu at hjálpa óhjálpnum og eldri heima. Eitt av enda­ málunum var, at fólk skuldu sleppa at búgva heima sum longst. Fyrstu árini sóust heimahjálpararnir ganga túr við teimum gomlu. Eisini høvdu tær møguleika at hjálpa til við øllum vanligum húsligum arbeiði, eitt nú at gera døgurða, baka, umvæla klæðir, lesa og hugna um. Tá kundi ein heimahjálp veita eina hjálp, sum veruliga munaði. Heimahjálpararnir vóru fyri tað mesta ófag­ lærdar húsmøður, sum dugdu at venda sær og vistu hvat umsorgan snúði seg um. So við og við fóru heima­ hjálparar at útbúgva seg til heilsuhjálparar og heima­ hjálpin gjørdist meira ”professionel”. Tað skuldi í sjálvum sær verið gott, men syrgiligi veruleikin er, at hjálpin hevur verið støðugt minkandi. Eisini varð farin undir at samskipa og leggja saman. Samanleggingin skuldi gera heimahjálpina enn meira professionella. Men síðani heimahjálpin saman við øðrum funktiónum varð løgd undir Nærverkið, so er vorðið heilt galið. Hjálpin til eldri og óhjálpin er bara minkað og minkað, meðan vit alsamt síggja umsitingina vaksa og vaksa. Hyggja vit at játtanini til heimahjálp, so er hon vaksin. Samlaða játtanin til Heimatænastuna er síðani 2006 vaksin við nærum 20 milliónum. Men við alt fleiri og fleiri leiðarum er hjálpin til tað, sum tað heila snýr seg um, vorðin minni og minni. Frú landsstýriskvinna, Rósa Samuelsen, okkurt munagott má gerast, tí so­ leiðis kunnu vit ikki loyva okkum at fordeila pengar­ nar. Vit síggja bara afturstig eftir afturstig fyri hvørja ferð leiðslurnar økjast og fleiri útbúgvin fólk koma til. Vit mugu ásanna, at tey eldru okkara hava tørv á hjálp til vanligt húsligt arbeiði og at útbúnir heilsu­ hjálparar í ávísan mun eru yvirkvalifiserað og ov dýr hjálp. Skulu pengarnir strekkja til og hjálpin koma teim óhjálpnu til góðar, so verða vit noydd at fara aftur har vit byrjaðu fyri 40 árum síðani. Vit mugu gera okkum greitt hvat endamálið er og hvat vit vilja við hesi tænastu. Spurningurin má verða, um Heimatænastan skal vera eitt arbeisskapandi tiltak fyri fólk við útbúgving ella um endamálið skal vera at veita eldru okkara eina brúkiliga tænastu. Rúna Sivertsen Valevni Sjálvstýrisfloksins Nærverkið fjarari enn nakrantíð