Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. oktober 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148 8 Sosialurin Áki Bertholdsen Uppskotið um at áleggja hoyri brekaðum eitt brúk­ ara gjald upp á 2000 krónur fyri hvørt hoyriapparat tey útvega, varð ikki samtykt í Løgtinginum í gjár, sum ætl­ að. Ætlanin hevur fingið harða mótstøðu, tí verður tað samtykt, fer tað at kosta einum hoyribrekaðum, sum skal hava hoyriapparat til bæði oyru, 4000 krónur og tað er ikki smávegis útreiðsla hjá pensjónistum, sum eru tey, sum mest hava brúk fyri hoyriapparati. Ein atfinning ímóti ætl­ anini er, at hon egingjaldið fyri hoyriapparat er ikki ásett eftir inntøkuni, so at tey, sum hava góða inntøku betala meir og tey við lágari inntøku, betala minni. Hans Pauli Strøm, løg­ tings maður, gjørdi greitt, at Javnaðarflokkurin kundi ikki góðtaka, at egingjaldið verður tað sama fyri øll og at tað sostatt ikki verður sett eftir inntøkuni. Tað hevði flokkurin langt síðani boðað frá og tí vildi hann hava, at Rósa Sam uel ­ sen legði uppskot fyri Løg­ tingið í seinasta lagið 1. mai um at egingjaldið skuldi vera eftir egingjaldið. Hetta er eisini tað, sum meirilutin í trivnaðar nevnd­ ini hjá Løgtinginum mælir til. Sparingin í vanda Landsstýriskvinnan í al­ manna málum staðfesti, at talan er um eitt spariuppskot burturav. Men skal tað inn­ tøkuregulerast, verður helst ongin sparing, tí tey flestu, sum hava brúk fyri hoyri­ apparati, eru pen sjón istar við lágari inntøku og sum sostatt lítið og onki skulu betala sjálvi. Hon er heldur ikki vís í, at hon klárar at koma við ein­ um uppskoti í vár um at inn­ tøkuregulera egingjaldið frá 1. mai, tí arbeiðsumstøður eru ikki til tað. Hon segði, at tað er um­ fat andi at gera egingjaldið inntøkuregulerað, tí spurn­ ingurin er, hvussu lág inn­ tøkan skal vera fyri at fáa full an stuðul og hvussu stuð ulin skal minkast eftir inn tøkuni. Spurningurin er eisini um stuðulin eisini skal umfata privatar hoyriklinikkir. Landsstýriskvinnan førdi eisini fram, at skal egin gjald á hoyriapparat, skal máls­ økið helst leggjast undir Al manna stovuni og so skal audio logur fylgja við yvir á Almanna stovuna, sam­ stundis sum oyra læknin er á Landssjúkrahúsinum. – Og so eru vit í teirri óhepnu støðu, at vald og gjald ikki fylgjast, legði hon afturat. Men hon helt eisini, at tað er skeivt at taka hoyriapparat burtur úr allari rúgvuni av hjálpartólum og leggja hoyri­ gjald á tey. Ein fortreyt Tað hevði verið rættari at tik­ ið øll hjálpartól und ir einum, segði Rósa Samuelsen. Tí heldur hon, at tíðin stutt at finna eina politisku semju. Men tað, hon stúrir mest fyri, er, at hon klárar ikki at halda játtanina á fíggjar lóg­ ini. Hon vísti eisini á, at ein fortreyt fyri at halda játt an­ ina á fíggjarlógini, er, at upp­ skotið verður samtykt sum tað liggur –altso utt an at egingjaldið verður inn tøku­ regulerað. Skal egingjaldið til hoyri apparat hinvegin inn­ tøkuøregulerast, skulu spar­ ingar finnast aðrastaðni og tað sær hon ongar møgu­ leikar fyri Niðurstøðan var, at Løg­ tingið kom ongantíð til at atkvøða um málið. Tvørtur ímóti varð tað beint aftur í trivnaðarnevndina til víðari viðgerð. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Hevði tað gingið sum ætlað, hevði umhvarvið av einum luksusotelli í 10 hæddum og einum upplivingardepli í milliardklassanum, verið týðiligt á luftini uppi á Hálsi í Havn. Men so kom stígur í bú­ skapin og nú er alt lagt í skuff­ una til tíðirnar batna aftur. Tað var í jólamánaðinum í 2007, at Mads Andreas Winther, stjóri í Miðlon, greiddi Sosialinum frá um sín ari framsjón um økið rund an um Miðlon. Eftir ætlanini, sum hann nevndi Miðlendið, skuldi tað longu vera fyri ein um ár síðani at fyrsti spak in skuldi setast í til at byggja eitt luksushotell og upplivingadepli við hent leik­ um av øllum handa slagi. Men sum so mangur ann­ ar má hann staðfesta, at kreppan, sum kom, endavendi øllum og nú dugir hann ikki at siga, nær ætlanin verður veruleiki. Men hann leggur kortini dent á, at hann hevur ikki slept ætlanini. – Tað hevur ikki gingið eftir vild og nú mugu vit ásanna, at hetta er ikki akku­ rát rætta tíðin at fara undir so stóra ætlan, sigur hann við Sosialin. – Vit halda framvegis, at hetta er ein góð ætlan og vit trúgva framvegis upp á hana. Vit hava bara lagt hana í skuffuna og nú bíða vit eftir, at tíðin er búgvin at taka hana framaftur, sigur Mads Andreas Winther. – Nær tað kann vera, hevur hann onga hóming av, tí tað veldst um, nær tíðirnar venda aftur. Men hann heldur, at tað kann vera, at tað ikki verður fyrrenn einaferð næsta ár, áðrenn ætlanin um Miðlendi verður tikin upp aftur úr skuff uni. Hann leggur afturat, at av tí, at teir hava lagt ætlanina á hillina fyribils, hava tey heldur onki gjørt fyri at út­ vega fígging til íløguna, sum helst kemur upp í milli ard­ klassan. aki@sosialurin.fo Hoyribrekað sleppa við skrekkinum EGINGJALD Hoyribrekað sleppa undan egingjaldið fyri hoyritól – í hvussu so er í fyrstu syftu Hetta er eitt spari­ tiltak burturav Egin­ gjald setir sparingina í vanda Luksushotell og upplivingardepil Ásannast má, at Mads Andreas Winther, hugsaði stórt, tá ið hann fyri trimum árum síðani greiddi Sosialinum frá ætlanunum, hann hevði fyri økinum uppi á Hálsi í Havn. Í 2012 skuldi økið verða bygt við einum 40 metra høgum luksushotelli í 10 hæddum og og einum upplivingardepli við svimjihøll, venjingarmiðstøð, vælverumiðstøð, bowlinghøll, matstovum, biografi, leikalandi til børnini og handlum í hópatali. Og alt samalt skuldi verða samanbundið við eini innandura gongugøtu fyri at tað skuldi bera til at ferðast turrskøddur ímillum allar hentleikarnar. Miðdepilin í øllum skuldi verða eitt torg við trøðum og plantum og stórum glasveggjum. Í bÍðIstøðu Mads Andreas Winther var vónríkur, tá ið hann fyri trimum árum síðani greiddi Sosialinum frá risaverkætlan síni uppi á Hálsi í Havn, men síðani er nógv broytt og nú bíðar hann Dreymurin bíðar eftir betri tíðum MIðLENDIð Dreymurin hjá Mads Andreas Winther um at byggja luksushotel og ein slóðbrótandi upplivingardepil í Havn, er fyribils lagdur í skuffuna