mikudagur 20. oktober 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
32
Miðvikan
Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148
12. partur
L
ars Dyrløv Madsen, okkara
høvuðskelda til hesa søgu um
Poul Müller, hevur serliga kannað
svartkalvaútflutningin hjá honum,
og fyrri partur í hesi grein er ein
samandráttur av tí parti av rit
gerðini hjá Lars, sum serliga snýr
seg um svartkalvan.
Sum víst á í seinasta parti
var Poul frammanfyri sína tíð á
ymsum økjum, sum við telefon og
djórahaldi.
Hann var eisini undangongu
maður innan vinnuliga økið. Hann
royndi at senda heim til Danmark
ar eina heila røð av vørum og fram
leiðslum, sum vóru hansara egna
hugskot.
Tann mest væleydnaða av hes
um framleiðslum var saltaður
svartkalvi, men Poul sendi eisini
fleiri aðrar vørur til ymsar stovnar
í
Keypmannahavn.
Her
vann
Poul sær bæði pening og eitt gott
umdømi.
Eitt serligt samband var harra
Skyum, sum var arbeiðsformaður
hjá Poul, tá ið hann arbeiddi í Keyp
mannahavn. Tá so Poul fekk starv
í Grønlandi var tað natúrligt, at
Skyum bað sín gamla vin útvega
sær grønlendskar vørur.
Tað var Skyum, sum stóð fyri
skipasambandinum millum Dan
mark og Grønland, tí var hann tann
rætti maðurin at hava samband við.
Hetta samband kundi so útvega
teimum báðum eina eyka inntøku.
Poul fekk eisini vørur afturfyri
úr Danmark. Sum frá leið fekk
hann nokk so dýrar vanar, sum tað
sást aftur í hansara keypi av víni og
rúsdrekka. Til sínar føðingardagar
skonkti hann ikki færri enn 11 sløg
av likør til kaffi. Hetta gav eisini
eina uppá seg stóra rokning.
Útflutti falkar og rýpur í dós
Tann 28. juni 1891 sendi Poul til
Skyum eina nýggja framleiðslu.
Hann vildi hava Skyum at kanna,
um hetta var nakað, sum kundi
seljast. Hetta var ein kassi av
fjallarýpum í blikkum. Eisini sendi
hann 25 livandi falkar at selja.
Seks av teimum hevði Poul sjálvur
fóðrað upp. Poul sendi eisini við
ein hóp av dósarýpum sum fóður
til falkarnar.
Hetta gekk ikki so væl, tí fleiri
av falkunum doyðu á ferðini til
Danmarkar..
Poul hevði brúk fyri peningi,
so hann mátti royna nakað annað.
Í 1892 sendi hann til Danmarkar
einar 11 tunnur av svartkalva, sum
hann biður Skyum selja fyri seg.
Nú byrjar svartkalvaævintýrið
hjá Poul. Tað var ikki talan um
nakra marknaðarkanning, so Poul
visti ikki, um svartkalvin yvirhøvur
kundi seljast. Hetta var vágið, tí
útreiðslur hevði Poul undir øllum
umstøðum av hesum.
Fyrsta árið eydnaðist sera væl.
Prísurin sum fekst fyri tunnuna
av svartkalva var 39 til 50 krónur.
Hetta gav tilsamans kr. 1.546 eitt av
fyrstu árunum. Av hesum skuldi
Poul gjalda kr. 202 í farmagjaldi
umframt útreiðslur av framleiðsl
uni. Tað var heilt fitt, sum leyp av.
Poul heldur fram at senda svart
kalva til Danmarkar, har hann varð
seldur til roykivirki. Men sum frá
leið sendi hann til tveir móttakarar.
Hin var Møldrup, sum Poul avloysti
sum kolonistjóri. Nakað seinni
sendir hann eisini svartkalva til
fyrrverandi kolonistjóran Møller.
Samstundis sum Poul sendir
svartkalva heim til Danmarkar,
tilskilar hann persónar, sum skulu
leskast við eini tunnu av svartkalva.
Til skjals er eisini hópur av takkar
brøvum frá slíkum, sum Poul
hevur veitt hendan beinan. Hann
sendir eisini svartkalva til persónar
ovast í toppinum hjá grønlendska
handlinum. Hetta kann vera fyri at
tryggja sær vælvild.
Men hann hugsar eisini um
systir sína Sigrid í Jyllandi. Hon
skuldi hava 50 krónur burturav.
Tað, sum var eftir, skuldi gjaldast
til vínhandlaran Fogt.
Onkrir trupulleikar hava verðið
við Skyum, tí í 1894 sendir hann bert
svartkalvan til nevnda Møldrup.
Fer eisini í holt við
svartkalvalýsi
Í 1897/98 var Poul í farloyvi í Dan
mark. Tá hann kemur aftur til Grøn
lands, sendir Poul svartkalvan til
ein Houlberg.
Nú fer Poul eisini at handla við
øðrum lutum. Hann fær brøv frá
eini røð av stovnum í Danmark,
sum biðja Poul útvega sær ymiskt.
Tað snýr seg millum annað um
Zoologisk Museum, Zoologisk Have
og Valby skúla, sum var ein miðstøð
fyri at útvega undirvísingartilfar
til lívfrøði. Umframt er tað eisini
stjórin fyri KGH, Ryberg, sum hevur
síni ynski.
Øll ynskja lutir úr Grønlandi
at sýna fram, sum beinagrindir av
ymiskum djórum umframt fuglar
og djór, sum eru útstappað.
Tað vóru 14 koloniir og koloni
stjórar í Grønland, men tað tykist
sum at hesar áheitanir komu bert
til Poul. Hann má hava havt gott
orð á sær sum maðurin, ið kundi
greiða slíkar fyrispurningar.
Nú sendir Poul eina heilt nýggja
vøru á marknaðin, nevniliga svart
kalvalýsi. Hetta verður selt á
uppboðssøluni hjá KGH.
Orsøkin til lýsiframleiðsluna
kann hava verið, at Poul hevði fingið
innhandlað meira av svartkalva
enn hann hevði kvotu til. So heldur
enn at blaka svartkalvan í havið
aftur ella at geva hundunum hann,
varð hann bræddur.
Tað kann eisini vera, at svart
kalvin varð blivin ov gamal at kunna
virkast. Ein orsøk kundu eisini vera
tørvur á salti. Poul hevði kanska
fingið meira svartkalva, enn hann
hevði fingið salt frá handlinum.
Men í hvussu er gav lýsið pening
av sær.
Tað er eingin ivi um, at Poul
hevur verið ein slóðbrótari at finna
nýggjar møguleikar. Men fleiri av
hansara tiltøkum góvu einki av
sær sum falkarnir og dósarýpurnar.
Hetta seinna komst eisini av trupul
leikum at gera dósirnar tættar.
Var fyrstur við vinnuligum
útflutningi av svartkalva
Tað er áhugavert at síggja, hvussu út
flutningsmongdirnar og talið av út
flytarum øktist gjøgnum 1890ini.
Hetta er tó eitt sindur ringt at
gera upp, tí nøgdin verður gjørd
upp í tunnum, og tær eru ymiskar
til støddar.
Tað er í 1892, at Poul fyrstu ferð
sendir svartkalva heim við sølu
fyri eyga. Eitt sløð hevði verið sent
heim úr Grønlandi frammanundan,
men tað var mest sum tinganest til
kenningar í Danmark.
Í 1892 verða sendar 10 tunnur,
innvigingarvektin er 1.303 kg. Tá
Poul fer til Danmarkar í farloyvi
kemur útflutningurin í Jakobshavn
upp á 11.813 kg. Í 1899 er nøgdin
12.867 kg. Tá vóru útfluttar 213
tunnur av saltaðum svartkalva frá
Jakobshavn.
Tað árið Poul er í farloyvi verður
framvegis nógvur svartkalvi sendur
til Danmarkar. So væl hevur hann
dugað at læra frá sær.
Niðurstøðan er, at hóast Poul
ikki var tann fyrsti at útflyta svart
kalva, so var hann tann fyrsti, sum
útflutti størri mongdir í fleiri fylgj
Müllerættin:
Poul og svartkalvin
Í undanfarna parti varð greitt frá persóninum Poul Müller, sum var kolonistjóri í Jakobshavn
í Grønlandi til 1901. Hesa ferð verður greitt frá tí svartkalvaútflutningi, sum Poul byrjaði
Brot úr brævi
til Poul Müller
Henda myndin er tikin í Jakobshavn í juli 1901.
Tað kann væl vera Poul Müller í hattinum