Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. oktober 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148 10 Sosialurin Søgu liga lítil kvota av svart­ kjafti AVTALA Føroyska svart­ kjafta kvotan, sum í ár er 129.847 tons, verður í 2011 bert 9.642 tons Vilmund Jacobsen Strandarlondini, Føroyar, Ísland, Noreg og ES, komu í gjár ásamt um at áseta heildarkvotuna av svartkjafti fyri 2011 til 36.908 tons. Andras Kristiansen, sum var við í samráðingunum í London, sigur, at avgerðin er grundað á semjuna um langtíðarumsiting av svartkjaftastovninum frá 2008. – Talan er um eina stóra lækking í heildarkvotu samanborið við undanfarin ár, ásannar hann. Altjóða Havgranskingarstovnurin ICES hevur í síni stovnsmeting og sínum tilmæli víst á, at svartkjaftastovnurin hevur verið fyri stórari aftur­ gongd seinastu árini. – Tilgongdin til stovnin hevur svikið fleiri ár á rað. Hesi viðurskifti hava gjørt, at tilmælið frá ICES er at halda munandi aftur í fiskiskapinum. Andras Kristiansen sigur, at semjan um lang­ tíðar umsiting av svartkjaftastovninum ásetir, at tá gýtingarstovnurin er undir 1,5 miljónir tons, skal veiðitrýstið ikki vera størri enn 4,4% av vaksna stovninum. – Svartkjaftastovnurin er við árslok 2010 mettur at vera um 800.000 tons. Samsvarandi hesum viður skiftum eru strandarlondini komin ásamt um heildarkvotuna fyri 2011. Kvotan fyri 2011 skal samanberast við heildarkvotuna fyri 2010, sum var 497.022 tons. Føroyska kvotan í 2011 verður 9.642 tons. Í ár var kvotan 129.847 tons, sigur Andrass Krist­ iansen. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Samtak heldur ikki nógv um fíggjarlógaruppskotið fyri 2011, sum í løtuni liggur í fíggjarnevnd løgtingsins. Sonja J. Jógvansdóttir, sam skipari í Samtaki, sigur, at eitt, sum týðiliga sæst í hesum uppskoti, er, at fyri­ tíðarpensjónistar fara at gerast fátækari komandi ár, um uppskotið verður samtykt. – Men tað verða ikki bara fyri tíðarpensjónistar, sum fara at gerast fátækari, men ein stórur partur av Føroya fólki. Tað fer at gerast dýrari av liva við eitt nú dýrari olju og dýrari mjólk, samstundis sum ymiskar skipanir, sum í dag eru galdandi, verða avtiknar – ella gerast verri fyri borgaran, sigur hon. Avtaka javning Sonja J. Jógvansdóttir vísir á, at vanligt hevur verið, at fyritíðarpensjónir eins og aðrar veitingar frá tí almenna hava verið javnaðar við 4% um árið, soleiðis at veitingarnar so nøkulunda kundu fylgja prís­ og lønar­ vøkstri í landinum. – Men fyri at spara sam­ tykti samgongan fyri einum ári síðani at lækka javningina niður í 3%, og í ár hevur lands stýrið lagt uppskot fram um at avtaka javningina av fyritíðarpensjón og ymiskum øðrum veitingum ­ Almannalóggávan er ótíðarhóskandi og tryggjar ikki fólki, at tey hava nóg mikið til ein innihaldsríkan gerandisdag fyri alla familjuna. Hetta má og skal broytast, so at liviligt verður aftur í Føroyum – líkamikið, um fólk í styttri ella longri tíðarskeið fáa veitingar frá tí almenna, sigur Sonja J. Jógvansdóttir, samskipari av Samtaki Gjógvin millum rík og fátøk gerst djúpari og djúpari - Uppskotið um at avtaka javningina av fyritíðarpensjónini og øðrum veitingum er við til at gera Føroyar til eitt samfelag, har gjógvin millum tey, sum hava og tey sum ikki hava, gerst størri og størri, sigur Sonja J. Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki