mánadagur 18. oktober 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 18. oktober · Nr. 147
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Kári Reynheim
Christian Lamhauge Holst
Rólant Waag Dam
Eitt brent brotsspark men kortini
eitt smíl. Jú, tað er hugaligt at
spæla við FC Roskilde, sjálvt um
Atli Danielsen sjálvur annar mis
nýtti brotsspark í dystinum móti
Brønshøj sunnudagin.
– Ja, hetta er bara heilt stutt
ligt fyri tíðina, var stutta, men sig
andi staðfestingin frá miðvallar
leik aranum
úr
Klaksvík,
eftir
dyst in. Lítið er at ivast í, at teir
í FC Roskilde virðirsmeta góðu
gongd ina, tí byrjan teirra upp á
kappingar árið var alt annað enn
ynskilig. Seks dystir skuldu til, áðr
enn fyrsti sigurin kom í hús, men
síðani hevur tað gingið heilt væl
hjá FC Roskilde.
Leygardagin kom fimti sigurin í
hús, tá Atli Danielsen og teir bastu
uppflytararnar Brønshøj á útivølli.
Byrjanin var annars einki serlig, tí
FC Roskilde kom aftur um við 10 og
brendi tvey brotsspark upp í slag.
Fyrst brendi liðfelagi hjá Atla
Danielsen, tá lítið var spælt av
fyrra hálvleiki. Men FC Roskilde
fekk enn eitt brotsspark, tá góðir
20 minuttir vóru spældir. Atli
Danielsen, sum tekur sær av fleiri
deyð bólts støðum hjá FC Roskilde,
varð settur at skjóta hesaferð, men
mál verjin bjargaði. Lukkutíð fyri
Atla Danielsen og FC Roskilde,
var ein lið felagi hansara kvikur og
skeyt leysa bóltin í netið.
Tað var eisini javnleikur í steðg
inum, men eftir steðgin fekk FC
Roskilde tvey mál aftrat, soleiðis at
tað endaði 13.
Atli Danielsen, sum spældi sam
fullar 90 minuttir á miðvøllinum
hjá FC Roskilde, hevur nú vunnið
tríggjar dystir á rað við liði sínum.
Harnæst hevur FC Roskilde ikki
tapt í átta dystir. Tað hevur við
sær, at teir liggja nummar fimm í
deild ini, eitt stig aftanfyri FC Vest
sjælland, sum tapti í dag og hevur
19 stig.
rolant@sosialurin.fo
Atli stuttleikar
sær í Roskilde
Fótbóltur Tað var við reyvini í vatnskorpuni, at FC
Roskilde hóraði undan og lívbjargaði sær í næstbestu donsku
fótbóltsdeildini í fjør. Sigurin hjá FC Roskilde leygardagin merkir,
at nú hevur liðið hjá Atla Danielsen ikki tapt í átta dystir á rað
Holst skal spæla á miðvøllinum
Kári Reynheim heldur, at Christian Lamhauge Holst prógvaði í landsdystinum
móti Norðurírlandi, at Holst skal spæla sum framrættaður miðvallari á føroyska
landsliðnum. – Hann er tryggur við bóltinum og dugir væl at halda honum, meðan
føroyska liðið flytir seg fram á vøllin. Eg havi ongantíð skilt, hví Brian Ker hevur brúkt
hann sum vong. Tað hevur ofta loyst betur, at Holst bara var eftir í Danmark, tá hann
hevur spælt í høgra borði. Hann prógvaði móti Norðurírlandi, hvar hann skal spæla,
sigur Kári Reynheim við Rás2. Reynheim skoraði føroyska málið, tá Føroyar spældu 11
móti Norðurírlandi í Belfast í 1991.
Rólant Waag Dam
Tríggir sigrar á rað og tann
fjórði var á stokkinum. Holst og
hinir skuldu bara hála sigurin
inn um, men mistu fongin, tá
hann var at rokna sum heima.
Í orðsins rætta týdningi var tað
eisini Holst, sum misti bóltin,
ið førdi til álopið, tá Lyngby
javnaði í 89. minutti á Lyngby
Stadion seinnapartin í gjár.
– Sum partur av einum liði er
tað ræðuligt at luttaka í slíkum,
og tá eg sjálvur eri beinleiðis
partur av tí, er tað uppaftur
verri. Tíverri er tað eg, sum
missi bóltin, áðrenn Lyngby
skor ar. Eg eri ørur í høvdinum,
so harm ur eg eri um hetta,
greið ir Christian Lamhauge
Holst frá á heimasíðuni hjá
Silke borg.
Føroyski landsliðsleikarin
spældi annars dystin á tamb í
vinstra borði. Framrættaði mið
vallarleikarin vísti góðar taktir
móti fyrrverandi felagi sínum,
hevði fleiri góðar royndir og
onkrar góðar send ingar. Seks
minuttir fyri leiklok var um
reppi, at Christian Lam hauge
Holst avgjørdi dystin, men
hann var ikki eins kaldur sum
móti Norður Írlandi, og mis
nýtti annars fína møgu leikan
at økja um leiðsluna til 02.
Fáar minuttir seinni misti
Holst
bóltin
í
álopsspæli,
Lyngby gjørdi skjótt av og so
var 11. Soleiðis lumpaðu upp
flytararnir seg til eitt stig og
hetta iðra teir í Silkeborg seg
um, heldur enn at frøast yvir,
at liðið ikki hevur tapt fimm
teir sein astu dystirnar.
Frá Camp Nou
til Silkeborg
Eftir at vónbrotið um mistu
stig ini hevði lagt seg í gjár,
dugdi Christian Lamhauge
Holst eisini at síggja tað posi
tiva.
– Vit eru munandi betri nú,
enn vit vóru fyri einum mánaði
síðani og leikliga framgongdin
fer uttan iva at tryggja okkum
fleiri
stig
framyvir,
sigur
Christian Lamhauge Holst.
Hann vónar, at fyrstu stigini
verða tikin longu sunnudagin,
tá ótrúliga sterka oddaliðið FCK
kemur á vitjan í Silkeborg.
Havandi í huga seinasta
dyst in millum júst hesi bæði
lið ini, er tað ikki ein ógjørlig
uppgáva. Silkeborg spældi 22
javn leik í Parkini fyri ein um
góðum mánaði síðani, men
síðani tá hevur FCK víst nær
um ræðandi styrki – ikki bara
í heimligu deildini, men eisini
í Champions League, har FCK
hevur verið sera væl fyri.
FCK vann sannførandi 50 í
gjár á OB og eru 13 stig framm
anfyri FC Midtjylland, ið eig
ur ein dyst til góðar. Næsta
upp gávan hjá FCK verður í
Parkini týsdagin, tá teir vitja
á Camp Nou hjá mætu FC
Barce lona. Fimm dagar er upp
gávan heldur minni eksotisk.
Mót støðu liðið
er
Silkeborg
á Silkeborg Stadion, og tað
flenna tey kring felagið hjá
Holst nógv eftir.
Holst roknar við
nógvum stigum
Fótbóltur – Vit eru munandi betri
nú, enn vit vóru fyri einum mánaði
síðani og leikliga framgongdin fer
uttan iva at tryggja okkum fleiri stig
framyvir, sigur Christian Lamhauge
Holst, sum misti sigurin í evstu løtu
í gjár, men kortini er bjartskygdur
Fyrrverandi landsliðsleikarin, Atli Danielsen, stuttleikar sær í Roskilde