mánadagur 18. oktober 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. oktober · Nr. 147
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
HB ræðist ongan
Vodafonedeildin Hallur Danielsen, annar av venjarunum hjá HB,
staðfestir, at føroyameistararnir ræðast ongan
Uni Holm Johannesen
Hallur Danielsen er greiður.
– Vit ræðast ongan. Men vit vita,
at tað er ein torførur dystur, sum
bíðar okkum, og vit skulu geva alt,
sum vit eiga, sigur hann.
Tað var væntað undan dystinum
í gjár, at HB kom í hesa støðuna.
HB kann endurvinna føroya
meist araheitið leygardagin. Men
tað er nær mast eitt krav, at reyðu
og svørtu havnarmenninir fáa stig í
granna dystinum móti B36. Um EB/
Streymur snávar á heimavølli móti
B68, so hevur úrslitið í Gundadali
ongan týdning.
Seinast HB vann á B36 var 19.
oktober í 2008.
Tað eru hagtøl, sum Hallur
Danielsen ikki hugsar stórvegis
um.
– Í HB hugsa vit bara um at
vinna, og vit ætla okkum at stað
festa gull merkini við einum sigri,
sig ur hann.
Óneyðuga tætt
HB vann í Fuglafirði í gjár.
Verandi føroyameistararnir hava
ofta havt trupulleikar á Fløtugerði,
men HB hóraði undan hesaferð.
Heima liðið hjálpi væl.
Høgni Zachariasen, ÍF, legði gest
irnar á odda, tá lítil løta restaði í av
fyrra hálvleiki. Zachariasen, sum
spældi í miðverjuni, stýrdi bóltinum
í máli, sum hann hevði hildið gest
unum frá løtuna áðrenn. Rókur av
Fløtum Jespersen slapp framvið
Jákupi Mikkelsen, og úr spískum
sendi hann bóltin móti málinum.
Fleiri mettu, at leðurkúlan hevði
kós framvið málinum, tá Høgni
Zachariasen sendi í netið.
Fróði Benjaminsen økti við
brots sparki í seinna hálvleiki.
Hallur Danielsen hevur verið
hjálparvenjari hjá Juliani Hansen,
síð an Kristján Guðmundsson varð
sendur til hús í september.
– Vit vilja spælt bólt, og tað er
um ráðandi, at vit eru omaná leik
liga í hvørjum dysti. Tað hevur
eydn aðist væl higartil, men vit
vóru lítið sannførandi í dag. Vit
greiddu hinvegin okkara fremsta
skyldu og fingu stigini, sigur Hallur
Danielsen.
ÍF svaraði aftur beinanvegin, at
HB hevði økt um leiðsluna.
Áki Petersen royndi seg við
skoti úr 20 metrum, og umvegis
Øssur Dalbúð, fór bólturin fram við
Marcin Dawid.
– Vit hava tamarhald á støðuni,
og málið kemur nærmast burtur
úr ongum. Vit verða settir undir
óneyð ugt trýst seinastu løtuna. Tað
er ikki fyrstu ferð í hesum kapp
ingarárinum, at HB fær óneyðugt
mál ígjøgnum og má stríða seg
til sigurin seinastu løtuna. Tað er
avgjørt nakað, sum liðið skal hugsa
meira um til næsta kappingarár,
sigur Hallur Danielsen.
Gingið sera væl
Julian Hansen og Hallur Danielsen
tóku um endan, tá HB skuldi spæla
torførastu dystirnar.
Tað hevur gingið væl.
Nú kann mest vinnandi fel agið
í landinum avgera føroya meist ara
heitið.
Tað er ein støða, sum venjararnir
ikki hugsaðu stórvegis um tann 13.
september í ár, tá leiðslan heitti á
teir at loysa Kristján Guðmundsson
av.
– Vit vildu fremst av øllum verða
meira støðugir í avrikunum og fáa
eyð kenda og álopssinnaða HB
spælið framaftur. Tað hevur rigg að
væl, og nú eru vit komnir so mikið
langt, at vit kunnu vinna meistara
heitið, greiðir Hallur Danielsen frá.
HB kann leygardagin vinna sítt
føroyameistaraheitið nummar 21.
uni@sosialurin.fo
13 stig
í fimm dystum
Tað hevur gingið væl hjá
HB, síðan Julian Hansen og
Hallur Danielsen tóku við sum
venjarar. Her er yvirlit yvir
dystirnar, har teir hava staðið á
odda fyri liðnum.
19. sep: Víkingur - HB 0-1
22. sep: HB - AB 3-0
27. sep: EB/Str. - HB 1-1
2. okt: HB - NSÍ 3-2
17. okt: ÍF - HB 1-2
Í HB hugsa vit bara um at vinna,
og vit ætla okkum at stað festa
gull merkini við einum sigri leygardagin
ÍF
1
HB
2
HB leikarar frøast í Fuglafirði. Føroyameistararnir vunnu trupla dystin við tveimum málum móti einum
Mynd: Álvur Haraldsen