Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. oktober 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. oktober · Nr. 147 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Ólavur Øre Hansen EB/Streymur er formsterkasta liðið í Vodafonedeildini í løtuni. Við sigrinum á B71, hevur EB/Streymur fingið 26 stig til hølvdar síðani summarsteðgin, og tað hevur einki annað Vodafonelið megnað. Góða gongdin hjá sundalagsmonnum hev ur við sær, at teir nú eru einasta liðið, sum kann hótta HB í FM stríð­ num. Orsøkin til jaligu gongdina hjá sundalagsmonnum, skyldast í stóran mun, at tað er ein góð javn­ vág millum verjupartin og álops­ partin á liðnum. Hetta hevur við sær at profilar, so sum Arnbjørn og Hans Pauli, rættuliga eru komnir fyri seg. Teir báðir vóru eygsýndir í dystinum ímóti B71 sunnudagin, har teir skoraðu tvey mál í part. Korthúsið fall B71 kláraði at halda gestunum frá fatinum í 55 minuttir. Men eftir at EB/Streymur hevði lagt seg á odda, so fall korthúsið hjá sandoyingum saman. Hetta tí teir nú vóru noydd­ ir fram á vøllin, og tá komu mangl­ arnir á liðnum rættuliga til sjóndar. Símun Hansen royndi, men EB/ Streymur hevði sum heild tamar­ hald á honum, og hinum sandoy­ ingunum. Úrslitið hevur við sær at støðan er óbroytt í botnstríðnum, har sandoyingar eru eitt stig framm­ anfyri suðuroyingar. Tískil er av­ gerðin, um hvør skal flyta niður í 1. deild saman við AB, útsett til síðsta umfar. Bragdaði eftir steðgin Eftir ein málleysan fyrra hálvleik, har sundalagsmenn høvdu leikliga yvirvág, so kom meira gongd í eftir steðgin. Tá 10 minuttir vóru spældir av seinra hálvleiki, bragdaði hjá EB/ Streymi, tá Hans Pauli Samuelsen fekk bóltin framvið Markovic í B71 málinum. Tað var sum um leiðslumálið tók luftina frá sandoyingum, meðan gest irnir fingu nýggja megi. Tískil var tað fult í trá við dystargondina, tá Hans Pauli økti um leiðsluna, eitt gott korter fyri dystarlok. Síðstu 10 minuttirnar fingu sunda lagsmenn tvey mál afturat, sum topp skjúttin í Vodafonedeildini, Arn bjørn Hansen, stóð fyri. Sostatt vann EB/Streymur at enda ein uppibornan 4­0 sigur á B71. Úrslitið hevur við sær at, av­ gerðin í oddastríðnum, eins væl og í botnstríðnum, er ústett til síðsta umfar í Vodafonedeildini, sum verð­ ur komandi vikuskifti. EB/Streymur livir í vónini Vodafonedeildin Sandoyingar kláraðu at standa ímóti sterka álopsliðnum úr Sundalagnum í 55 minuttir. Men tá gestirnir so fingu hol á, so gjørdist talan um ein stórsigur, tí sandoyingar ikki megnaðu at renna kapp við formsterku gestirnar, sum at enda vunnu 4-0. Úrslitið hevur við sær at EB/Streymur heldur lív í vónini at vinna FM, meðan botnurin brennur undir sandoyingum B71 0 EB/Streymur 4 Við tryggum 4-0 sigri á sandoyingum, varveitur EB/Streymin FM vónina Mynd: Sofus D. Johannesen Uni Holm Johannesen Landskappingardysturin á Toftum í dróg ikki nógvar áskoð arar til sín. Tað er einki løgið í tí. Tað er longu greitt, at B68 verða nummar sjey í røðini, tá sein astu leikumfar er spælt. AB verður aftast og flytir niður. Tí stóð einki upp á spæl. Dyst urin varð spældur á gras­ vøllinum á Svangaskarði, tí ov nógvur vindur var kring gras líkivøllinum, sum hevði við sær, at vøllurin kundi ikki brúkast. Úrslitið var 3­0. Ibrahima Camara legði heimaliðið á odda við brotssparki, og Jóhan Petur Poulsen økti um leiðsluna, tá fimm minuttir restaðu í av fyrra hálvleiki. André Olsen skeyt seinasta málið miðskeiðis í seinna umfarinum. Bill Mc. Jacobsen, venjari hjá B68, er nøgdur. – Dysturin var sjálvandi merkt ur av, at liðini hava lítið og einki at spæla fyri. Vit vóru omaná og fingu trý uppiborin stig afturat í skjáttuna, sig ur Bill Mc. Jacobsen, sum held ur fram sum venjari hjá tofta­ monn um í 2011. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Øssur Hansen spældi sín seinasta dyst í bestu fót bólts­ deildini í gjár. Ein av stóru pro filunum í føroysku fótbólti takk ar nú fyri seg. Toftamaðurin spældi fyri fyrstu ferð í bestu deildini í 1987. Hansen hevur spælt flestu dystirnar hjá B68 síðan, og hann hevur eisini vunnið sær sertakt pláss hjá fótbóltsfjepparunum á Toftum. Øssur Hansen var í fleiri ár ein av stuðulsleikarunum á før oyska landsliðnum. Um­ framt, at hann var stinnur í verju spælinum, skeyt hann tvey sera týdningarmikil mál. Hann javnaði við brotssparki, tá Føroyar vunnu 2­1 á útivølli móti Malta í 1997. Fimm ár seinni sendi hann søguliga frí sparki avstað í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, tá føroyska landsliðið spældi 2­2 á Svangaskarði móti Slovenia. Øssur Hansen hevur eisini spælt við GÍ og B36. Hann noyddist av vøllinum við skaða í gjár, tá B68 vann 3­0 móti AB. Toftamenninir flongdu niður­ flytararnar Øssur Hansen takkar fyri seg Vodafonedeildin Ibrahima Camara, Jóhan Petur Poulsen og André Olsen stóðu fyri málunum, tá B68 vann greitt á AB fótbóltur Aftaná 23 ár millum teir bestu fótbóltsspælararnir í landinum, takkar Øssur Hansen nú fyri seg B68 3 AB 0 Øssur Hansen takkar fyri seg