mikudagur 20. oktober 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148
Sosialurin
Rigmor Dam
Tað hevur í mong ár verið
sagt, at kvinnur javnan eiga
at kanna seg sjálvar fyri
bróstkrabba til tess at fanga
møguligar knyklar so tíðliga
sum gjørligt.
Tí hava vit kvinnur lært
at kanna okkum sjálvar eft ir
einum ávísum frymli fyri at
leita eftir knyklum í bróst
unum og undir hond unum.
Men nýggjar vísindaligar
kanningar, sum millum annað
Kræftens Bekæmpelse og
nýggja Krabbameinsætlanin
fyri Føroyar vísa til, prógva,
at sjálvskanningar hava ikki
við sær, at færri kvinnur
doyggja av bróstkrabba.
Hetta merkir ikki, at vit
skulu gevast við at kanna
okkum, men at vit í størri
mun eiga at halda eyga
við kroppinum og teimum
broyt ingum, sum koma fyri.
Og so at fara til læknan, um
vit koma fram á eitthvørt
óvæntað.
Screening hevur skund
Í kanningunum verður stað
fest, at í bróstkrabbamein
verður
uppdagað
við
mammo grafi
fyrri
enn
kvinn an sjálv merkir tað við
hond unum.
Mammografi, sum er ein
røntgenkanning av bróst
inum, kann ikki fyribyrgja
bróstkrabba,
men
kann
avdúka krabbamein á byrj
unar stigi, og hetta økir um
útlitini fyri, at sjúkan kann
lekjast.
Og serliga mammo grafi
screeningar, har allar kvinn
ur í einum ávísum aldurs
bólki verða innkallaðar til
kanningar,
fanga
nógvar
til burðir, sum kvinnurnar
ikki sjálvar merkja við fingr
unum.
Krabbameinsætlanin frá
2009 vísir til sjey umfatandi
kanningar,
har
omanfyri
ein hálv millión kvinnur
lut tóku. Kanningarnar stað
festu allar eina lækking í
deyðiligheitini av sjúkuni
upp á 25 prosent fyri tær
kvinn ur, sum vórðu bjóðaðar
screen ing. Deyðiligheitin fyri
kvinn urnar, sum so luttóku í
screen ingini, lækkaði við ein
um triðingi.
Screening í 2012
Í Krabbameinsætlanini fyri
Føroyar verður mælt til, at
íbúgvar í Føroyum eiga at fáa
somu screeningstilboð sum í
hinum Norðurlondunum, so
til ber at finna krabbamein
so tíðliga sum til ber.
Í hesum sambandi verð
ur mælt til, at vit í Føroyum
seta í verk regluliga mammo
grafiscreening av føroyskum
kvinnum í aldursbólkinum
50‐69 ár og so møguliga
seinni útbyggja skránna til
eis ini at umfata ein størri
aldurs bólk.
Føroya Felag móti Krabba
mein hevur í fleiri ár strongt
á fyri at fáa screening setta
í verk.
– Vit vóna, at Krabba
meins ætlanin fyri Føroyar
verð ur tikin í álvara, so
hetta verður veruleiki innan
leingi, sigur Jákup N. Olsen,
for maður í felagnum við
Sosialin.
At seta í verk screening
fyri bróstkrabba hevur eisini
ligið frammarlaga politiskt í
fleiri ár, men lítið er hent
higar til, annað enn føgur
orð.
Men nú tykjast útlit vera
fyri, at screening verð ur sett
í verk í 2012. Hetta er í øllum
førum tað, sum lands stýris
maðurin
í
Heilsumálum,
Aksel V. Johannesen, sigur
við Sosialin í morgun.
– Sambært krabbameins
ætlanini eigur screening at
verða sett í verk í 2012. Hetta
er tað, sum eg havi fest meg
við, og sum eg ætli mær at
gjøgnumføra, sigur hann við
blaðið.
Í fyrstu atløgu er ætlanin
at
seta
ein
arbeiðsbólk,
sum skal fyrireika bróst
krabbascreening í Føroyum.
Síðan er ætlanin at seta
screening í verk í 2012.
Eitt stig á leiðini
Í Krabbameinsætlanini frá
2009 varð eisini staðfest, at
tað er sera umráðandi at gera
íløgu í ein nýggjan talgildan
mammograf við nógv betri
myndagóðsku
og
lægri
strálu skamtum.
Her eru tíbetur glott ar at
hóma, nú nýggjur mammo
grafur til Landssjúkrahúsið
er ímillum íløgurnar í fíggj ar
lógaruppskotinum fyri 2011.
Mammografur er tól bún
aðurin, sum verður nýttur til
kanningar fyri bróstkrabba.
Núverandi mammografur er
knapt 20 ára gamal og sera
ótíðarhóskandi.
– Hóast tíðirnar ikki eru
av teimum bestu, er neyðugt
at raðfesta viðgerð og fyri
byrging av sjúku. Í fjør
bleiv Krabbameinsætlanin
handað, og eg fegnist um, at
vit við nýggja mammo graf
inum eru komin á mál við
tilmælunum um diagnostika
útgerð í ætlanini, segði lands
stýrismaðurin í sambandi við,
at mammografur varð settur
á uppskotið til fíggjarlóg.
Enda málið við nýggju tól
unum er at finna ábendingar
um
krabbameinssjúkur
so tíðl iga sum gjørligt, so
sann líkindi fyri at basa
sjúkuni gerast betri. Nýggi
CTskannarin, sum verður
keyptur í ár og MRskannarin,
sum varð latin sum gáva frá
Tryggingar felagnum Føroyar,
kunnu veita betri diagnostik
bæði av krabbameini og øðr
um sjúkum.
rigmor@sosialurin.fo
Visti tú?
9. hvør kvinna fær staðfest
bróstkrabba, og talið er hækkandi.
Um bróstkrabbi verður uppdagað
tíðliga, eru útlitini fyri grøðing góð.
Sjálvskanningar kunnu
geva falskan tryggleika
BróstkraBBi Reglulig sjálvs kanning av bróst unum ger ikki, at færri kvinn ur doyggja av bróst krabba.
Mammo grafi finnur har aftur ímóti krabba mein, áðrenn kvinnan sjálv finnur tað við hondunum
Verður húðin brádliga rukkut á einum stað,
kann hetta vera tekin um bróstkrabba.
Um húðin líkasum verður
hálað inn, kann tað vera
tekin um bróstkrabba.
Føroyskar kvinnur verða ikki
automatiskt innkallaðar til
mammografikanningar, eins og
í hinum Norðurlondunum. Tí er
umráðandi, at tú hevur eitt vakið eyga
við bróstunum og fert til læknan, um
tú varnast brótingar.
Øll bróst eru ymist. Tað, sum er
normalt fyri eina kvinnu, nýtist ikki at
vera tað hjá einari aðrari. Bróstið kann
eisini sýnast ella kennast ymiskt alt
eftir nær í mánaðinum, tú kannar tað,
og hvussu gomul tú ert.
Bróstkrabbi kemur sjálvdan fyri hjá
kvinnum, sum eru yngri enn 30 ár, og
allarflestu broytingarnar hava onki
upp á seg.
Far til
læknan um:
• Tú finnur ein knykil ella
eitt hovið øki á bróstinum
ella í armholuni
• Væta kemur úr vørtunum
• Um tú kennir broytingar í
bróstunum – til dømis um
húðin verður »hálað inn«
• Tú fært sár ella útslett
á vørturnar
• Um bruni kemur í bróstini
(reyð, heit og hovin)
Kelda: Kræftens Bekæmpelse
Halt eyga
við kroppinum