Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. oktober 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148 Sosialurin FAROEXPO 2010 – Petur er góður Hans Petur Hansen siglir við sandbáti í norskum sjógvi. Her er skipanin, at teir eru úti í seks vikur og heima í seks. Nú ið almenna ráðstevnan á FAROEXPO stendur fyri framman, hevur hann sæð, at fiskivinnufrøðingurin Pet ur Steingrund skal halda ein fyrilestur. – Mær dámar væl Stein­ grund. Hann hevur eina øti liga vitan, og hann er sera interessantur at lurta eftir, hóast vit ikki altíð eru samdir. – Men liggur tað fyri, so vildi eg fegin hoyrt hansara meining, um fiskivinnan er ein nytta ella ónytta. Eg havi so mína meining um tað, sigur Hans Petur avgjørdur. Partenariat­konseptið er ein háttur at knýta viðkomandi sambond. Her fær tann einstaki luttakarin ella fyritøkan, eitt heilt serligt høvi at marknaðarføra sína fyritøku mótvegis fyritøkum úr Føroyum og útlandinum. Eitt sum sermerkir eitt slíkt Partenariat er, at talan er um eitt lukkað forum, t.v.s. at bert tilmeldaðir luttakarar hava atgongd. Partenariatið setir fokus á fyritøkur innan ymiskar vinnugreinar. Ein profilur av luttakandi fyritøkunum verður lagdur á heimasíðuna hjá FAROEXPO, og sæst hesin bert av teimum fyritøkunum, ið hava meldað til. Tá meldað verður til, fær luttakarin eitt loggin og harvið møguleikan til at bíleggja fundir við aðrar luttakarar. GRUNDARLAGIÐ Hans Petur Hansen hevur siglt bæði við línubáti, trolara og sandbáti. Fyri hann er eingin ivi um tann týdning sum fiskivinnan hevur fyri føroyska samfelagið. – Vit liva jú av fiskivinnuni, slær hann fast Fýra fram sýningar í Orkis Í ár verður møguligt at síggja ikki minni enn 4 framsýningar í Orkis. Tað eru millum onnur Hovshjúnini Irene og Hans Jørgen Remmer sum saman sýna myndir frá seinnu árunum. Irene hevur málað blómur og bløð frá ungum árum, tá hon arbeiddi á Kongaligu Postalínsfabrikkini í Keypmannahavn. Hans Jørgen sýnir her akvarellir og prent – landsløg og seyðamyndir. Katja Dyhr Remmer vísir eisini fram prýðislutir. Hon er 33 ára gomul er uppvaksin í Svøriki og býr á Leynum. Erla Olsen sýnir eisini fram í Orkis.