mánadagur 18. oktober 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 18. oktober · Nr. 147
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Kasper
Schultz
varð
útvístur
mið skeiðis í seinna hálvleiki, tá
Víkingur vitjaði í Vági í gjár.
Danski miðverjin fekk fyrst
gult kort, tá hann framdi fríspark.
Síðan segði hann okkurt, sum ikki
hóvaði Ransin N. Djurhuus, sum
gav honum seinna gula kortið.
Schultz hevur staðið seg væl,
síðan hann flutti til FC Suðuroy í
summarsteðginum. Hann verður
ikki við í lagnudystinum á Argjum
leygardagin. FC Suðuroy er eitt
stig aftan fyri B71 undan seinasta
dystinum.
Víkingur greiddi sína skyldu
móti botnliðnum í gjár. Víkingur
hevur tí møguleikan at røkka triðja
plássinum.
Úrslitið var 2-0. Bæði málini
komu eftir deyðbóltsstøður. Finnur
Justinussen legði gestirnar á odda,
tá hann stýrdi frísparksinnleggi í
máli. Hans Jørgen Djurhuus økti
í seinna hálvleiki, tá hann stýrdi
hornasparksinnleggið í netið.
uni@sosialurin.fo
FC Suðuroy
0
Víkingur
2
Gøtumenn vunnu 2-0 í Vági
Kasper Schultz
verður ikki við
Vodafonedeildin FC Suðuroy hugsar ikki stórvegis
um dystin í gjár. Nú ræður bara um at vinna móti AB
leygardagin, og tað verður uttan Kasper Schultz
Kasper verður ikki við
í lagnudystinum á Argjum
leygardagin. FC Suðuroy er
eitt stig aftan fyri B71 undan
seinasta dystinum
Jovan Radinovic-Panic spælir
eisini við 07 Vestur, tá liðið skal
royna seg í Vodafonedeildini í
næsta ár. Serbiski miðvallarin
skrivaði undir í vikuni.
Tað skrivar heimasíðan hjá
vágamonnum.
Avtalan bindir Panic at
felagnum komandi tvey árini.
Jovan
Radinovic
Panic
hevur spælt við 07 Vestur sein-
astu fýra árini. Hann hevur
spælt 85 dystir og skotið 38 mál
fyri felagið. Hann spældi bara
tveir dystir í Vodafondeildini
í fjør, vegna skaða, skrivar
heimasíðan há 07 Vestur.
- uni
Fótbóltskappingin hjá ung-
lingum er liðug, og har gjørdist
KÍ føroyameistari. KÍ var væl
frammanfyri hini liðini móti
endanum av kappingini, og
longu í fjórðseinasta umfari var
føroyameistaraheitið tryggj-
að. KÍ endaði átta stig framm-
an fyri B36, sum vann silvur.
NSÍ vann bronsu. Fleiri av
spælarunum á KÍ-liðnum hava
eisini spælt á 1. deildarliðnum
hjá
felagnum,
sum
hevur
tryggj að sær uppflyting til
bestu deildina.
-uni
Panic hevur
skrivað undir
KÍ-unglingar
føroya-
meistarar