Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-20, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. oktober 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148 Sosialurin At fólkaskúlin er ein gentu­­ skúli, su­m byggir á kvinnu­­ ligir normar og virðir, eiga politikarar, skúlaleiðslu­r og avvarðandi at føroyska fólka­ skúlanu­m at taka í álvara. Ynskja vit ein skúla, har gentu­r eru­ fittar og friðarligar, og har dreingir meir ella minni eru­ fremmandir fyri einu­m góðu­m og gevandi læru­u­mhvørvi? Bæði kyn í gentuskúla Næmingar eru­ ymiskir og mu­gu­ tí hava ymiska u­ndir­ vísing. Í verandi skipan fáa bæði dreingir og gentu­r tru­pu­lleikar ­ dreingir fyrr og gentu­r seinni. Gentu­skúlin gevu­r ikki dreingju­m ein nøktandi skúladag og brynjar ikki gentu­r nóg væl til mans­ domineraða samfelagið. Kanningar vísa, at fleiri gentu­r enn dreingir fara víð­ ari til bókligan lesnað. Fleiri kvinnu­r enn menn fu­llføra eina útbúgving. Fyri hvørja gentu­ í seru­ndirvísing eru­ tríggir dreingir. Gentu­r fáa betri skotsmál ­ nú eisini í støddfrøði, su­m leingi varð kallað ein dreingjalæru­grein. Um vit síðani hyggja at somu­ næmingu­m, tá ið tey nøku­r ár seinni eru­ virkin á arbeiðsmarknaðinu­m, er myndin vend á høvdið. Tað er sjón fyri søgn. Tá eru­ dreingir­ nir stjórar, leiðarar og politik­ arar. Hóast eina góða byrjan í skúlanu­m hava gentu­rnar ilt við at bjóða seg fram. Mannligir lærarar tíma ikki gentuskúlan Samfelagið hevu­r seinastu­ árini staðið fyri eini væl­ komnari broyting á mongu­m økju­m. Frá siðbu­ndna sam­ felagnu­m, su­m á mangan hátt setti mørk fyri, hvørjar møgu­leikar fólk høvdu­ á arbeiðsmarknaðinu­m, ku­nnu­ vit í dag bjóða okku­m fram og gera tað, vit hava hu­g til. Hetta hevu­r tó eisini við sær, at persónligu­ krøvini gerast størri, og at starvið skal geva meining og vera eitt slag av persónsmenning. Nýggj krøv seinastu­ árini hava lagt óánaða byrðu­ á læraran. Hóast tað var ynskiligt, at lærarar høvdu­ orku­ og hu­g til at vera bæði eitt og annað, so er veru­leikin ein annar. Nú fleiri av dagligu­ u­ppgávu­nu­m hjá læraru­m ikki er ein faklig avbjóðing, fara lærarar í annað starv ­ serliga mannligu­ lærararnir. Vaksandi týdningu­rin í u­m­ sorgan fyri næmingu­nu­m og u­ppgávu­m, su­m onnu­r áttu­ at loyst ger, at lærara­ leiklu­tu­rin hjá mongu­m ikki gevu­r meining. Ístaðin fyri fakliga at menna lærararnar til u­pp­ gávu­na at skapa ein livandi skúla, við kvinnu­m og monn­ u­m, fyri gentu­r og dreingir, er skúlin ein gráu­r gentu­skúli, har fakliga støði er ov lágt. Er nøkur loysn? Lætt er at peika á tru­pu­l­ leikarnar, men torførari er at loysa teir. Soleiðis er óivað eisini við hesu­m. Tó ku­nnu­ vit siga, at tá læraraleiklu­tu­rin ikki gevu­r somu­ meining, su­m hann gjørdi fyrr, er óivað best at byrja har. Hu­gsandi er, at alt hetta hongu­r saman, tí serliga mannligu­ lærararnir hava ikki hu­g at arbeiða í gentu­skúlu­m, har størri týdningu­r er í at fáa næmingarnir at hava tað gott, enn í fakligari vælveru­. Fyrr var læraraleiklu­tu­rin einfaldari og u­ndirvísingin meir konkret og samanhang­ andi, lærarin gjørdi tað, hann var útbúgvin til, og fólk tosaðu­ virðiliga u­m hetta starv. Tó eg á ongan hátt ynski gamla skúlan aftu­r, er hetta avgerandi treytir fyri trivnað hjá læraru­m. Hetta gevu­r sjálvsálit og harvið eisini trivnað hjá næmingu­nu­m. Lærarar eiga at fáa tíð og møgu­leikar til fakligar avbjóðingar, so bæði kvinnu­r og menn í felag ku­nnu­ menna fólkaskúlaøki. Áhu­gavert er at vísa til tíðindastu­bba hjá DR í viku­ni, har formaðu­rin í LO, Harald Børsting, og stjórin í DI, Lars Goldschmidt, vístu­ á, at støðu­g menning av fólkaskúlanu­m er gru­ndar­ lagið u­ndir samfelagsligari framgongd í alsamt vaksandi avbjóðingu­nu­m. Tí ávara teir álvarsliga donsku­ stjórnina u­m ikki at skerja játtanina til fólkaskúlan. Tóra við Keldu Fólkaskúlin er ein gentuskúli Við eini yvirskrift í heldu­r latrineru­m stíli loypir blað­ stjórnin á Sosialinu­m á meg í blaðnu­m mánakvøldið, har eg verði samanborin við hu­nd, ið etu­r tað hann havnar. Ikki eiti á skoðsmál at fáa frá Sosialinu­m. Veit ikki hvør ið skrivar ­ men tað er ein redaktionel viðmerking á s. 2, u­ttan at navn stendu­r u­ndir. Boðskapu­rin hjá blað­ stjórnini er, at hóast eg í su­mmar vegna Javnað­ arflokkin talaði harðliga ímóti ætlaðu­m sparingu­m í eldrarøktini, su­m landsstýris­ kvinnan í almannamálu­m hevði í u­mbúna – so skal eg nú sambært blaðstjórnini hava góðtikið somu­ sparingar í eini grein, eg skrivaði í viku­skiftisblaðnu­m. Hetta er ikki rætt. Haldi at blaðstjórnin hevu­r misskilt, hvat ætlaðu­ sparingarnar vóru­ í su­mmar, og hvat vit nú hava gjørt semju­ u­m í samgongu­meirilu­tanu­m í smb. við fíggjarlógina. Veru­­ leikin í málinu­m er hesin: Í su­mmar kom fram, at lands­ stýriskvinnan ætlaði at fremja hesar sparingar í bú­ plássu­m í eldrarøktini ­ og tað var hetta eg reageraði ímóti: • Á Korndalsbýlinu­m á Eiði sku­ldu­ 5 pláss niðu­rleggjast 1. okt. 2011 • Tá nýggja røktarheimi letu­r u­pp í Vestmanna við 24 plássu­m á heysti 2011, sku­ldu­ búfólk og starvsfólk frá gamla eldrasambýlinu­m í bygdini flyta inn á røktar­ heimið har. • Tann 1. apríl 2011, tá nýggja røktarheimið sku­ldi lata u­pp í Vági við 24 pláss­ u­m, sku­ldu­ 13 pláss niðu­r­ leggjast á Tvøroyri, 5 á eldra­ sambýlinu­m og 8 á Su­ðu­royar ellis­ og røktarheimi. Í tí sambandi sku­ldi starvsfólkini u­ppsigast á eldrasambýli­ nu­m og røktarheiminu­m á Tvøroyri – longu­ 1. okt. í ár sku­ldu­ eini 15 starvsfólk fáa u­ppsagnarskriv. • Heimið á Mýru­nu­m í Ru­navík sku­ldi latast aftu­r 1. jan 2011 og 8 búpláss til dement ella minnisveik leggjast niðu­r og brúkararnir flytast til Eystu­royar Ellis­ og røktarheim. • Í eldrasambýlinu­m Gøtu­­ brá sku­ldu­ 6 u­mlættingar­ pláss u­mskipast til sambýlis­ pláss 1. jan. 2011. Javnaðarflokku­rin – og onn­ u­r í samgongu­ni – vildu­ ikki góðtaka so víðfevndar sparingar í eldrarøktini. Í arbeiðinu­m við fíggjar­ lógaru­ppskotinu­m er tað so eydnast okku­m at gera eina semju­, har hesar broytingar eru­ gjørdar í u­ppru­naligu­ spariætlanu­nu­m: • Niðu­rleggingin av teim 5 búplássu­nu­m á Korndals­ býlinu­m á Eiði er tikin aftu­r • Niðu­rleggingin av Heimi­ nu­m á Mýru­nu­m er tikin aftu­r. • Ætlaða aftu­rlatingin av eldrasambýlinu­m í Vest­ manna verðu­r ikki aktu­el í 2011, tí nýggja røktarheimið har verðu­r ikki klárt fyrr enn fyrst í 2012. Hinvegin hava partarnir frá byrjan tikið u­ndir við hesi ætlan. • Niðu­rleggingin av Eldra­ sambýlinu­m á Tvøroyri er tikin aftu­r. • Ætlaða hópu­ppsøgnin av starvsfólki á Su­ðu­royar ellis­ og røktarheimi er tikin aftu­r, og semja er gjørd u­m ein nýggjan leist fyri tillaging av teim 8 du­pu­ltstovu­nu­m til einku­ltstovu­r, so hetta verðu­r gjørt so líðandi gjøgnu­m árið, so hvørt brúkarar fella frá, og eisini við teirri fyritreyt, at avlopspláss verða á nýggja røktarheiminu­m í Vági. Blaðstjórnin dregu­r eisini borgarstjóran í Vági, Kirsten Strøm Bech , u­pp í sína viðmerking. Til hetta er at siga, at í su­mmar fingu­ vit í Javnaðarflokkinu­m eitt skriv frá borgarstjóru­m og býraðslimu­m í Vági, Porkeri, Su­mba og Hovi, har tey mótmæla táverandi ætlanini hjá landsstýriskvinnu­ni, men hvar tey eisini siga soleiðis: “Vit u­ndirritaðu­ eru­ ikki ósamd u­m, at ábøtu­r og broytingar eru­ neyðu­gar á Su­ðu­royar ellis­ og røktarheimi, men hesar eiga at gerast eftir at heimið í Vágið er latið u­pp – og við eini náttúrliga frágongd, tvs. so hvørt folk doyggja.” Tað er ju­st hesin leistu­rin, su­m nú verðu­r galdandi eftir teirri semju­, su­m er gjørdu­r í samgongu­ni. Samanu­mtikið er tí onki hald í álopinu­m hjá blaðstjórnini á meg – tvørtu­r­ ímóti eri eg glaðu­r fyri, at vit í høvu­ðsheitu­m fingu­ semju­ u­m tær broytingar , su­m vit ynsktu­. Aftursvar til álop frá blaðstjórnini á Sosialinum um sparingar í eldrarøkt Hans Pauli Strøm løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin