mikudagur 20. oktober 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148
18
Sosialurin
FAROEXPO 2010
Almenna ráðstevnan
í ár hevur heitið "Lønandi Fiskivinna" og verður hildin í Løkshøll. Evnið er sera viðkomandi í hesum
døgum, har nógvar hugleiðingar og meiningar eru frammi um, hvussu føroyska høvuðsvinnan
skal skipast frameftir, og hvussu mest fæst burturúr vinnuni. Ráðstevnan verður komandi
mikudag, og byrjar við at borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasmussen setir stevnuna. Síðani fer
Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni at halda fyrilestur um evnið “Fiskivinna - nytta
ella ónytta?”, og eftir hann Pól Huus Sólstein, stjóri á Atlantic Pelagic sum fer at tosa um evnið
“Virkisskipan á tí, sum verður fiskað”. Eftir ein steðg sleppur samfelagsfrøðingurin, politikkarin og
skemtarin Sjúrður Skaale til mikrofonina, har hann skal halda hin skeiva fyrilesturin. Eftir hann
fer fiskivinnufrøðingurin, Atli Gregersen at viðgera evnið ið hann kallar “Optimalt veiðitrýst”.
Ráðstevnan endar kl. 16:30. (Myndin er frá FAROEXPO 2009).
Orð&myndir: Snorri Brend
Glyvrar: – Vit liva ikki leingi av at
plússa hvørjum øðrum, sigur Hans
Petur, ið siglir sum maskinmaður
við føroyska sandbátinum »Hav-
tindur « í norskum sjógvi.
Hann hevur nógvar royndir
á sjónum, og er púra sannførdur
um tann týdning sum fiskivinnan
hevur havt, og framvegis hevur fyri
føroyska samfelagið.
– Eg haldi, at ein alt ov ofta tosar
forbí hvønn annan. Vit sum sigla
kunnu sjálvandi vera ósamdir við
serfrøðingarnar, men tað er viktugt
at vísa á, at fiskivinnan er til stóra
nyttu fyri samfelagið.
Mikudagin í farnu viku var
hann farin sær ein túr oman í 26
fót stóra glasfipurbátin, ið liggur í
bátahylinum á Glyvrum. Men hann
gevur sær kortini tíð til eitt stutt
prát um føroysku fiskivinnuna.
– Vit liva ikki av kontórum, sigur
hann við einum brosi. – Tey skulu
sjálvandi til, men tá tann staburin
gerst ov stórur, so koppar alt. Og
tað er júst tað sum er hent her hjá
okkum.
– Tí er støðan sum hon er, slær
hann fast.
Inntøka
Hans Petur hevur í síni tíð verið
nógv á sjónum. Og tað er hann
fram vegis, bæði her heima og í
norsk um sjógvi.
Hann hevur í sínum 66 ára langa
lívið verið við nógvum ymiskum
sløgum av bátum og skipum. Og
sjálvur dámar honum sera væl at
fara á flot við báti sínum, Sigatindur,
tá hann er heima millum túrarnar.
Í løtuni siglir Hans Petur sum
maskinmaður við einum norskum
báti. Og hann er langt frá tann
ein asti føroyingurin, sum fær
sína dagligu inntøku við norskum
skipum.
– Hetta fáa vit staðfest so javn-
an. Tí tað er ein øgilig rúgva av før-
oyingum sum arbeiða bæði á sjógvi
og landi í Noregi.
– Tú hoyrir skipini rópa á havn-
irnar haryviri. Tá er tað rættiliga
ofta, at ein føroyingur er á brúnni.
Og tú kanst vera vísur í, at nógvir
føroyingar eisini eru at finna niðri
í maskinrúminum, slær Hans Petur
fast.
Ein nytta
Á vinnustevnuni FAROEXPO í
næstu viku fer ein annar maður
hiðani úr kommununi, nevniliga
fiskivinnufrøðingurin Petur Stein-
grund at halda ein fyrilestur um
eitt av sínum hjartamálum.
Spurningurin, sum hann hevur
fingið at viðgera er, um fiskivinnan
er ein nytta ella um hon er ein
ónytta. Hetta er ein spurningur
sum uttan iva hevur stóran áhuga
millum fólk á landi og millum tey
sum hava sjógvin sum livibreyð.
Hans Petur er sjálvandi eisini
áhugaður í hesum spurninginum,
hóast hansara inngangsvinkul utt-
an iva er heldur øðrvísi enn tann
hjá serfrøðinginum. Tí, sum hann
sigur: – Eg skilji als ikki handa
spurn ingin!
Fyri hann er eingin ivi um, at um
einki verður framleitt, ja, so koyrir
peningurin bara í ring, og einki nýtt
kemur inn.
– Í míni verð má ein framleiða
nak að fyri at fáa avlop.
Øvundsjúka
Hóast Hans Petur hevur havt sítt lív
á sjónum, so dugir hann eisini væl
at síggja, at vinnan á landi má laga
seg til umstøðurnar og veruleikan.
Útróðrarmaðurin úr Rituvík
legði sær væl í geyma orðini frá
sjálv um
landsbankastjóranum,
Sigurd Poulsen sum hevur sagt,
at vit kunnu klára okkum uttan
fiskivinnuna í eini trý ár.
Løgmaður, Kaj Leo Johannesen
var somuleiðis frammi í norskum
miðlum og segði, at føroyska flaka-
vinnan ikki var trimmað til av-
bjóðingarnar í dag, og fekk tí heldur
ikki skapt tey neyðugu virðini.
Hansara spádómur var, at um
ein trý ár var einki flakavirki her
á landi, tí tann fíggjarliga støðan
var so út av lagi vánalig. Framtíðin
verður, at rávøran verður arbeidd
umborð á skipunum, segði altso
løgmaður.
– Tað er púra sikkurt, at vit mugu
fara yvir til tað, har vit fáa mest
burturúr. So má ein bara finna útav,
hvat vit so skulu brúka øll fólkini í
fiskivinnuni til, vísir Hans Petur á.
Ein máti er at fáa í lag fleiri ymisk
sløg av framleiðslum, men tað er
mangan so, vísir hann á, at fólk
klandrast so illa og at øvundsjúkan
mangan tekur tað seinasta.
– Hvussu ofta hava vit ikki upp-
livað tað, at onkur fær eitt gott
hug skot til framleiðslu og sum
viðkomandi síðani fremur í verki, -
og eisini fær at bera seg fíggjarliga.
– Men tá eru tað beinanvegin
onnur sum partú skulu gera tað
sama, ístaðin fyri lata henda fáa
frið at gera tað sum hann er góður
til.
Effektiv
Hans Petur hevur frá ungum árum
av havt við skip og bátar at gera. Og
fyri hann – og teir gomlu – ráddi um,
at fáa tað at mala runt fíggjarliga.
– Tað var bara soleiðis tá, at um
ein fekk tað at ganga, so var tað fínt.
Um tað ikki gekk, ja, so mátti ein
bara lukka alt niður. Nú eksisterar
tann hugsanin ikki longur.
– Í dag er tað heldur so, at ein
skal lofta øllum ið hevur ilt við at
bera seg. So er spurningurin um tað
er tað rætta. Men tað eru sjálvandi
nógvar meiningar um tað, vísir
Hans Petur á.
Hóast hesi útlitini, er hann ikki
í iva um, at vit mugu hava skip. Eitt
skifti arbeiddi hann á landi sum
»heimahjálp« hjá skipunum.
– Fyrr var tað so, at skipini komu
inn at landa ein dag, tóku ís umborð,
bunkraðu olju og riggaðu til tann
næsta dagin, og fóru so avstað aftur
tann triðja dagin.
– Tey lógu altíð inni hálvttriðja
døgn ella so, men í dag er øðrvísi.
Nú koma tey inn at landa kl. 8 og
fara avstað aftur longu kl. 4, næstan
óansæð hvussu veðrið er. So tú
sært, at effektiviteturin er blivin so
nógvar ferðir størri.
snorri@sosialurin.fo
Vit liva ikki
av kontórum
FISKIVINNA – Eg haldi, at tað er gott at man viðger fiskivinnuna og spyr, um hvønn týdning hon
hevur. Men eg skilji ikki, at man yvirhøvur kann seta spurnartekin við, um nøkur nytta er í fiskivinnuni,
sigur 66 ára gamli Hans Petur Hansen úr Rituvík. Eftir hansara meting kann fiskivinnan aldrin gerast
ein útreiðsla ella ónytta fyri samfelagið. – Eg meini so við, - tað er jú fiskivinnuni vit liva av.
Tað var bara soleiðis tá, at
um ein fekk tað at ganga,
so var tað fínt. Um tað ikki
gekk, ja, so mátti ein bara
lukka alt niður. Nú eksisterar
tann hugsanin ikki longur
Tað er púra sikkurt, at vit
mugu fara yvir til tað, har
vit fáa mest burturúr. So má
ein bara finna útav, hvat vit
so skulu brúka øll fólkini í
fiskivinnuni til