mikudagur 20. oktober 2010síða 36
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148
36
Sosialurin
ÁLVARATOS: Tey trý skuldu gera viðmerkingar til
hugleiðingar um meira enskt í skúlanum. Kanska ikki
so ringt sum seinast, men aftur hesa ferð fingu vit mest
verjurøður viðvíkjandi donskum máli, ikki so nógv um tað
enska. Sjáldsama samt pallborð!?
DANSKT RAPP: Næmingar í framhaldsdeild fólka
skúlans ætlaðu at rappa á enskum; men úrslitið varð so,
at rappað varð á donskum (í Útvarpinum). Føroyskt er ikki
nóg “kult”, vildu tey vera við. Sjálvur giti eg, at føroyskt
heldur ikki er “feitt nokk” (nóg feitt), sjálvt um frægast
man vera at vera soltin.
ÚTVARPSBENDINGAR: Tríggjar bendingarendingar
í somu ÚFtíðindasending (upplestur): Hann hevur flutt
pengarnir (nar); teir spurdu myndugleikarnir (nar); eitt
ára gomul (árs).
Í aðrari ÚFtíðindasending hoyrdu vit hetta: “Nú fært
tú “anledning” til” (høvi).
Í málsligum døpurhuga
Á Borg á Argjum eftir veturnætur 2010
Eyðun á Borg
Álvaratos og
danskt rapp
Útvarpsbendingar
Sonne Smith
í Skúlablaðnum, nr. 5 2010
Hygg at setninginum: 16. juli
1953 varð í elektriska stólinum
í Sing-Sing-fongslinum í USA
tikin av døgum drápsmaðurin
Donald Snyder.
Føroyskt? Ja, orðini eru
føroysk, men ikki setnings
bygnaðurin. Hasin setning
urin er so konstrueraður
sum yvirhøvur til ber, skalt
tú útinna tað bragd at
forbrongla málið. Skulu vit
brúka málið at samskifta
við, fáa boðskapin út uttan
at skula spyrja: Hvat ...? so
eru vit noydd at royna at
fáa føroyskt aftur á beint
og fortelja fólki, at soleiðis
eitur tað eisini. Ikki, soleiðis
eitur tað ikki! Tí enn kanst tú
siga um fíl, at hann eisini er
elefantur.
Eg haldi meg ikki vera so
øgiliga dugnaligan og klókan
fyri tað, um eg skipi setningin
umaftur:
Drápsmaðurin
Donald Snyder varð tikin av
døgum í elektriska stólinum
í Sing-Sing-fongslinum í USA
tann 16. juli 1953.
Tað stendur væl til við
føroyskum, havi eg hoyrt
málfrøðingar siga, tí føroyskt
er tað, sum fólk í Føroyum
siga. Eg loyvi mær at ivast, tí
eg staðfesti mest sum hvønn
dag, at í fjølmiðlunum verður
brúkt eitt mál, sum tey vilja
vera við er føroyskt. Til
dømis hoyra vit tey ongantíð
brúka orðið brúka. Tey siga
ongantíð stórt tal, lítið tal.
Tey siga høgt tal, lágt tal. Tey
siga hann koyrdi við høgari
ferð, har hann skuldi havt
koyrt við lágari ferð í staðin
fyri hann koyrdi við nógvari
ferð, har hann skuldi havt
koyrt við lítlari ferð. Eg havi
hoyrt mann siga, at børnini
fáa pengar til keypan av
sodavatni.
Føroyskt?
Ja,
men syndarligt. Hevði hann
sagt, at børnini fáa pengar at
keypa sodavatn fyri.
Tað altíð neyðuga mál
kjakið er so vilst, at tað fer
at verða ógvuliga torført at
beina tað aftur á røttu kós,
so at vit fáa eitt málkjak og
eina frálæru í føroyskum,
sum lærir okkum at skriva
og tosa og málbera okkum á
føroyskum.
Í meðan føroyskt venar og
ringir seg av pínu, skeldast
vit um nakrar bókstavir, sum
eru útihýstir úr stavraðnum,
hóast teir eru í stavraðnum,
tí vit hava brúk fyri teimum í
stavraðnum. Fáum man vera
natúrligt at siga Grønhøvdi.
Rátt verður til at siga sum
koloniharrarnir
navngóvu
oyggjarnar, Capo Verde. Jú,
men veruleikin er tann, at um
tú vilt tað ella ei, so merkir
Capo Verde Grønhøvdi.
Hygg, slíkt skeldast vit
um. Málfrøðingar og mál
køn niðurgera hvørt annað,
summi
verða
rópt
mál
stjórar, onnur verða rópt
máldestruktørar. Íslendskt
er
vorðið
kriminaliserað,
hóast fáir føroyingar í roynd
og veru duga íslendskt. Skulu
vit siga svimjibløðra í fiski í
staðin fyri sundmagi í fiski
bara tí, at svimja eitur sunda
á íslendskum?
Gævi at tey, ið duga
føroyskt og hava føroyskt
sum starv, sum lívsbreyð,
góvust at klandrast og heldur
lærdu okkum hetta mál, sum
vit brúka hvønn dag.
Sum støðan er, fáa ung,
sum lesa mál uttanlands,
ikki týtt málið, tey lesa, til
føroyskt, tí tey duga ikki
føroyskt.
Nú er tíð uppá, at tey,
sum áttu at dugað føroyskt,
binda frið og læra okkum
føroyskt, tí føroyskt er vorðið
ein nýggj donsk dialekt, og
danskt er vorðið eitt eingilskt
frábrigdi.
A B ... (C) ... nei, D ...
Kjak