mánadagur 18. oktober 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 18. oktober · Nr. 147
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tað, sum tey flestu nokk fara at
minnast dystin í Gundadali í gjár
fyri, mundi vera 1-0 málið hjá
B36, sum Hjalgrím Elttør skjeyt
miðskeiðis í fyrra hálvleiki Hetta
var eitt framúrskarandi langskot,
ið brast undir yvirliggjaran, niður í
vøllin og upp undir nettakið, uttan
at NSÍ-málverjin, Andras Gango,
hevði nakran livandi møguleika,
hóast hann toygdi seg í fullari
longd.
– Eg má viðganga, at eg rakti
bóltin øgiliga væl, akkurát sum
eg bara kundi ynskt mær. Men
bara hatta lítla sekundið fór eg
at ivast, um tað bleiv mál, tí eg sá
væl, at bólturin skrúvaði burtur
frá Gango, sam stundis sum tað sá
út til, at hann bara skuldi bresta í
yvir liggjaran. Men tíbetur fór hann
inn, og tað var ein ótrúliga góð
kensla, greiðir málskjúttin sjálv ur
frá málinum, ið onkur segði vera
tað besta í Gundadali í ár. Og tað
kann saktans passa, tí tað var veru-
liga ein perla.
Akkurát, tá málið kom, var tað
ikki meira enn so, at B36 hevði uppi-
borið at koma framum í dystinum,
tí í roynd og veru byrjaði NSÍ betur.
Men hóast trýst og meira ella
minni leysar royndir, spurdist ov
lít ið ítøkiligt burturúr, samstundis
sum spælið hjá gestunum gjørdist
meira sløsut við nógvum skeivum
sendingum.
Í staðin gjørdist tað alsamt oft-
ari og oftari, at B36 gjørdi um seg
í hinum endanum, og tá so hálv-
leikssteðgurin kom, høvdu boð verið
eftir NSÍ meiri enn ta einu ferðina.
Serliga nær var tað stutt undan
steðginum, tá bólturin fór fram
við Gango – men Einar T. Hansen
í evstu løtu ofraði seg 100 prosent,
tveitti seg niður og fekk sparkað
burtur av sjálvari málstrikuni!
Hvør sítt aftrat
Eftir steðgin vístu báðir partar í
góða løtu betri spæl enn í fyrra
hálv leiki,
og
álopini
bylgjaðu
fyrstu løt una aftur og fram. Tá so
góð ir tíggju minuttir vóru farnir,
fekk NSÍ javnað. Jann Martin
Mortensen fekk prikað bóltin til
Klæmint A. Olsen, ið royndi seg við
skoti, sum B36-málverjin, Magnus
Poulsen, fekk hálvbjargað. Klæmint
fekk skavað bóltin til sín og royndi
at skjóta eina ferð aftrat, og hóast
Jónas Þór Næs í einari evstu roynd
kýtti seg, fekk hann ikki stegðað
bóltinum, sum fór í málið.
Rundan um málið hevði NSÍ
nokk so stórt trýst og góðar royndir,
sum tó ikki góvu nakað – mest,
tí tær flestu als ikki raktu málið.
So við og við dovnaði trýstið frá
gest unum, og í staðin sluppu teir
í B36 aftur framat, og fleiri ferðir
mátti Andras Gango vísa síni góðu
kynstur fyri at halda málið reint.
Tá so sjey minuttir vóru eftir, gav
tað mál, tá Jóhan Troest Davidsen
var óheppin og kom at standa fyri
skoti frá Hjalgrími Elttør. Bólturin
bar við hondina, og so kundi B36-
lið formaðurin, Klæmint Matras,
við einum hørðum brotssparki mitt
í málið staðfesta sigurin hjá heima-
liðnum.
Síðsta stóra møguleikan í dyst-
inum fekk annars hin Klæmint,
tann hjá NSÍ, tá hann eftir eitt frí-
spark koma at standa leysur mitt
fyri málinum, men onkursvegna
sendi bóltin upp um mestsum opna
málið…
Ov lítið burturúr
Kanska hetta seinasta var eyð kenn-
andi fyri síðsta triðingin av lands-
kappingini hjá NSÍ, har mill um
lítið og einki hevur borið til. Kort-
ini hevur NSÍ verið tað liðið av øll-
um, sum longst hevur verið á odda
hetta kappingarárið. Men av teim-
um síðstu níggju dystunum hava
runavíkingar bara vunnið ein, og tí
var tað ikki dysturin í gjár, ið kost-
aði føroyameistaraheitið, ið NSÍ nú
ikki longur kann røkka.
– Nei, tað sigur seg sjálvt, at tá
so lítið fæst burtur úr so nógvum
dystum, kanst tú ikki rokna við at
gerast meistari. Sjálvandi var tað
súrt at tapa fyri B36, men tað eru
so nógvir aðrir dystir, ið kundu havt
givið okkum neyðugu stigini, so vit
framvegis vóru við í FM-stríðnum,
stað festir NSÍ-miðvallarin, Jann
Ingi Petersen.
– Eftir vánaligu byrjanina upp á
kappingarárið høvdu vit helst verið
nøgdir við núverandi støðuna, men
sum árið hevur lagað seg, kunnu vit
allíkavæl ikki vera nøgdir. Eitt skifti
vóru vit enntá sjey stig á odda, so
samanumtikið er hetta skuffandi.
Nú mugu vit bara syrgja fyri at
vinna síðsta dystin ímóti B71, so vit
– hóast alt – kunnu fáa bronsuna og
eitt atgongumerki til Europa næsta
ár.
Seinir í gongd
B36 hevur hinvegin havt eitt kapp-
ingarár, sum fyri tað nógva hevur
verið í lægra endanum, men nú
ímóti endanum er blivið heilt øðr-
vísi. Síðstu dystirnar hevur B36
fingið nógv burturúr – 13 stig av 15
møgu ligum í síðstu fimm dystunum
– men spurningurin er, hvussu
langt tað røkkur.
– Hesa ferð haldi eg, at vit kundu
spæla meira frítt, tí nógv størri
trýst lá á NSÍ. Tað gav okkum so
eis ini møguleikan at halda fast
við góðu gongdina, sum hevur
ver ið í síðstuni. Og hóast tríggir
av okk um hava verið upptiknir av
lands liðnum og restin hevur verið
niðri í Qatar, so fingu vit aftur
hesa ferð víst, at vit veruliga hava
fótað okkum ímóti endanum, sigur
Hjalgrím Elttør.
– Tíverri er tað kanska í seinna
lagi, at vit eru komnir í gongd, men
vit trúgva upp á tað til tað síðsta,
so vit eru øgiliga spentir til dystin
ímóti HB leygardagin. Enn hava vit
ein lítlan møguleika fyri at koma
út í Europa næsta ár, so vit fara at
spæla fyri okkara møguleika, sjálvt
um vit vita, at onnur úrslit so eisini
mugu laga seg.
hilmarjan@sosialurin.fo
FM-vónin brast
Vodafonedeildin
Hóast NSÍ hevði
bóltin nógv, hevði
B36 meira brodd
í álopsspælinum,
og tað gjørdist
avgerandi munurin,
tá avtornaði.
Samstundis sum
sigurin fyri B36
merkti, at ein lítil
europeisk vón
livir enn, hvarv
seinasti møguleikin
hjá NSÍ at vinna
meistaraheitið
Eg má viðganga, at eg rakti bóltin øgiliga
væl, akkurát sum eg bara kundi ynskt mær
HJalgrím Elttør
B36
2
NSÍ
1
Klæmint Matras, Christian Restorff Mouritsen og Jónas Þór Næs hálsfevna Hjalgrím
Elttør eftir perlumálið, hann skjeyt, tá hann legði B36 á odda 1-0 ímóti NSÍ
Mynd: Hilmar Jan Hansen
KanÓnfRØi