Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-20, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. oktober 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 33 Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148 andi ár. Í dag er svartkalvi ein mun­ andi veiða í Norður Grønlandi. Eitt tað seinasta árið hjá Poul er innkeypið komið upp á 22.220 kg. Tað var eitt stórt fall í svartkalva­ útflutninginum um ta tíðina Poul doyði. Men seinni kom hann mun­ andi upp aftur. Í 1905 var innkeypið 27 tons. Øll hesi tøl ljóða kanska ikki so stór. Men Jakobshavn var tá eitt uppá seg lítið pláss, har tað bert vóru upp til 7 bátar, sum avreiddu. Upprunaliga var veiðan bert til egna nýtslu, men nú fekst í hvussu er nakað av pening burtur úr. Útflutningurin hjá Poul Müller av svartkalva var nógv størri enn út­ flutningurin frá øðrum kolonium. KGH setti í 1896 kvotu fyri tær ymsu koloniirnar. Her fekk Jakobs­ havn eina størri kvotu enn hinar. Orsøkin fyri hesum var, at tað var so nógvur svartkalvi at fáa á hesum leiðum. Eisini man tað hava talt, at Poul hevur tryggjað »søgulig rættindi.« Poul fekk rættiliga nógv burtur úr. Inntøkan hjá honum av svart­ kalvanum var eitt ár um 6.500 krón­ ur. Til sammetingar kann sigast, at ársinntøkan hjá honum frá KGH var um kr. 3.500, sum eisini var ein góð løn. Nógv brøv til Poul Í brævasavninum hjá Poul Müller er ein hópur av brøvum eisini frá kenn­ ingum í Danmark. Tað er áhugavert, at tað bar til at hava eitt so virkið samband við so nógv fólk so langt burtur, sum Danmark var tá. Her skulu verða endurgivin nøkur brot úr brævi, sum Poul fekk send­ andi frá einum sambandi í Danmark. Hann eitur Anthon til fornavn, men eftirnavnið er illa lesandi. Brævið er skrivað í juni 1901: Kære Ven, Naar De modtager nærværende Brev, haaber jeg, at »Tordenskjold« har været med det Salt, som De saa meget har manglet. Vi kan jo desværre ikke holde Dem forsynet hverken med Tønder eller Salt, hvorfor De endelig om Efteraaret maa rekvirere saa rige­ ligt, at De er sikret mod Mangel. Herom vil Pakningsforvalteren ud­ tale sig – det er ikke mangel paa god Vilje hos mig. Det glæder os særdeles at erfare af deres venlig Brev med Foraars­ posten, at De befinder dem godt. Det maa have været oplivende for Dem, at De har haft musikalsk Underholdning. Intet er saa vel­ gørende for Sindet som det at høre god Musik. Det var jo kedeligt, at De saa­ ledes skulde mangle Blikdaaser til Ryperne, thi det er jo fortræffelig Spise. Men »Tordenskjold« bringer nu de savnede Daaser, og jeg beder Dem derfor meddele mig, om de ønsker Daaser udsendt næste Aar, og i bekræftende Fald hvor mange. Det er mærkeligt, saa klart Børnene bevarer Dem i Erindringen, men det kommer nok af, at min Kone og jeg saa ofte i de lange Vinteraftener kommer at tale om Dem og om, hvornaar De antagelig tager hjem for bestandig. Lad det blive snart eller om længere Tid: Hos os vil de altid finde et Hjem, hvor de er velkommen! De spørger, om der ikke er sket nogen Forandring i Regeringen: Endnu ikke. Kongen er rask og rørig. Men vi faar nu uden Tvivl et Venstreministerium eller dog et blandet Ministerium, thi Højre tabte jo saa mange Pladser ved sidste Valg til Folketinget, at Partiet er umuligt som Regeringsparti. Direktøren (fyri KGH) synes at være sejlivet. Ingen ved, hvornaar han agter at takke af. Hvad Hellefisk­Spørgsmaalet angaar tror jeg ikke, at der sker nogen Forandring foreløbig de første Aar. Fisken kan næppe eksporteres og navnlig ikke til høje Priser. Jeg solgte jo i Fjor noget af Deres Hellefisk til en ganske ny Kjøber, da Røgmanden betænkte sig for længe. Denne Mand skulde ikke købe for egen Regning, men for et Firma i Udlandet, og Fisken blev ogsaa udskibet. Jeg spaaede ham ikke det bedste Held med Eksperimentet, der sikkert ogsaa er mislykket, thi jeg har hverken før eller senere set Manden. Jeg har i Aar solgt Fiskene til Røgmændene, og agter ogsaa fremdeles, saafremt de ikke forsøger at trykke Prisen, at holde mig til dem. Men som jeg skrev med Foraars­ posten: De behøver næppe tiere at mangle Købere, saa længe jeg har med Fisken at gøre. Resultatet fra forrige Aar er forhaabentligt nu i Deres Hænder, det blev jo ikke saa ganske magert. Jeg skal nok sende Dem de rekvirerede Ting, dog ikke Wiener Akvavitten, som efter kompetente Udtalelser er noget Humbug. Jeg ser mig desværre ikke i stand til at skaffe Dem Hønsefoderet fragt­ frit op, medmindre der medfølger Dyr, som skal fodres dermed. Til Slut de venligste hilsener til Dem fra min Kone, Børnene, Ass. Munch, Pladsens folk og deres hengivne Anthon.... Hetta var Müllersøgan Hetta er eitt áhugavert bræv, sum bæði lýsir ein part av vinnuliga virkseminum hjá Poul og lýsir hansara privata samband við vinir, sum hann hevur vunnið sær i sínum arbeiði. Men alt hetta fekk brádliga enda, tá ið Poul doyði seinni í 1901. Í nevndu ritgerð verður róð uppundir, at tað var peningatrot, sum fekk Poul at fara undir hetta virksemið. Men hetta broyttist í hvussu er sum frá leið. Beint áðrenn hann doyði, fíggjaði hann skip í Før­ oyum. Foreldrini hjá honum doyðu seinast í 1800­talinum, og sum skilst var fitt av arvi eftir teimum. Hetta er so seinasti partur í hesi søgu um Müllerfólkið í Havn, sum kann sigast at hava verið ein megnar­ ætt, sum hevur sett stór spor eftir seg í Føroyum. Tað finst tó nógv meira tilfar. Í hesi røð eru nærum bert tikin við tey brøv, sum Poul hevur fingið frá føroyingum. Tað eru enn fleiri brøv, sum hann hevur fingið úr Danmark og frá viðskiftafólki í Grønlandi, og sum eisini eru áhugaverd. Í donskum søvnum finst eisini tilfar hjá Poul og hjá pápa hansara H.C. Müller. Men hetta krevur tó eitt størri granskingararbeiði. Sjálvur havi eg verið hugtikin av hesum fólkum. Tí hevur tað verið ein stuttleiki at hava kunnað skrivað so frægt av hesi søgu, sum tað ið er komið fram í Miðvikuni og í røðini Hendur, ið Sleptu. Komandi partur Í ár eru 70 ár liðin, síðan 2. veraldarbardagi rakti okkum, og tað eru 65 ár síðan, at bardagin var av. Hesi fimm árini kostaðu meira enn 200 føroyskum fiski­ og sjómonnum lívið. Nú tað nærkast Minningardegi teirra sjólátnu 1. november fara vit at hava frásøgnina hjá Malmberg Simonsen um Tór 2, tá 18 fiskimenn doyðu og 3 vórðu bjargaðir Grønlendskur útróðrarmaður á svartkalvaveiði Svartkalvi verður ikki so stórur sum kalvi. Hetta er vist ein teimum stóru Mynd úr bókini hjá Rasmus, beiggja Poul. “Spiling af sælskind.” Havnarmaðurin Poul gjørdi svartkalva til eina lønandi vinnu í Grønlandi