Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. oktober 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148 22 Sosialurin FAROEXPO 2010 Fimm flugur í Kvinnu felagshúsinum Tær fimm damurnar í handverkssamtakinum ”Fimm feitar flugur” seldu lutir ymsastaðni um jólini í fjør. Í samband við Mentanarvikuna vísa tær fram í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum. Kreativu sálirnar aftanfyri ”Fimm feitar flugur” eru Mikkalina Norðberg við Rabarbuglas, Jórunn Dánialsdóttir, Lív Dam, Erla Matras Jensen og Durita Dam (myndin). Tær hava framleitt alt millum himmal og jørð til framsýningina. Har eru glaslutir, taskur, húgvur, teppi, pútur, myndir, gávu- og prýðislutir, smúkkur og nógv, nógv annað úr so ymiskum tilfari sum ull og spreki, beini og glasi, gróti og toyi, perlum og lørift. Framsýningin er opin fríggjadag 29. oktober kl. 15-21 og leygardag 30. oktober kl. 11-18. Kaffisøla verður í húsinum meðan framsýningin er. VINNUSTEVNA Um onkur helt, at vinnulívið aftrar seg við at luttaka á eini føroyskari vinnustevnu í hesum fíggjarligu trongu tíðum, so fer viðkomandi skeivur. - Nei, tað er heldur hinvegin, sigur Rannvá Troest, sum er ein av samskiparunum av FAROEXPO. - Áhugin er nógv størri, enn vit høvdu roknað við. Orð & mynd: Snorri Brend Runavík: – Vit høvdu sett nøsina upp ímóti 60 luttakarum. Men vit verða faktisk 70 – tað eru 15 fleiri enn í fjør! Tað er nógv at gera her á skriv- stovuni hjá Virkisráðgeving í Sal- tangará. Nógv skjøl liggja á borð- inum, telefonin ringir í heilum og tað merkist ein ávísur spenningur í hølunum. Nú er av álvara farið at nærkast til stóru vinnustevnuna FAROEXPO, sum verður í komandi viku. Tey seinastu tingini skulu fáast uppá pláss, tí nógvir smálutir skapa ta stóru ráðstevnuna við teimum 70 luttakarunum. Líkt er til, at tað arbeiðið sum hevur verið gjørt síðani 2005 er við at bera ávøkstur. Í dag er FAROEXPO ein vinnustevna sum spyrst bæði í Føroyum og í granna- londum okkara. Í ár fara nevniliga 70 fyritøkur at taka lut. Av teimum eru tær 50 úr Føroyum, meðan 20 eru út- lendskar. – Tað vísir seg, at hóast kreppa er kring allan heimin, so ynskja fyritøkurnar at satsa, kanska ongatíð so nógv sum júst í dag. – Hetta ger so aftur tað, at áhugin fyri vinnustevnuni er vorðin so stórur. Nú byrjar tað at líkjast tí, sum vit av fyrstu tíð ætlaðu við FAROEXPO, vísir Rannvá Troest á. Stevna saman Tað eru sjálvandi mong heiti ið ein kann geva eini so stórari og fjølbroyttari stevnu sum hesari. Eitt orð sum »ráðstevna« er helst ikki nøktandi. Heldur ikki orðini framsýning ella stevna. Fyrireikararnir hava tí valt eitt heilt annað og betri orð, og sum á mangan hátt eisini dekkar innihaldið og endamálið. Orðið er: Vinnustevna. Í ár verður henda vinnustevnan fyriskipað á sætta sinni. Og sigast kann, at undirtøkan fyri henni bara er vaksin ár undan ári. Tað byrjaði við eini minni ráð- stevnu á 2005, tá Eysturoyar Vinnu- lívsfelag, saman við Runavíkar kommunu, legði lunnar undir hetta tiltakið. Somu fyritøkur FAROEXPO byrjaði í smáum, men hevur í dag ment seg til almikið, til at vera eitt stórt og profesjonelt tiltak, – ja, eitt tiltak sum tær ym- Vit høvdu sett nøsina upp ímóti 60 luttakarum. Men vit verða faktisk 70 - 15 fleiri enn í fjør Hugskot úr Stavanger Hugskotið til FAROEXPO er komið úr stóru norsku oljumessuni, sum verður hildin annaðhvørt ár í norska oljuhøvuðsstaðnum Stavanger - Offshore Northern Seas (stytt: ONS) - sum varð hildin í august mánaði í ár. Her hevur ein megnað at saman tvinna vinnulív og mentan. Og tað er júst hetta, sum ein somuleiðis hevur megnað á serstakan hátt í Runavík seinastu seks árini. FAROEXPO byrjaði í smáum í 2005, men hevur so líðandi, í góðum hondum hjá starvsfólkunum í Virkisráðgeving, ment seg til eina vinnustevnu sum spyrst. Framhald á síðu 24 RingaR tíðiR hav