Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. oktober 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148 26 Sosialurin FAROEXPO 2010 Orð&myndir: Snorri Brend Glyvrar: Tær nýtist als ikki at koma inn á matrikul hennara her ovarlaga í bygdini, fyri at staðfesta, at her býr ein virkin og fjølbroytt listakvinna. Úti í túni standa í hópatali av figurum og øðrum prýðislutum, sum skapa eina kenslu av hugna, kreativiteti og alski til tað at skapa nakað. Inni í stovuni kanst tú bert stað festa varhugan tú fekk úti fyri dyr. Á veggunun hanga í hópatali av egnum verkum hennara. Og á køksborðinum liggja fleiri lutir, sum eitt av úrslit av skapanarhuginum hjá Gunvá. Hon er í ferð við at fyrireika seg til Mentanarvikuna í komandi viku. Í Piddasa handli skal hon vísa fram nakað av tí, sum hon elskar at gera: Málningar, hondarbeiði av alskyns slagi, góðgæti og pløgg í hópatali. – Eg veit ikki. Eg havi ikki ordi­ liga havt nakrar planir um at stilla út. Tað er líkasum, at eg eri ikki ordiliga tilfrids við at stilla út. Eg haldi, at eg dugi for illa, sigur hon spakmælt. Hetta kann kanska ljóðað sum ein lítillátin umbering frá eini evnaríkari og hugagóðari lista­ kvinnu. Men henda støðutakanin er ikki tikin úr leysum lofti. Tað var júst hetta evnið, sum listamálarin og ein undirvísari hennara, Sámal Toftenes úr Leirvík einaferð tosaði við hana um. Hann spurdi Gunvá, um hon málaði nógv. Hon svaraði skjótt aftur, at tað gjørdi hon, men at hon ikki var nøgd við nakað av tí sum hon gjørdi. – Og veitst tú, hvat hann svaraði? Jú, hann segði: »Jamen, so ert tú á rættari leið«! Hasi orðini havi eg ongatíð gloymt. Nissur Tann kreativi parturin hjá Gunvá hevur vist altíð verið til staðar. Longu sum smágenta hevði hon hug at skapa ymiskt. – Eg hevði ein hungur eftir at kunna gera ymiskt, men tá vóru pengarnir ikki til tað. Har vóru ongar farvur, men ein sat bert við einum blýanti og skavaðist við at tekna dukke­lisir. – Tíbetur hevur trongdin at skapa nakað bara ment seg gjøg­ num árini. Samstundis hevur møgu leiki verið at kunna keypa tilfar og fáa brúkt tað. Tí eri eg altíð í sving við okkurt, sigur Gunvá við einum brosi. Tað ljóðar kanska løgið, men ein sannroynd er tað, at tað var í roynd og veru meðan heim hennara var fult av børnum, at hon so smátt byrjaði at menna skapanarevni síni. – Eg plagdi at taka stokkarnar fram, meðan vit ótu morgunmat. Og soleiðis vant tað – bókstaviliga sæð – bara meiri og meiri uppá seg. – Serliga væl dámdi mær at binda nissur. Ja, eg hesa tíðina bant eg eitt nissupar fyri og annað eftir. Og taðvejden, um eg ikki helt fram, aftaná at tey vóru farin í skúla, sigur Gunvá, ið kemur frá eini familju við kreativum evnum. Tann eina listagreinin leiddi víðari til ta næstu, og soleiðis kann ein ikki lýsa hana øðrvísi enn eina sera fjølbroytta listakvinnu. Heitt og hugnaligt Hesa seinastu tíðina hevur hon arbeitt við tveimum málningum, sum skulu sýnast fram á Mentanar­ vikuni. Hóast hon hevur málað eitt ótal av málningum, er ikki trupult hjá henni at finna nóg nógv myndaevni. Tey flestu myndevnini eru beint uttanfyri dyrnar. Í samling hennara finnast mynd ir úr Tjørnuvík, við Gjógv og ein heldur øðrvísi mynd úr Múla, har ein sær eini sethús í myrkri, og sum bert verða lýst upp av einum billyktum. – Mær dámar øgiliga væl at mála hús, bygningar og landsløg, og onkutíð eisini okkurt abstrakt, greiðir Gunvá frá, og vísir til mynd­ ina »Fjósið og hoyggjhúsið við Stein«. Hetta er ein mynd sum er tikin beint við sethúsini á Glyvrum, har Man skal tora LIST – Eg eri vist eitt sindur skeptisk sum listakvinna, sigur 65 ára gamla, Gunvá Justinussen á Glyvrum. Hon er sjálvlærd listakvinna, og setir tí stór krøv til seg sjálva og til ítriv sítt. - Man skal tora óluksáliga væl, og man skal eisini hava stórt sjálvsálit, um ein skal fara út við verkum sínum. Ja, eg havi málað eitt ótal av málningum, sum eg ikki var nøgd við og sum altso eru kasseraðir – Nær er máli? Tja, tað er ein góður spurningur, sigur Gunvá við einum ídnum bráði. Hon kann gott vakna mitt um náttina – til dømis klokkan 5 – og fara upp at mála, tí øll útgerðin stendur frammi og klár at brúka. Tað er kortini ikki alt sum kann brúkast. – Nei, eg havi málað nógvar svakar myndir, sum bara eg havi sæð, men sum síðani eru koyrdar vekk ella málaðar útyvir. – Tja, eg veit ikki. Kanska hevði eg blivið berømt, um eg hevði sýnt tær fram. klokkan 5 Eg havi málað nógvar svakar myndir, sum bara eg havi sæð, men sum síðani eru koyrdar vekk ella málaðar útyvir Eg havi ikki ordiliga havt nakrar planir um at stilla út. Tað er líkasum, at eg eri ikki ordiliga tilfrids við at stilla út. Eg haldi, at eg dugi for illa Mentanarvikan í Runavík og Faroexpo hava síðan byrjanina marknaðarførd og fyriskipað sum eitt felags átak. Árliga Mentanarvikan í Runavík byrjar sunnudagin 24. og endar sunnudagin 31. oktober. Hetta verður sætta árið á rað at Mentanarvikan verður hildin, og sigast má, at vikan hevur eydnast sera væl øll árini. Nógv spennandi hevur verið á skránni hvørt ár, og hópin av fólki hava leitað sær til býin. Hetta er eisini vikan, har listafólk úr Runavíkar kommunu fáa høvi at vísa fram teirra dugnaskap og vinna sær nýggjan íblástur, bæði frá føroyskum og útlendskum listafólkum, ið luttaka í Mentanarvikuni og vitja staðið hesa vikuna. Mentanarvikan í Runavík bjóðar uppá listaframsýningar, tónleikatiltøk, føroyskan dans, barnatiltøk, fyrilestrar, gongutúrar, ítrótt og mangt annað. Talan er um eina undirhaldandi og spennandi viku hjá bæði almenninginum og hjá teimum fyritøkum, ið luttaka á vinnustevnuni. Ein rættur blandingur av mentanarligum undirhaldi og fakligum innihaldi. pLøgg Gunvá Justinussen fæst eisini nógv við handaligt arbeiði, sum hesin bundni kjólin er dømi um