mikudagur 20. oktober 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148
34
Sosialurin
Hetta eru vit sum nevndar
limir í felagnum ógvuliga
harmir um, og vilja gera
vart við, at vit á ongan hátt
góðtaka ta niðrandi og høpis
leysu viðferð Olaf hevur
fingið frá okkara formanni.
Vit hava innanhýsis gjørt
vart við okkara støðu.
Reglugerðin fyri Føroya
Fiskimannafelag ger greitt,
at nevndin setir starvsfólk.
Tí er tað eisini nevndin,
sum hevur ábyrgdina av at
uppsiga starvsfólk, ella sum
í hesum føri, at burturvísa
starvsfólk.
Formaðurin í Føroya Fiski
mannafelag hevur burturvíst
skrivstovumannin hjá felagn
um, uttan at boða nevndini
frá. Aftan á burturvísingina
hava vit reist málið á nevndar
fundi, har vit gjørdu vart
við, at burturvísingin vera
púra ógrundaða, og at hon
var gjørd í heimildarloysi.
Formaðurin hevur nevniliga
als ikki heimild at taka tílíkar
avgerðir einsamallur.
Vit meta hetta mál so
álvarsligt, at vit síggja okk
um noyddar at koma við
hesum viðmerkingunum í
fjølmiðlunum. Vit hava roynt
at greitt allari nevndini, sum
telur 6 limir umframt for
mannin, frá okkara sjónar
miðjum í hesum máli, men
tað hevur ikki eydnast at fáa
formannin at broyta støðu.
Eftir okkara fatan eru tríggir
nevndarlimir
í
nevndini,
sum als ikki vilja fyrihalda
seg til málið, men siga seg
hinvegin treytaleyst stuðla
formanninum.
Málið snýr seg um, at ein
dugnaligur og arbeiðssamur
maður á skrivstovu felagsins,
uttan nakrar ítøkiligar ella
haldgóðar
grundgevingar,
brádliga verður burturvístur.
Bæði skrivaðar og óskrivaðar
reglur verða brotnar.
Fremsta orsøkin til at
starvsbólkar skipa seg í
fakfeløg, er júst at tryggja
sømdir
og
rættindi
hjá
starvsfólki. Tí er tað ikki til
at skilja, at ein slík hending
kann fara fram inni á sjálvari
skrivstovuni
hjá
einum
fakfelag og er nærmast at
meta sum eitt álop á felagið
innanífrá. Hvussu kunnu
fólk tá hava álit á einum
felag, íð ikki fylgir sínum
egnu samtyktum?
Burturvísing eigur bert
at koma uppá tal, um starvs
fólk
hava
forbrotið
seg
álvarsliga mótvegis arbeiðs
gevaranum, t.d. hava framt
fíggjarundandrátt ella líkn
andi. Grundgevingarnar fyri
burturvísingini av Olafi bera
tó á ongan hátt brá av, at hann
hevur forbrotið seg álvarsliga
mótvegis arbeiðsgevaranum
ella nøkrum øðrum. Um
formaðurin ynskti at sloppið
av við skrivstovumannin,
kundi hann lagt sítt ynski fyri
nevndina til støðutakan.
Hví formaðurin hevur
valt at burturvísa mannin,
kunnu vit bert gita um.
Fakta er, at tá ein persónur
verður burturvístur, hevur
hann ikki rætt til løn eftir
burturvísingina, men um
Olaf Johansen hevði verið
uppsagdur, hevði hann havt
rætt til eina uppsagnartíð á 6
mánaðir og sostatt eisini løn
í sama tíðarskeið.
At ein formaður í einum
fakfelag nýtir slíkan fram
ferðarhátt, meta vit vera sera
álvarsamt. At formaðurin í
Fiskimannafelagnum
ikki
virðir rættindini hjá sínum
egnu starvsfólkum, meta
vit sum eitt stórt álitisbrot,
og tí síggja vit okkum
noyddar at gera vart við
hetta. Tað er ikki bert ein
vanlukka fyri burturvísta
skrivstovumannin, men so
sanniliga eisini fyri Føroya
Fiskimannafelag, tí virðingin
fyri felagnum og tað neyðuga
álitið
hevur
fingið
eitt
álvarsamt skot fyri bógvin.
Rættindi hjá starvsfólki hótt av fakfelagi
Eyðun Johannesen, Karl Isaksen og Fríðrik Sivertsen
Nevndarlimir í Føroya Fiskimannafelag
Fyri stuttum, varð Olaf Johansen, skrivstovumaður hjá Føroya Fiskimannafelag
burturvístur úr starvi sínum, eftir 35 ára trúgva tænastu
Tað er eins og samgongan
vendir blinda eyga til teir
trupulleikar, ið finnast í
miðnámsskúlunum í dag.
Kann tað hugsast, at ov
nógvir næmingar, ið ikki eru
búnir til miðnámsskúlan og
heldur ikki hava nóg góð
próvtøl, verða upptikin á
miðnámsskúla og fylla klassa
stovurnar? Er tað ikki so, at
miðnámskúlarnir v.m. als
ikki hava umstøður til at taka
ímóti øllum teimum lesandi,
ið eru sloppin í skúla?
Er tað rætta leiðin at
ganga, tá vit blanda næming
ar við høgum miðaltalið frá
fólkaskúlanum, saman við
floksfeløgunum, ið júst megna
at
fáa
fólkaskúlaprógv?
Hvørjum hjálpir ein tílík
skipan? Hjálpir tað tí veika
næminginum, ið frá byrjan
av er verri fyri enn sínir
floksfelagar? Hjálpir tað tí
sterka næminginum, ið ikki
fær tær røttu og neyðugur
avbjóðingarnar
til
sjálvs
menning? Ella hjálpir tað
læraranum, ið hevur fleiri
enn 20 næmingar á heilt
ymsum fakligum støði í
klassanum?
Ringt
er
at
síggja nakran vinnara í hesi
skipan.
Tað verður sagt, at vit
mugu taka okkum av teimum
veiku, her snýr tað seg um tey
fagliga veiku, men vit kunnu
seta eitt spurnartekin við, um
vit veruliga hjálpa teimum
fagliga veiku, við at “trýsta”
øll í miðnámsskúla. Kann tað
vera, at hesir næmingar, sum
verða trýstir í miðnámsskúla
ikki eru fakliga veikir, men
heldur, at teir ikki eru búnir
til víðari lestur.
Skulu vit ikki heldur
hjálpa hesum “veiku næming
unum”, við at bjóða teimum
eitt tilboð um eitt 1 ára fyri
reikingarskeið til miðnáms
skúla ella eitt ár á eftirskúla
í Føroyum? Hetta vildi uttan
iva
ment
næmingin,
og
gjørt hann nógv betri føran
til víðari lestur frá fólka
skúlanum. Hetta vil væl
saktans eisini hækka støðið
í miðnámsskúlunum.
Vónandi vildi hetta eisini
lætt um hjá skúlunum, ið
hava hølistrupulleikar og
ringar umstøður at húsa
øllum hesum næmingunum.
Tí, hvat er tað fyri ein skúli,
ið vit ynskja okkum? Og hvat
krevja vit av einum skúla?
Vilja vit, at 600 næmingar,
hvønn dag, skulu ganga í
einum ótíðarhóskandi og
heilsuskaðiligum skúla, har
hølisviðurskiftir og útlufting
er ov vánalig? Hetta eru
umstøður, ið eru prógvaðar,
at hava negativa ávirkan
á innlæring og úrslit hjá
næmingunum.
Ella ynskja vit ein skúla,
har færri næmingar koma í
skúla, men at umstøðurnar
eru góðar og allir næmingar
skulu fáa, so góð úrslit sum
gjørligt?
Sum nú er kroysta vit
næmingar inn í skúlar, ið
ikki kunnu rúma øllum
næmingum!
Vit
hoyra
javnan um næmingar, ið fáa
migrenu og hava trupult við
at konsentrera seg, orsaka av
ringari inniluft? Vit hoyra
enntá um, at næmingar fáa
útslett og aðrar allergiskar
reaktiónir, tí at svampur er
í skúlanum. Um tað ikki er
nokk, so fáa hesir næmingar
eisini skrásett fráveru, um
tey ikki kunnu koma í skúla,
vegna sjúku, ið er orsaka
av vánaligu umstøðunum.
Hettar hevur eisini viðført
at foreldur kenna seg noydd
til at senda børn síni av
landinum á miðnámsskúla.
Um vit vilja koma hesum
trupulleika til lívs, so mugu
veruligar broytingar til. Vit
broyta einki, við at taka áræði
frá teimum ungu, ið ofta
verða umtalað sum framtíð
Føroya,
við
høpisleysum
sparingum!
Tað
broytir
heldur einki, at vit reka øll
ung í miðnámsskúla!
Vit skjóta upp
• Mælt verður til at næm
ingurin
skal
hava
lokið
fólkaskúlaprógv við próv
talinum 6 sum minimum
fyri at lúka upptøku til
miðnámsskúlan.
Møguliga
kann miðaltalið eisini verða
tengt
at
hvørjum
skúla
talan er um, HF og studenta
skúla,
handilsskúla
ella
fiskivinnuskúla.
• Mælt verður til, at um
støður verða gjørdar, so at
næmingar fáa møguleika at
taka eitt fyrireikingarskeið
til miðnámsskúla. Vit skjóta
upp, at umstøður skulu
verða gjørdar, so at hesi skeið
kunna takast í teimum størru
økjunum í Føroyum, sum t.d.
Tórshavn, Klaksvík, Runavík,
Suðuroy ella sum fjarlestur
umvegis Internetið. Hetta
árið í fyrireikingarskeiðinum
vil gera, at næmingurin
búnast fakliga og gerst klárur
til miðnámsskúlan.
• Vit ynskja eina reforma
tion av stuðulsskipanini. Eitt
úrslit av hesum vil vera, at
vit bert gjalda lestrarstuðul
til tey, ið taka skúlagongdina
í álvara, tá miðnámsskúlin í
stóran mun, alt ov ofta tykir
verða nýttur sum ansingar
stovnur eftir fólkaskúlan.
• Vit mæla til, at stuðulin
verður tengdur at avriki
næmingsins, har miðaltalið/
próvtalið hjá næmingum
ávirkar stuðulin. Lutfallið
í millum miðaltal og stuðul
kann verða so: 1) 0 – 7,5 í
miðal = 1600 kr í stuðul. 2) 7,6
– 9,5 í miðal = 2200 kr í stuðul.
3) 9,6 – 13 í miðal = 2600 kr í
stuðul.
Hetta skal vera við til at læra
næmingin, at tað loysir seg
at arbeiða og eggja honum
at fáa sum mest burturúr
lesnaðinum. Hettar skuldi
eisini virkað fyri, at tey, ið
eru í skúla, fáa meiri burtur
úr lesnaðinum, og at fleiri
næmingar fáa betri prógv og
møguleikar til víðari lestur.
Kjak
Dánjal Mouritsson Joensen & Rani Andrasson Skaalum
Vegna UfM (Ung fyri Miðflokkin)
Lærustovnur ella barnaansing?