Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. oktober 2010 · Nr. 149 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Jákup Ziskason, sum er væl kendur innan kokkayrkið, hevur verið lærari á Kokkaskúlanum í Klaksvík í teimum skiftum. Hann byrjaði á Kokkaskúlanum í 1972 og helt so fram í 13 ár. Síðani tók Jákup við aftur í 1994, og gevst nú pr. 1. november. Í sambandi við at Jákup Ziskason fer frá sum lærari á Kokkaskúlanum, var móttøka á Klaksvíkar Sjómansskúla í gjár millum kl. 15 og 17; har hópin av fólki nýtti høvi at heilsa uppá Jákup og takka honum fyri gott arbeiði og annars ynskja honum eina góðan framtíð. Eisini kom fram hvussu nógv og ymisk tiltøk innan kokkayrkið Jákup hevur skipað fyri og sett á stovn, og at hann hevur hópin av frítíðaryrkum, so sum seyð, skiing og fótbólt, at ganga uppí. Kokkaskúlin hevur verið partur av Klaksvíkar Sjómansskúla til 1. august 2010, tá hann varð lagdur undir Tekniska Skúla í Klaksvík – Heitið eftir útbúgvingina er nú marvøruástøðingur. Í løtuni ganga 28 næmingar til hesa útbúgving, sum eru býttir upp í tveir flokkar. Næmingarnir halda til á Klaksvíkar Sjómansskúla og eru bert fríggjadag á Tekniska Skúla. Mynd: Dávur Winther Í blaðnum í síðstu viku fegnaðust vit um, at ung dómur hevði tik ið seg sam an at mót mæla utt an fyri løg ting ið. Orsøkin var, at útbúgv­ ing ar stuð u l in skuldi skerjast. Tað er so hugaligt, at vit aftur hoyra, at pol itisk ung mann a fel øg kalla til fund ar. Með an ung dóms­ virk sem ið hjá politisku flokkunum hev u r ligið so at siga deytt í fleiri ár, so tykjast nú flestu flokkar at hava kveit lív aftur í politisku ung manna ­ fel øgini. Og tað er bara gott. Tað er gott, at ungfólk hava áhuga fyri pol­ itikki, tí vit mugu ikki koma aft ur í ta vanlukkuligu støðuna frá ní ti ár u­ num, tá »politikaraleti« valdaði ­ tá fólk vóru so troytt av politikarunm, at tey ikki vildu fáast við politikk ­ og tá fólk felst hildu hánt um pol i­ tikk og politikarar. Hetta sást best á løg ting s valinum í kreppuni í 1994, tá pol itiskir fundir vórðu hildnir fyri nær um tómum salum ­ og tá topp skor arin á valinum bara fekk góð ar 600 atkvøður. Nógv vatn er runnið í ánni síð­ ani tá. Vit hava havt góðar tíðir og vit hava havt verri tíðir. Sum støð­ an er nú tykist naggatódn at valda í politisku skipanini: Nógvar djarv ar avgerðir eru tiknar síðani krepp­ una. Vit hava sagt frá okkum trið­ in gin av ríkisveitingini, og vit hava tik ið yvir fleiri málsøki við tí erpna enda mál i num, at vit sjálvi skulu valda og gjalda. Men með an pol itiska skipanin í offara kæti hevur dansað um gull­ kálvin, so hava tey gloymt, at erpnu av gerð irnar um at frásiga sær peng­ ar og at átaka sær fleiri upp gáv ur krevja ábrygdarfullar poli tik ar ar, sum duga at umfordeila so leið is, at lands kassin fær aðrar inn tøkur í staðin. Hetta hevur hesa vikuna ført við sær, at ein lands stýr is­ kona ætlaði at taka náttarvakt frá gomlum og sjúkum fólkum. Men eftirsum at hon »ikki visti, hvussu álvarsligar avleiðingar spar in g in fekk«, varð hetta broytt í løg ting i­ num í gjár. Spurn ing ur in er so, um tað er politiskt ella um sit ing ar ligt dugn a loysi sum valdar í Almann a­ ráð num, tá slíkt hendir. Í blaðnum mikudagin kom mið­ flok s ung dóm ur við uppskoti um, at út búgv ing ar stuðul skal veitast eftir dugn a skapi ­ hvussu góðan kar ak­ ter tú fær t í skúlanum. Jú, eitt kre a­ tivt uppskot, hóast asosialu av leið­ ing ar nar av tí valla eru kannaðar til botns ­ men tað er bara gott við ung d ómi í politikki, tí tað er sjón fyri søgn hvussu keðiligir og bein­ leiðis vandamiklir politiskir flokk ar kunnu blíva, sum ikki duga at end­ ur nýggja seg. Vit hava brúk fyri góðum, frísk­ um pol itikarum, sum duga at føra ábyrgdarfullan politikk, tí vit stevna móti eggini ­ eina og al eina av politiskum dugnaloysi og á byrgd­ ar loysi. Politiskt ella umsiting ar­ ligt dugnaloysi hjá Rósu? Beinanvegin Rás2 og Portalurin bóru tíðindini um, at Rúsan skjótt fer at lata handil upp í SMS, settist Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Mið­ flokkin, við telduna. Í hesum sambandi ætlar hann at reisa málið í Løgtinginum har hann fer at spyrja Johan Dahl, landsstýrismann, fleiri spurningar um ætlanina. Hann vil hava at vita, um landsstýrismaðurin tekur undir við at Rúsan letur handil upp í SMS, nær handilin verður latin upp og hvussu nógv, hann væntandi fer at selja fyri. Hann vil eisini hava at vita, um Johan Dahl heldur, at tað er í samsvari við rúsdrekkalógina at økja um útboðið av rúsdrekka, hóast Rúsan skal virka tálmandi upp á nýtsluna. ­ Eftir øllum at døma ger Rúsan ov nógv fyri at økja um nýtsluna av rúsdrekka fyri at røkka avlopskravinum í fíggjarlógini. ­ Avlopskravið er sjálv­ andi ein ómøgulig tvístøða fyri Rúsuna. Tað er ómøguligt at miðja ímóti at selja minni, samstundis sum roynast skal at selja meiri. Tí er neyðugt, at politiski myndugleikin beinanvegin loysir Rúsuna burturúr hesi tvístøðuni. Tað kann gerast við at flyta príspolitikkin til landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum umsitur avgjaldspolitikkin. ­ Rúsan skal undir ongum umstøðum nýta sína orku til at royna at fáa fleiri at drekka meiri. Rúsan skal halda seg til upprunaendamálið, sum er at tálma nýtsluni, sigur Bill Justinussen. Bill legðist ikki á boðini Rúsuna tørvur á Endurnýggjan FSF, B36 og HB hava í felag gjørt av, at allar fløskur, øll blikk, allir dunkar ­ og hvat annars kann hugsast av sovorðnum ­ eru bannað á Stadionøkinum til stór­ dystin millum HB og B36 leygardagin kl. 15. ­ Vit heita tí inniliga á øll um at virða hesa avgerð og bert hava sítt góða lag og ikki løg við í Gundadal, Fótbóltssambandið, B36 og HB í áheitan. Blikk, fløskur og dunkar bannað í Gundadali Kendur kokkur og lærari leggur frá sær Náttar­ tænastan halda fram Vár í gong kjak á síðu 15 Tankar um Jenis og Nóls­ oyar Páll símum absalonsen kjak á síðu 25