mikudagur 20. oktober 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148
20
Sosialurin
FAROEXPO 2010
Kula røtur
í 10 ár
KONSERT Stórar barna- og familju-
konsertir verða í Løkshøll 30. oktober
Runavík: Nú fer lokið av sangskríninum við gomlum og kulum
sangum, og við ungum vøkrum dreymum!
Leygardagin 30. oktober, bæði klokkan 14 og klokkan 17
verður stór barna- og familjukonsert í Løkshøll við góðum
gomlum og nýggjum frískum kulum rótum.
Hóast tíð enn er til tiltakið verður, er longu greitt, at næstan
øll verða har: Omman, Abbabeiggi, Kingoson, Grønir menn frá
Pluto, Bilurin hjá okkum, Karin, Jógvan Hansen, Lív Næs, 10
bibbur, Beinir, Rakul Ró og barnakór.
Stuttligir klovnar fara eisini at undirhalda, eins og ungt
talent framførir Michael Jackson dans.
Atongumerkini fáast longu til keyps á www.nlh.fo, í Norður-
landa húsinum og á Kunningarstovunum í Runavík, Fuglafirði,
Klaksvík og Tórshavn.
Kostnaðurin er 85 kr. í forsølu, og 100 kr. við dyrnar.
Snorri Brend
Runavík: – Hetta verður ein dagur
við lívligari mentan og litríkari list
av øllum slagi, siga fyrireikararnir
av hesum tiltakinum.
Ætlanin er, at handlar, søvn,
ment anarhús, listaframsýningar,
mat støð og gistingarhús og annað
fara at hava opið til midnátt.
Her verður skipað soleiðis fyri,
at tann einstaki handilin fer at hava
okkurt serstakt at bjóða teimum
vitjandi - bæði við góðum tilboðum,
men eisini við onkrari spennandi
kapping.
Løkshøll verður sjálvandi eisini
ein týðandi miðdepil hetta kvøldið.
Her verður ein stór konsert við
tónleikahugaðum klaksvíkingum -
Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen
úr Frændur og Jógvan Hansen.
FM í Jolly
Hetta serstaka tiltakið TRUMFA
er partur av teim mongu og fjøl-
broyttu tiltøkunum, sum fara at
ser merkja Runavíkina í komandi
viku – FAROEXPO, ráðstevna og
Mentanarvika.
Millum hesi kann nevnast tann
heldur øðrvísi kappingin, sum
verður í kiosk Vár. Her verður
nevniliga møguleiki at gerast FM-
vinnari í Jolly-drekking. Her ræður
um at drekka 0,25 cl uppá tí, og so er
vinningurin eitt steyp og ein kassi
av Jolly til trý tey skjótastu.
Henda dagin verður eisini møgu-
ligt at keypa sær eina serstaka
mentanar-køku, og aðrastaðni verð-
ur bowling-kapping við Nintendo
WII. Og helst verður okkurt annað
spennandi eisini á skránni.
Annars hava allir handlarnir
serlig tilboð, framsýningar og ann-
að spennandi á skránni, soleiðis at
okkurt verður hjá øllum at fara til.
Trumfa fær
býin at kóka
MENTAN Fríggjakvøldið 29. oktober er ætlanin at
fáa alla Runavíkina at kóka. Hetta skal gerast við
einum megnartiltaki, ið tey nevna TRUMFA
KULT
10 ár eru liðin síðani Kular Røtur byrjaðu.
Nú verða tey aftur at hoyra
Høganes 125 ár
Nú sluppin Høganes er vorðin 125 ár, hevur nevndin í Felagnum Høganes avgjørt, at halda
eina kvøldsetu í Løkshøll. Endamálið við felagnum er at byggja eitt savn – eitt vitjunarvert
stað fyri ferðafólk á Skálafjørðinum. Á tiltakinum mánakvøldið er Gunnar Nolsø orðstýrari
og fer samstundis at leggja upp til kjak. Dánjal Petur Højgaard, formaður í felagnum, fer at
tosa um Felagið Høganes sum hevur virkað í 26 ár. Harumframt fer Hans í Líðini at greiða frá
sínum royndin og arbeiði við sluppuni Jóhannu úr Vági. Tónleikarin og tónasmiðurin, Johan
Mortensen, fer at undirhalda við harmonikutónleiki. Aftaná er Café Løkshøll opin og møguleiki
verður at keypa eina t-shirt við tekning av Óla P. Høganes er í dag einasta skip av sínum slag í
Evropa. Í hesum sambandi fer Albert Isfeld at tosa um friðing og týdning av at varðveita m.a.
skip, bygningar og umráði. Atgongumerki á 50 kr. eru at fáa við dyrnar.
Serstøk
konsert og
fløguútgáva
Eitt eyðkenni fyri Runavík er
tann stóri áhugin fyri tónleiki
millum manna. Í komandi viku fer
tónleikurin eisini at seta sín dám á
tiltøkini og gerandislívið í býnum.
Á
konsertunum
vikuskiftini
29. og 30. oktober verða bæði
Kular Røtur, Frændur, Millum
Frændur, Jógvan Hansen, Steintór
Rasmussen og aðrir góðir sangarar
og tónleikarar úr Klaksvík at hoyra
og síggja.
Í næstu viku kemur eisini nýggj
fløga á marknaðin við bólkinum
Kular Røtur. Her er talan um 10
nýggjar sangir, sum eisini verða at
hoyra á konsertunum.
Tað er nøkur ár síðani bólkurin
Millum Frændur var at hoyra á eini
konsert. Nú verður høvið aftur til
hetta, men sum skilst er ikki vist,
at teir í hesum bólkinum fara at
framføra so ofta saman aftrat.