Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. oktober 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148 Sosialurin FAROEXPO 2010 Katrin Hvidbro Andreasen sýnir fram Katrin, sum er 30 ár og búsitandi í Klaksvík, hevur altíð dámt væl at tekna og mála men byrjaði veruliga at mála um aldarskiftið. Í byrjanini málaði hon fyri tað mesta landsløg, men stílurin hevur broytt seg nógv seinnu árini og nú er tað hugflogið sum avgerð hvat kemur niður á løriftið. Katrin (myndin) hevur saman við øðrum listafólkum havt framsýning í Leikalund í Klaksvík. Í 2009 hevði hon framsýning í Smiðjuni í Lítluvík og í 2010 hevur hon havt framsýningar í Klaksvík, Orkis í Runavík og á Mentanarvikuni hevur hon framsýning í Trend Floor. Bygdasavnið Forni altíð við Bygdasavnið Forni á Glyvrum hevur luttikið í Mentanarvikuni øll árini, síðan tiltakið varð fyriskipað fyrstu ferð, fyri 6 árum síðan. Í ár snýr framsýningin seg um Bakkafrost, frá tí virkið byrjaði og menningina fram til dagin í dag. Framsýningin fevnir um myndir og søgugongd, og letur upp fríggjadagin 22. oktober og er opin allar dagar á Mentanarvikuni. Fyritøkur fegnast um luttøku Undanfarin ár hava fleiri fyritøkur luttikið á FAROEXPO. Og tær lata allar væl at. Annað árið á rað er Fiski veiði­ eftirlitið við á FaroEXPO. Tað var eitt ynski frá fyrireik­ ar unum, at fáa teir við, og um­ boð ini fyri stovnin halda, at bæði Fiskiveiðieftirlitið og hinar fyri­ tøkurnar fáa nakað burtur úr, at stovnurin er við á ráðstevnuni. Fiskiveiðieftirlitið var við á FaroEXPO á øðrum sinni, men sam­ bært umboðunum var tað ikki teir sjálvir, sum tóku stig til hesa lut­ tøkuna. – Tað var soleiðis, at fyrireik­ ar ar nir settu seg í samband við okkum, tí fleiri av hinum lut­ tak arunum fegnir vildu koma í samband við okkum á ráðstevnuni, sigur Jóannes Heimustovu, sum saman við Jens Midjord umboðaði Fiskiveiðieftirlitið á FaroEXPO í ár. Teir vóru ikki heilt greiðir yvir, hvat ráðstevnan snúði seg um, áðrenn teir komu á hana fyrstu ferð. – Men vit trívast við henni nú, sigur Jóannes Heimustovu. – Her fáa vit at vita, hvat rørist á marknaðinum. Her fáa vit kontaktir og samstundis er hetta kundarøkt av teimum, sum vit samskifta við til dagligt, sigur Jens Midjord.± So Fiskiveiðieftirlitið fær nakað burtur úr at verða við, og hinir lut­ takararnir fáa eisinmi nakað burtur úr, at Fiskiveiðieftirlitið er við. Tað eru – næstan sjálvandi – fyri tað mesta fyritøkur, sum hava við sjógvin at gera, ið søkja samband við Fiskiveiðieftirlitið á FaroEXPO. – Tað eru veitarar av ymiskum slag til skip, fyri tað mesta, sigur Jens Midjord. Eitt nú høvdu teir fundir við tær báðar íslendsku fyritøkurnar, ið veittu olju og annað til skip. Hetta er, sum nevnt fleiri ferðir, fyrstu ferð at íslendskar fyritøkur eru við á FaroEXPO. Somuleiðis eru fleiri danskar fyritøkur, ið eru veitarar til skip, og tær hevur Fiskiveiðieftirlitið eisini havt fundir við. (Kelda: Sosialurin, 23.10.09) Odda­ grein: Eystur­ oyggin gongur undan Hugaligt at slíkar stevnur ikki bara fara fram í høv­ uðs staðnum. Sigast má at eyst uroyingar hava ikki staðið aftanfyri Havnina í so máta. Her grør um gangandi fót, ja tað er ikki ov nógv sagt, at Eysturoyggin í mongum lutum gongur á odda sum vinnuoyggj før­ oyinga. Ongastaðni kring land ið er so nógv og fjøl­ broytt vinnuvirksemi sum í Eyst uroynni, og ein høv uðsorsøkin til hetta man vera, at her býr gott og virkið fólk og ikki at gloyma – her er nógv gott at byggja víðari á, sum onnur løgdu lunnar undir. Og tí er tað eisini ein sjálv­ fylgja, at vinnustevnur og ráðstevnur eisini verða hildnar í oynni. At mentanarvika eis ini er vorðin partur av til tøk­ unum er at fegnast um, tí í mongum er samspæl millum mentan og vinnu. (Kelda: Sosialurin, 20.10.09) Men hvønn týdning heldur stjórin á Elektron at ein slík ráðstevna sum FaroEXPO hevur fyri Føroyar og føroyskt vinnulív, serliga við atliti til, at fleiri útlendskar fyritøkur eru við á stevnuni? – Nú havi eg ikki sjálvur luttikið í sjálvum partneriatinum, men ein stevna av slíkum slag er ógvuliga góð og inspirerandi fyri fólk at hoyra, hvussu onnur fólk arbeiða og loysa trupulleikar. Og hetta at útveksla sjónarmið millum fyritøkur og fólk er bara gott, sigur Niels Christian Nolsøe. Fyriskipararnir hava saman­ sjóð að eina blanding av fyri lestrar­ haldarum við tveimum stjórum, bispi og okkara fremsta skemtara. Hvussu dámar stjóranum á Elek­ tron hesa blandingina? – Eg haldi, at hon er perfekt, júst ein blanding, sum skal til. Eg kann so til stuttleika siga, at bæði bispur og stóri skemtarin hava luttikið í arbeiðinum hjá Elektron, har vit hava brúkt teir internt eisini. Og hetta vísir bara, at tað eru ymisk aspektir í vinnulívinum, sum kanska kunnu »yvirraska« eitt sindur, sigur Niels Christian Nolø, stjóri á Elektron. (Kelda: Sosialurin, 22.10.09) Fiskiveiðieftirlitið: Hvat rørist á marknaðinum Elektron: Góð blanding