mikudagur 20. oktober 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148
Sosialurin
FAROEXPO 2010
Bill er so jaglaður til
Myndevnini eru løtt at finna, men hvussu fær Gunnvá íblástur
til at vera so virkin ein listakvinna? Jú, hesin íblásturin kemur í
mangar mátar umvegis tónleikin.
– Eg havi altíð góðan tónleik afturvið, tá eg máli, slær hon fast.
Tað eru ikki sangirnir hjá soninum Bill (Justinussen, blðm.), sum
eg lurti eftir. Teir sangirnir eru so jaglaðir til, skal eg siga tær. Tað
besta mær dámar, tað er sóritt relaxed og hugnaligt.
Henni dámar best tann friðarliga tónleikin. Henda friðin finnur
hon í tí klassiska tónleikinum.
Serliga fegin er hon um fløguna »Við løkin« sum Jóannes S.
Hansen gav út í fjør við klavertónleiki.
– Hon er sera hugnalig, skal eg siga tær.
FJÓSIÐ
– Mær dámar sera væl at mála bygningar og landsløg, sigur Gunvá Justinussen. Her stendur hon frammanfyri eitt fjós og eitt
hoyggjhús við Stein á Glyvrum. Myndin hevur ikki óvæntað heitið »Fjósið og hoyggjhúsið við Stein«
hon og familjan búðu, áðrenn hon
flutti longur niðan í bygdina.
– Hesa myndina eri eg ógvuliga
væl nøgd við. Ikki minst tí, at hon
hevur júst tað elementið í sær, sum
eg royni at fáa við í hvørja einastu
mynd – henda hugnan og friðin,
sum teir serstøku og heitu litirnir
skapa.
Eitt kick
Nógv listafólk liva av list síni, men
so langt er Gunvá ikki komin enn.
Hon hevur í mong ár havt eitt
minni vaskiarbeiði á politistøðini
í Runavík.
Hinvegin verða ikki øll verk
hennara seld, millum annað nógv
av teim handaligu arbeiðunum.
– Eg eri soleiðis innrætað, at tá
eg siti og bindi, fái eg so gott av tí
sjálv inni í sálini. Tað løgna er, at
tá eg so eri liðug við eitt plagg, so
kann eg gott leggja so lítið í tað, at
eg bara gevi tað til onkran.
– Tað er hetta, at kunna skapa
nakað sum hevur mín áhuga, vísir
Gunvá á. At tað er so, kunnu bæði
døtur og ommudøtur hennara
skriva undir uppá.
Úr hondum hennara eru komin
nógv sera snøgg pløgg. Hetta hong
ur eisini saman við ynski hennara,
um at hava høga góðsku.
Ella sum hon sjálvur sigur tað:
– Eg ynski veruliga, at tað sum eg
lati úr hondum, og tað sum eg sýni
fram, skal geva fólki eitt »kick«.
– Hetta »kick’ið« kann vera ein
vakur kjóli ella ein vøkur taska, har
tey siga »åh, sum tað er pent«. Tað
er mítt hægsta ynski.
snorri@sosialurin.fo
Apan í Løkshøll
Einmansleikurin Apan, eftir Franz Kafka, verður
spældur í Løkshøll sunnudagin 31. oktober kl.
15.30. Tað eru feðgarnir Egi Dam og Búi E. Dam
sum á fyrsta sinni samstarvi í sjónleikarahøpi Búi
sum leikstjóri og Egi spælir Apan. Leikurin byggir
á stuttsøguna hjá Kafka "Ein Bericht fur eine
Akademie". Atgongumerki til leikin fáast á www.nlh.
fo, í Norðurlandahúsinum og á Kunningarstovunum
í Runavík, Tórshavn, Fuglafirði og Klaksvík.
Kostnaður 150 kr.
Konsert við løgum hjá
Hans Jacob Højgaard
Sunnukvøldið 31. oktober kl. 18 verður ein konsert í Løkshøll í
Runavík við løgum hjá tónaskaldinum Hans Jacob Højgaard
av Toftum. Talan er um nýggjar útsetingar og improvisatiónir,
ið taka støði í kendum og minni kendum løgum hjá Højgaard.
Teir, ið framføra, eru: Hjalti Joensen, ið spælir kassagittar,
Arni Carlsen, ið spælir hammond orgul og Kári Sverrisson
(myndin), ið syngur og spælir ukulele. Konsertin varir okkurt
um trý korter og kostar 40 kr.