Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-20, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. oktober 2010síða 37

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148 Sosialurin Rakstrarleiðari til MEST Runavík MEST P.O. Box 65 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Tel +298 30 11 00 Fax +298 30 11 01 info@mest.fo www.mest.fo Vit bjóða Eitt sjálvstøðugt arbeiði við góð- um møguleikum fyri persónligari menning. Løn og eftirløn eftir nærri avtalu partanna millum. Skrivlig umsókn við upplýsing- um um útbúgving og royndir skal sendast til: MEST P/f FO-110 Tórshavn Att.: Mouritz Mohr, stjóri og verða okkum í hendi í seinasta lagi 8. november 2010. Nærri upplýsingar fáast hjá Mouritz Mohr, telefon 79 11 30 ella mouritz.mohr@mest.fo Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Á deildini hjá Mest Runavík fer fram søla, framleiðsla og umvæling av framleiðslu- útgerð, serliga úr rustfríum stáli, so sum framleiðslubond, el- og pneumatiskar stýringar, kassalyftarar, íleggjarar til salt- fiskaframleiðslu, avsaltarar o.tl. Deildin selir harumframt kryvjimaskinur, rækjumaskinur og aðra framleiðsluútgerð. Í løtuni eru 25 fólk í føstum starvi á deildini. Mest Runavík er partur av samtakinum P/F MEST, har tilsamans um 170 fólk starvast við at veita tænastur og sølu av eykalutum til skipaflotan og vinnuna á landi. Hesar tænastur fevna um stál, aluminium, timbur, máling, el, beding- og dokkvirksemi, mekan- iskar tænastur, tekniska ráðgeving, verk- frøðinga- og teknistovuvirksemi og bein- leiðis sølu. Mest hevur deildir í Tórshavn, á Skála, í Vestmanna og í Runavík. Søkt verður eftir rakstrar- leiðara til Mest í Runavík Starvið Sum rakstrarleiðari fært tú evstu ábyrgd av dagliga rakstrinum á deildini fíggjarliga og rakstrarliga. Rakstrarleiðarin hevur beinleiðis tilvísing til stjóran, og er partur av leiðslubólkinum fyri samtakið. Rakstrarleiðarin skal vera við til at menna virkið søluliga og tekniskt, styrkja verandi virksemi og finna nýggjar møguleikar fyri øktum virksemi. Arbeiðsplássið er á Mest Runavík. Høvuðsuppgávur - at vera dagligt bindilið millum virkið, viðskiftafólk, veitarar og myndugleikar - at leggja ætlanir fyri arbeiði á virkinum - at vera formonnum og starvs- fólki ein ráðgevi í tekniskum spurningum - at leiða tilboðsgeving og sølu- virksemi og at gera eftirmetingar av arbeiðum - bæði fíggjarliga og tekniskt. Førleikar Vit rokna við, at tú: - fyrst og fremst hevur góð leiðaraevni - hevur góð búskaparlig-, sølu-, samskiftis- og samstarvsevni - hevur evni at greina tekniskar trupulleikar, viðgera møguleikar til loysnir og ert førur fyri at taka avgerðir - dugir væl at málbera teg á føroyskum og skandinaviskum. Kunnleiki til enskt er fyrimunur. Postboks 76 FO-110 Tórshav n post@sosialurin. f o Sosialurin – blaðið øll lesa! Hevur tú ein bil til sølu, so er Sosialurin rætti miðilin at lýsa í. Tú kanst lýsa við og uttan mynd. Vit seta lýsingina upp fyri teg ókeypis. Ring og fá ein prís! Selja bilin? – set hann í Sosialin! Sosialurin Nýggi Tekna teg sum haldara fyri einans kr. 400,- um ársfjórðingin Nýggi Sosialurin haldaralepi Boks 76, FO-110 Tórshavn Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av nýggja Sosialinum, og fái blaðið borið út trýggjar ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Telefon: Teldupostur: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64