Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. oktober 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. oktober · Nr. 147 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Eg ætli mær at halda fram, so leingi hugurin er til tað, og eg eri førur fyri at spæla. Tað eri eg framvegis Jens erik rasmussen, 07 Vestur Vit vóru rætt og slætt bukaðir av. Sjálvsálitið var kanska ov stórt undan dystinum suni Johannesen, kÍF uni holm Johannesen Valur endaði nummar sjey av tólv liðum í bestu deildini í Íslandi í ár. Gunnlaugur Jónsson, sum hev ur staðið á odda fyri liðnum sein astu tvey kappingarárunum, ynskti ikki at halda fram, og tí fer Guðmundsson nú undir fyri­ reikingarnar til komandi kapp­ ingarár. Tað hoyrist, at Tórður Hreidars­ son, sum fyrrverandi HB­venjarin hevði við sær til Føroya, flytir til Valur, tá føroyska kappingin er liðug. Tíðindini eru ikki váttaði, og tað ber ikki til at staðfesta, um veruligt hald er í søguni. Valur vann íslendska meistara­ heitið í 2007. Pól Thorsteinsson spældi við liðnum í 2000. 45 ára gamli Kristján Guð­ munds son loysti Sámal Erik Hentze av sum venjari í HB. Hann stóð á odda fyri liðnum hjá Kefla­ vík í fimm ár. Besta úrslitinum rakk hann í 2008, tá Keflavík snáv aði í gullstríðnum á seinasta leik degi. Hann varð kosin besti venjarin í Íslandi tað árið. uni@sosialurin.fo rólant Waag høgnesen Í Sundalagnum svíir tað enn. Gaman í, liðið hevur vunnið føroyameistaraheitið síðan, men sárið, sum EB/Streymur fekk í ódnarveðrinum á Mølini leygardagin 21. oktober í 2006, er ikki lekt enn. Dundur skotið frá Paul Clapson henda dagin er beinleiðis orsøkin til, at trúgvastu fjepp­ ararnir hjá EB/Streymi vakna við kaldan dreym tann dagin í dag, og myndin av trimum svørtkløddum FSF­bossum, sum eitt korter fyr leiklok gingu framvið vøllinum yvir til bilin, sum førdi teir til Havnar, har teir skuldu heingja gullkrónurnar um hálsin á HB­ leikarunum, fær tað til at renna kalt niður eftir bakinum. Støðan, sum EB/Streymur var í undan seinasta leikdegi í 2006, er meinlík støðuni, HB er í í dag. Eins og EB/Streymur hevði tað í 2006, so hevur HB bæði sett og matchbólt leygar­ dagin. Og eins og HB einans hevur brúk fyri einum javnleiki leygardagin, skuldi EB/Streymur bara bjarga einum stigi móti KÍ, ið felagsliðið úr Sundalagnum annars hevur so góðar royndir við, á seinasta leikdegi í Formuladeildini fyri fýra árum síðani. Men javnleikurin bleiv av ongum og gullkrónurnar fóru av Mølini, saman við Óla Holm og hansara fylgi, suður til Havnar og Gundadal, har HB hevði vunnið 2­0 á ÍF. Í ár møtir HB B36 á seinasta leikdegi. Av hinum níggju feløgunum í Vodafonedeildini, hevði stóribeiggin í Havnini helst peikað á øll hini liðini fyrst, um valið av mótstøðuliði til henda altavgerandi dystin var teirra. Orsøkin er einføld: slagið um Havnina er dysturin, tá alt kann henda. Og slagið um Havnina er dysturin, B36 mest av øllum vil vinna. Ikki minst, um tað kann hava við sær, at HB kann missa føroyameistaraheitið. B36 kann við einum sigri leygardagin oyðileggja alt kappingarárið hjá HB, og tað fara teir eisini at leggja seg eftir. Júst hetta kann vera motivatiónin hjá teimum í HB, til at gera tað, sum krevst í grannauppgerðini um fimm dagar. Ein sannroynd er tað tó, at HB ikki hevur havt tað lætt móti B36 tey bæði síðstu árini. Í teimum fimm landskappingardystunum hesi bæði árini, hevur HB ikki vunnið á B36. HB hevur spælt tríggjar javnleikir og tapt tvær ferðir. Men tá støðan er sum hon er, er ein javnleikur leygardagin at rokna sum ein sigur hjá HB. Hinvegin kann ein sigur hjá B36 í stóran mun bjarga kappingarárið hjá teimum mest skaðafróu B36­viðhaldsfólkunum. Samstundis hevur EB/Streymur vunnið allar sínar dystir móti B68, sum teir hava spælt við Margáir síðani vøllurin har varð tikin í nýtslu. Tískil hava vit fingið ein ótrúliga áhuga­ verdan endaspurt upp á ársins fótbóltslandskapping. Leygardagin fáa vit svar fyri, um 2010 skal vera árið, tá EB/ Streymur hevndi mista meistaraheitið í 2006. Leygardagin fáa vit at síggja, um Christian Andreasen og Michel Platini leita sær yvir í bilin og gullkrónurnar fara øvugtan vegin í um til í 2006. rolant@sosialurin.fo Klumman: Skal EB/Streymur hevna 2006? Guðmundsson stjórnar nú Valur »Neistamálverjin Ári Egason Dam stóð ein av sínum allar bestu dystum. Hann møtti 57 prosent av skotunum frá KÍF-spælarunum, og tað er nógv í føroyskum hondbólti.« • Heimasíðan hjá Neistanum um dystin móti KÍF »At felagið stendur á einum vegamóti, munnu tey fægstu ivast í. Vøllurin er kolldømdur til vaksnamannafótbólt, og tí má finnast ein fyribils loysn, har felagið antin byggir nýtt, ella leigar seg inn á leikvøll hjá øðrum felagi. At byggja nýtt er kostnaðar- mikið, og byrðan er ov tung hjá felagnum at bera eina. Kommunan fær ikki hjálpt býarbarni sínum heldur, og tí er ein loysn, har felagið leigar seg inn á annan leikvøll, mest sannlík.« • Heimasíðan hjá TB, nú tað er greitt, at tvørámenn spæla ikki á Sevmýru í 2011 »Nú er bara ein dystur eftir at leika, og verður hann á »útivølli« ímóti HB í Gun- dadali leygardagin. Hetta kann gerast ein áhuga verdur dystur á nógvar ymsar mátar. Møguleikin er framvegis at tryggja okkum evropeiska luttøku, men samstundis kunnu vit eisini verða avgerandi fyri, hvørs HB ella EB/Streymur fær FM 2010.« • Heimasíðan hjá B36 undan grannauppgerðini leygardagin »Hini úrslitini háttaðu seg soleiðis, tíverri, at enn er einki avgjørt og alt stendur og fellur við síðsta dysti okkara komandi leygardag í Gundadali ímóti grannunum fyri sunnan. Tað verður so enn ein torfør uppgáva, sum má loysast.« • Heimasíðan hjá HB undan grannauppgerðini leygardagin Miðlarnir skriva... Fótbóltur Kristján Guðmundsson, sum varð uppsagdur sum venj­ ari hjá HB í september, er nú venjari hjá íslendska Valur Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen Samuelsen er sinnaður at venja uppflytararnar Jógvan Hendrik Samuelsen hevur staðið á odda fyri 07 Vestur, sum tryggjaði sær gullið og uppflytingina um vikuskiftið. Hann vil fegin venja vágamenn í næsta ár eisini. – Tað er framvegis einki komið upp á pláss, men eg ætli mær ikki at vísa tilboðnum aftur, um tað kemur, sigur hann. Jógvan Hendrik Samuelsen er sera fegin um, at liðið fer aftur at spæla í fremstu røð. – Ungu spælararnir hava staðið seg væl, og teir hava ment seg nógv gjøgnum kappingina. Tað gleðir meg. Men tað er greitt, at um liðið skal varðveita sætið í bestu deildini í komandi kappingarári, so skulu fýra nýggir spælarar til, sigur Jógvan Hendrik Samuelsen.