mikudagur 20. oktober 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148
28
Sosialurin
FAROEXPO 2010
Edith Mørkøre í Býráðssalinum
Sunnudagin kl. 15 verður listaframsýning við Edith Mørkøre (myndin) í
Býráðssalinum við heitinum »SINNIÐ sum NÁTTÚRAN«. Á framsýn
ingini verður abstrakt/ekspresionistiskt list at síggja. Íblásturin til
málningarnar hevur hon út frá viðurskiftum, sum rørast í tí dagliga
lívinum og hendingum sum hon ella onnur rundan um hana koma út fyri.
Náttúran og vøkstur er ein stór inspiratiónskelda hjá Edith og hon heldur
at sinni og náttúran hava nógv til felags og renna saman í eina størri eind.
Edith arbeiðir við listini sum sítt høvuðsstarv. Hon hevur málað
síðan hon var tannáringur og hevur verið við á nógvum ymiskum
framsýningum í Føroyum og Danmark.
Drotningarvitjan í Runavík
Framsýning frá drotningarvitjanini í Runavíkar kommunu verður í
Løkshøll. Fyrireikingarnar av eini drotningavitjan eru sera spennandi
fyri tey, sum vara av samskipanini og tað ynskja fyrireikararnir at vísa
fram: Býurin skal fríðkast, og nógvir borgarar luttaka í arbeiðinum
fyri at kunna vísa býin fram á besta hátt. Á framsýningini verður
ein myndafrásøgn av vitjanini í Runavík frá byrjan til enda. Víst
verður eisini, hvussu nógv varð gjørt burturúr móttøkuni á kajini og
á skúlanum, har døgurðin var. Tað er blómuhandilin Orkis á Glyvrum
og Navia á Toftum, ið skipa fyri framsýningini.
Runavíkar kommuna samstarvar
vanliga við vinarbýir tá serlig til
tøk eru. Hesa ferð vitjar Krist ín
Scheving sum umboð frá Eigil
støðum í Íslandi.
Kristín Scheving arbeiðir innan
film, og hevur ferðast víða um við
síni framsýning. Fyrstu ferð hon
skipaði fyri filmsfestivali var í
2006.
Víða kend
Týskvøldið
26.
oktober
bjóðar
Krist ín Scheving til altjóða films
festivalin 700IS Reindeerland, har
hon m.a. vísir útvald filmsklipp
frá 2010 Filmfestivalinum. Kristín
fer at greiða frá um ar beiðið í
fyritøkuni 700IS Reindeer land, sum
er einasta altjóða fyri tøka í Íslandi,
sum arbeiðir við eksperimenterandi
filmi og video. Tey flestu, sum lesa
list á universitetum, arbeiða eisini
við hesum hátti at gera film.
Fyri Kristín er eingin ivi um,
at filmfestivalurin hevur gjørt
Egilstaðir kendar víða um úti í heimi.
Tað vísir seg, at fyrispurningar
við víkjandi festivalinum koma úr
øllum heiminum. Í 2010 komu 600
við merkingar frá 47 londum um
festivalin. Í 2009 gjørdist 700IS
Reindee rland eisini partur av eini
Europeiskari verkætlan, sum verður
nevnd: “Alternativar rutir” og sum
er ES fíggjað. Her er ætlanin, at
fáa nýggjastu listina og filmarnar í
økinum at blíva sjónlig.
Les meira um filmsfestivalin á:
www.700.is, Facebook og Twitter.
Nær og hvar:
Týskvøldið 26. oktober kl. 20.00 í
Løkshøll.
Sjó svimj
arar leypa
á bláman
Sunnudagin 31 oktober kl. 14
er ætlanin at sjósvimjarar úr
øllum landinum skulu hittast
á Glyvrum.
At svimja á sjónum er
nakað føroyingar altíð hava
gjørt, tað vit vita um. Tað
eru fleiri sum gera tað enn,
men nú er tað allarmest fyri
vælveru, og fyri fólk ið søkja
sær heilsubót.
Nú er ætlanin at taka táttin
upp aftur á Mentanarvikuni
í Runavík. Tiltakið byrjar kl.
14, við at Torbjørn Jacobsen
bjóðar vælkomin. Einki verð
ur kortini sagt, um hann eisini
ætlar at leypa á bláman.
Aldurin einki at siga
Tiltakið er serliga ætla teim
um, sum vanliga svimja á sjó
num, men øll eru vælkomin.
Aldur hevur einki at siga,
men heilsan má verða góð, tí
tað eru serliga fólk við høgum
blóðtrýsti og hjartasjúkum
sum skulu ansa sær við ein
um ísakøldum sjokki.
Tey, sum koma við bili,
verða biðin um at seta bilin
niðan fyri koyriskúlan á
Glyvr um.
Øll, ið ynskja eitt brúsu bað
aftaná svimjingina kunnu
nýta brúsurnar hjá kapp
róðrar felagnum á Glyvrum.
Nær og hvar:
Sunnudagin 31. oktober kl. 14
á Glyvrum.
Kristín Scheving fer at geva av síni vitan um altjóða filmsheimin
Ein ferð inn í altjóða
filmsheimin
Kristín Scheving, stjóri á 700IS Reindeerland, er íslendsk og
kemur til Runavíkar í sambandi við Mentanarvikuna.