mikudagur 20. oktober 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148
6
Sosialurin
Sigur móti krabbameini
Krabbamein Hondbóltsdysturin týskvøldið í KÍ-høllini gjørdist ein rørandi løta og ein spennandi
dystur. Út móti 50.000 krónum komu inn til granskingina av bróstkrabba í Føroyum
Randi Jacobsen
Eini 400 fólk vóru til dystin
týskvøldið í Klaksvík millum
Stjørnuna og Kyndil.
– Tað er nógv, tá ið hugsað
verður um, at hetta var eitt
vanligt týskvøld, sigur venj
arin hjá Stjørnuni, Svein
Rógvi Nielsen.
Heilt vanligt var hetta
kvøldið tó ikki. Hetta var ein
reguligur dystur millum tvey
lið, men samstundis fóru
allar inntøkurnar til inn savn
ingina »Stuðlið bróstunum«,
og nógv fólk møttu fyri at
stuðla.
S t j ø r n u kv i n n u r n a r
spældu henda dystin í hvítum
troyggj um við búmerkinum
hjá innsavningini á. Kyndla
kvinnurnar spældu í sínum
vanligu býnum, men tær
høvdu allar kenda ljósareyða
bandið um armin.
– Hýrurin var heilt ótrú
ligur. Tað var ein stór og
rør andi løta. Øll høllin livdi
við og var eisini við uppá, at
hetta eisini var eitt stríð móti
bróstkrabba,
sigur
Heidi
Hvidbro, forkvinna í bólk
inum Bót til bata.
Dysturin var í sær sjálvum
eisini spennandi, tí bæði lið
ini stríddust. Ikki fyrr enn
móti endanum á dystinum
fór Stjørn an framum og vann
dystin.
Góður stuðul
Venjarin Svein Rógvi Nielsen
sigur, at hevði hetta verið ein
vanligur
hondbóltsdystur,
vildi hann mett, at einar 6.000
krónur vóru komnar inn í
sølu av atgongumerkjum.
Hetta tiltakið hevur fyribils
givið smáar 50.000 krónur.
Harav er ein stórur partur
gáv ur frá fyritøkum og ein
staklingum. Nógvir áskoð
arar lótu eisini meira enn
ásettu 70 krónurnar fyri at
gongu merkið. Kyndla kvinn
urnar møttu við 5.000 krónur
frá felagnum, og VÍF við 1.000
krónum. Summi fólk valdu at
stinga spælarunum pening i
hondina eftir dystin.
– Vit høvdu 100 av ljósa
reyðu bondunum at selja,
og tey vóru seld eftir minni
enn 10 minuttum, sigur Svein
Rógvi Nielsen.
Allur
peningurin
fer
óskerdur til granskingina
á Lands sjúkrahúsinum av
bróst krabba.
Svein Rógvi Nielsen letur
heilsa, at kontan í sam bandi
vi inn savngina er opin mán
aðin út, so høvi er fram vegis
at stuðla.
Stuðla Anniku
og stríðnum
Hugskotið um at hava dystin
sum eitt góðgerandi tiltak
fingu tær á Stjørnuni, tí
ein liðfelagi teirra, Annika
Karlsdóttir Ljósstein, hevur
fing ið staðfest bróstkrabba.
Við til takinum vildu tær bæði
stuðla Anniku og stríðnum
móti bróstkrabba.
Hýrurin var heilt
ótrú ligur. Tað var ein
stór og rør andi løta.
Øll høllin livdi við og
var eisini við uppá, at
hetta eisini var eitt
stríð móti bróstkrabba
Heidi HvidbRo, foRkv. í bólkinum bót til bata
Annika Karlsdóttir Ljósstein var við í KÍ-høllini og sá liðfelagar sínar i Stjørnuni vinna dystin, sum spældur var til frama fyri granskingina av bróstkrabba
Mynd: Álvur Haralsen