mikudagur 20. oktober 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148
Sosialurin
Leo Poulsen
Fjórða árið á rað eru Føroyar
við
í
europeiska
gjalds
indeksinum
hjá
Intrum,
men meðan vit lógu á einum
rímiligum indeksi á 140 tvey
tey fyrstu árini, gjørdi Før
oyar eitt lop í fjør upp á 146.
Í ár eru Føroyar eisini
kvinkaðar eitt vet skeiva
vegin, upp á 147.
Gjaldsindeksið umfatar 26
lond í Europa, og tað tykist,
sum mentanin í heitaru londu
num gongur meiri tann vegin,
at fólk taka rímiliga lætt upp
á gjaldan av rokningum.
Vánaligastu gjaldararnir
eru at finna í londum sum
Portugal, Spania, Italia, Grikka
landi og Kypros. Frægast
stendur til í Norðurlondum,
har Finnland skarar framúr.
Felags fyri so at siga øll
lond er tó, at indeksið er
farið skeiva vegin seinasta
árið. Bert nøkur fá lond
hava megnað at halda stand,
men tey allarflestu eru farin
longur upp eftir stiganum.
Eitt annað, sum sermerkir
gjaldsindeksið fyri 2010 er, at
fyritøkurnar staðfesta størri
tap enn árini frammanundan.
Meðan Finnland og Svøríki
hildu seg á tapum undir 2%
í 2009, eru staðfestu tapini í
2010 frá 2% og til omanfyri
3% av útistandandi.
Í triðbesta bólki
Finnland er tað landið í
Europa, har gjaldsvágin er
lægstur, og Finnland er sam
stundis einasta landið, sum
framvegis er í besta bólki
num. Svøríki var, men teir eru
dotnir niður í næstbesta bólk
in eftir at svenskar fyritøkur
í ár hava staðfest størri tap
enn árini framman undan.
Í
næstbesta
bólkinum
finna vit tískil nú Svøríki,
sum
saman
við
Noregi,
Danmark og Íslandi liggja
væl fyri sum ábyrgdarfullar
tjóðir, tá tað ræður um at
rinda sínar rokningar.
Í triðbesta bólkinum finna
vit so Føroyar, sum við sínum
gjaldsindeksi á 147 liggja
ájavnt við Sveits og Írland.
Tað eru serliga tríggir
faktorar, ið ávirka gjalds
indeksið í einum landi, og
tað er búskaparliga støðan,
lógarverkið og mentanin. Og
serliga hetta seinasta ger seg
galdandi í heitaru londunum,
tí mest sum øll lond merkja
til fíggjarligu kreppuna so
ella so.
Í Føroyum heldur gjalds
indeksið stand, tó at tað
kvinkaði eitt vet skeiva vegin
frá 2009 til 2010.
Leo Poulsen
Russiski leikrithøvundurin,
Anton Tjekhov, sigst at vera
størsti høvundur í heiminum
næst eftir William Shake
speare, og tí ein dreymur
hjá øllum sjónleikarum at
framføra.
Umframt verk av styttri
og longri slag hevur Tjekhov
skrivað fýra sjónleikir, Másin,
Djadja Vanja, Tríggjar systrar
og so Kirsiberjagarðurin, sum
Tjóðpallur Føroya nú hevur
vant í skjótt sjey vikur.
Leikgongdin er í stuttum
henda:
Ljuba Andrejevna, sum
eigur góðsið við tí ómetaliga
vakra kirsuberjagarðinum,
kemur heim eftir at hava
verið uttanlands í fimm ár.
Bróður hennara Leonid og
stjúkdóttirin
Varya
hava
roynt at hildið góðsinum
flótandi hesa tíðina, men nú
sær út til at garðurin skal á
tvingsilssølu. Forrættnings
maðurin Lopakhin roynir at
yvirtala tey til at útstykkja
garðin til summarhús, og
soleiðis ofra tann vakra
garðin, men bjarga sær pen
ingaliga. Hesum er Ljuba
sterkt ímóti, hon vil hava
Kirsiberjagarðin at standa
sum hann altíð hevur gjørt,
men hon hevur einki boð
uppá
hvussu
trupulleik
arnir kunnu loysast. Og
meðan tey øll halda fram at
brúka pengar og vóna at ein
loysn fer at koma, nærkast
tvingsilssølan í heilum.
Nógvir leikarar
Tjekhov er altíð ein stór
avbjóðing hjá einum og
hvørjum leikara og leikstjóra,
og her verður ikki talan um
eina traditionella, klassiska
uppseting, men um eina
modernaða tulking. Persónar
nir í leikinum halda lívið vera
eina langa veitslu, og tað sæst
aftur í sýningini. Salurin á
Meiarínum verður brúktur
á heilt sermerktan hátt, og
leikstjórin lovar eitt satt
fýrverk av eini uppliving.
Leikstjórin, Guðjón Peder
sen, setti upp “Aftaná Undrið”
eftir Jóanes Nielsen í fjør.
Eisini tá gjørdi Elin Edda
Árnadóttir búnar, og aftur
at teimum er komin Finnur
Arnar Arnarson sum ger
pallmyndina. Árni Baldvins
son stendur fyri ljósið og
André Niclasen hevur týtt
leikin úr russiskum.
Ikki færri enn tólv leikarar
eru við, og verður hetta
sostatt størsta uppseting
higartil á Gamla Meiarínum.
Leikarar eru Birita Mohr,
Barbara
Christophersen,
Katarina Nolsøe, Súsanna
Tórgarð, Mariann Hansen,
Bárður Persson, Hans Tór
garð, Páll Danielsen, Egi
Dam, Kári Øster, Hjálmar E.
Dam og Kjartan Hansen, ið
hevur nomið sær sjónleikara
útbúgving í Luleå í Svøríki
og leikar fyrstu ferð á
Tjóðpallinum.
Gjaldsindeksið kvinkar skeiva vegin
Fríggjadagin kunngjørdi Intrum Føroyar gjaldsindeksið fyri 2010 og tað vísir, at
Føroyar kvinka skeiva vegin – men tað gera flestu onnur lond eisini
Jákup Bech Jensen, stjóri á Intrum Føroyar, greiðir frá um gjaldsindeksið 2010
Klassikari á Tjóðpallinum
Heilir 12 leikarar fara leygarkvøldið á pall í Tjóðpalli Førya, tá klassikarin eftir Tjekhov, Kirsiberjagarðurin,
verður frumsýndur. Tað er kendi íslendski leikstjórin, Guðjón Pedersen, ið leikstjórnar
Sum eitt yvirraskandi íkast bakkar eitt Suzuki rugbreyð knappliga inn á pallin, og tað er
næstan sum mjølið í krukkuni, at leikararnir blíva við at tøma alskyns viðføri úr tí
Mynd: Álvur Haraldsen
Frumsýning verður
á Tjóðpalli Føroya
leygardagin kl. 19