mikudagur 20. oktober 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148
Sosialurin
FAROEXPO 2010
Tróndur í Glyvra kirkju
Málningaframsýning verður í Glyvra kirkju fríggja
kvøldið 22. oktober kl. 20. Tað er Tróndur Patursson
(myndin), ið sýnir fram. Listamaðurin fer eisini at
greiða frá síni myndlist. Hetta er samstundis eitt av
fyrstu tiltøkunum á Mentanarvikuni.
List og kvirra
Frá mánakvøldi til leygarkvøld millum kl. 20 og 22 verður tiltakið
»List og Kvirra« á sama staði. Her sýnir Tróndur Patursson
fram. Høvi er at njóta kvirruna í skýmliga kirkjurúminum og at
tendra ljós í teirri serstaku ljóskolbuni. Aftanbøn er mánakvøld,
mikukvøld og fríggjakvøld kl. 21.45. Og sunnukvøldið 31. okt. kl.
20 verður sangkvøld í Glyvra kirkju undir heitinum: »Vit syngja
nýggjar sálmar«. Kór Glyvra kirkju tekur eisini lut.
Strongd er blivin ein fólkasjúka.
Nýggjar kanningar vísa nevniliga,
at 4. hvør persónur í Evropa, hevur
merkt til strongd yvir eitt longri
tíðarskeið.
Tað er ymiskt hvør keldan er til
strongdina, men tá eitt menniskja
fær strongd, so rakar tað bæði
arbeiðsplássið og familjuna. Líka
mikið hvat keldan til strongd kem
ur frá, so er umráðandi at man ger
nakað við støðuna, ÁÐRENN hetta
gerst ein trupulleiki.
Í fyrilestrinum verður komið
inn á, hvat munurin millum posi
tiva og negativa strongd er; hví
vit fáa strongd; strongd á arbeiðs
plássinum; likamlig og sálarlig
tekin uppá strongd; fylgjur av at
liva við strongd; viðgerð av strongd;
sjálvsálit og sjálvsvirðing, umframt
nøkur góð ráð.
Lívsgleði smittar
Eftir ein lítlan steðg, kemur fyri
lesturin um Lívsgleði, sum Niclas
Heri kallar “Born to be alive”.
Hetta er ein jaligur, undirhald
andi og litríkur fyrilestur, sum
avgjørt er ein góður mótpolur til
strongd. Í fyrilestrinum verður
kom ið inn á, hvat lívsgleði er; inn
aru og uttaru virðini; um at lívið er
ein gáva; hvussu vit venja okkum
við broytingum; um tankar og
dreymar; virðir og trúgv; mál og
fokus; avbjóðingar og ótta; um at
læra seg at hugsa jaligt; at njóta
sansirnar og útstrála gleði, og um
at liva her og nú.
Tilmelding og annað
Fyrilestrarnir varða tríggjar tímar
og er kostnaðurin einans 150 kr. fyri
hvønn.
Tilmelding til tiltakið kann
gerast við at ringja til felagið Fegin,
tlf. 525525, á tpost fegin@fegin.fo,
ella við at tekna seg á heimasíðuni
www.fegin.fo
Nær og hvar:
Løkshøll, hósdagin 28. oktober kl. 19.
Nú fáa øll ung millum 10 og 18
ár møguleika til at melda seg
til eitt 2daga Master Class
sangskeið. Anna Faroe hevur
sjálv gingið á Complete Vocal
Institute í Keypmannahavn,
har hon millum annað hevur
lært sangteknikk.
– Anna hevur stóran hug
at læra frá sær og vónar stóra
undirtøku í Mentanarvikuni,
siga fyrireikararnir.
Sangskeiðið verður hildið í
Løkshøll mánadag og týsdag
frá kl. 15.30 til 18.30.
Luttøkugjaldið er 350 kr.
fyri hvønn og tilmeldingin fer
fram á tlf. 566604 og 666600.
Nær og hvar:
Løkshøll, mánadag og týsdag
frá kl. 15:30 til 18:30.
Anna lærir
ung at syngja
Á Mentanarvirkuni verður eitt
sonevnt »Master Class Sangskeið«.
Lærari er kenda føroyska song
kvinnan, Anna Faroe
Anna Faroe fer nú at læra komandi songstjørnur
tey fyrstu stigini innan sangteknikk
Út við strongd –
inn við lívsgleði
FYRILESTUR Millum tey mongu spennandi tiltøkini á FAROEXPO
er ein ella rættari: tveir upplýsandi fyrilestur um Strongd og
Lívsgleði í Løkshøll, hósdagin 28. oktober. Tað er klaksvíkingurin,
Niclas Heri Jákupsson sum kemur at halda báðar, sum hann
undir einum hatti kallar: Út við Strongd – Inn við Lívsgleði.
Tiltakið er bæði ætlað privatpersónum og arbeiðsplássum
- Líkamikið hvat keldan til strongd kemur frá, so er umráðandi at
man ger nakað við støðuna, áðrenn hetta gerst ein trupulleiki. Niclas
Heri Jákupsson fer at halda fyrilestur um strongd og lívsvirði