mikudagur 20. oktober 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148
24
Sosialurin
FAROEXPO 2010
isku fyritøkurnar síggja fram til á
hvørjum ári.
– Tað góða við hesum er, at tað
ikki bert eru tær føroysku, men
eisini tær útlendsku fyritøkurnar
sum vilja luttaka á stevnuni í ár.
– Og tað sum ger tað uppaftur
stuttligari er, at talan er í mongum
førum um tær somu fyritøkurnar
sum koma aftur og aftur, - bæði
úr Føroyum og útlandinum, sigur
Rannvá Troest.
Fyri fólkini handan Virkisráð-
gev ing er í lítil ivi um, at tann
einstaka fyritøkan veruliga fær
nakað burtur úr við at koma á
FAROEXPO á hvørjum ári.
– Og tað vóna vit sjálvandi eisini
fer at henda aftur í ár.
Størri marknað
Uttan at fara ov nógv inn á,
hvussu ein slík vinnustevna sum
FAROEXPO virkar í praksis, kann
ein staðfesta, at hon virkar eftir
ætlan, og sum ein slík stevna skal.
Júst hvørji ítøkilig úrslit tær
ymisku fyritøkurnar eru komnar
til, skal ikki verða sagt frá her. Men
tað eru kortini nøkur viðurskifti,
sum hava verið teimum at gagni.
Millum úrslitini kunnu nevnast
at tær hava merkt eitt økt virksemi
og at kundaskarin eisini er øktur.
Eitt annað úrslit er, at tær haraftrat
hava fingið eitt breiðari netverk.
– Og so hava tær eisini fingið ein
størri marknað og eina økta sølu
við at luttaka á FAROEXPO, slær
Rannvá fast.
snorri@sosialurin.fo
Hátíðarlig setan av
Mentanarvikuni
Sunnudagin kl. 15 verður tann hátíðarliga setanin av
Mentanarvikuni. Setanin fevnir um bæði tónleik, skemt
og rørslu. Umframt setanina verður sum undanfarna
ár eisini skipað fyri heilsurenning. Magnus Rasmussen,
borgarstjóri, fer at leiða setanina, og Hilmar Jan Hansen
(myndin) fer at seta Mentanarvikuna 2010. Hornorkestrið
fer sum altíð at seta sín dám á løtuna.
Út at renna/ganga
Ein partur av setanini sunnudagin er møgu-
leik in hjá fólki í øllum aldrum at renna ella
ganga eitt ávíst strekki. Teinarnir, sum kunnu
rennast/gangast eru hesir: Løkshøll – Ellis-
heimið – Rúnarvegur/Leitisvegur – Dalavegur
– Heiðavegur – Løkshøll; og Løkshøll – Gerðis-
vegur – Posthúsbrekkan – Heiðavegur – Løks-
høll. Áðrenn farið verður, fer Nósi at býta endur-
skin út til luttakararnar. Tá komið verður aftur,
fáa øll vatnfløskur frá BankNordik.
3:1
Stóra tiltakið í Runavík hevur so líðandi funnið sín
fasta form, nú FAROEXPO og Mentanarvika standa
á skránni.
Í komandi vikuna verða ikki færri enn trý stór
tiltøk samstundis - bæði almenn og óalmenn.
Tey almennu tiltøkini eru øll tey mongu tiltøkini
á Mentanarvikuni og tiltøkini í sambandi við
Ráðstevnuna. Hinvegin er partenariat-stevnan bert
fyri tær fyritøkurnar sum hava meldað seg til.
Eingin ivi man kortini vera um, at øll fáa okkurt at
fara til í hava Runavík í komandi viku.
Fakta
FAROEXPO er staðið, har bæði føroyskar og útlendskar fyritøkur hittast til at útveksla hugskot og framtíðar vinnulig sambond
MØTAST
Talan er í mongum førum
um tær somu fyritøkurnar sum
koma aftur og aftur, – bæði úr
Føroyum og útlandinum
Nú byrjar
tað at líkjast
tí, sum vit
av fyrstu tíð
ætlaðu við
FARO EXPO