Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. oktober 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148 Sosialurin FAROEXPO 2010 Harry Knudsen sýnir fram Í ár hevur Harry Knudsen framsýning í Løkshøll. Hann er føddur í 1975, ættaður og búsitandi á Glyvrum. Listamaðurin er autodidakt og hevur bæði einsamallur og saman við øðrum havt framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík, Býráðssalinum í Saltangará, Gamla Handli í Runavík, Føroya Húsinum í Keypmannahavn, Eik í Keypmannahavn og í ymsum fyritøkum í Danmark. Harry málar fyri tað mesta portrettir og støðumyndir. Hann er sera glaður fyri sterkar litir og tað sæst aftur í myndunum. Gongutúrur kring fjørðin Á Mentanarvikunir skipar Eysturoyar gongufelag fyri gongutúri frá sílahyljunum í Skálabotni og út á kajina í Søldarfirði sunnudagin 24. oktobur kl. 14. Felagið sum varð stovnað í 1998 hevur verið virkið øll árini, og hevur roynt at skipa fyri túrum frá mars og út í septembur mánað. Í ár fara tey sum eina roynd, at skipa fyri trimum túrum í vetrarhálvuni og har ímillum er hesin túrurin, sum felagið skipar fyri saman við Kunningarstovuni í Mentanarvikuni. Gingið verður mest møguligt tvørtur við sjónum og frásøgufólk verða við. SAMSKIPARAR Tær báðar hava havt úr at gera hesa seinastu tíðina - vinstrumegin Mette Nygaard sum tekur sær av tiltøkunum á Mentanarvikuni, har hon millum annað fær vitjan av dóttur síni, Annu Faroe; og høgrumegin Rannvá Troest, sum samskipar tann vinnuliga partin. - Nú byrjar tað at líkjast, siga tær báðar va góða áviRkan