Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 149 · 22. oktober 2010 2 VIKUSKIFTI Mong ljós á gøtu míni Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Anna Elinborgardóttir Berg / Eydna Skaale 2 KlummA: Mong ljós á gøtuni 4 IntErvEw: AnnA ElinborgArdóttir bErg 7 ÚtISEtIn: sárA siMonsEn 8 KøKur: MAcAronEs 9 tIPS: turrikløð 10 10 tIng um joAn ørting 11 90 SEKund: jAn lAMhAugE 12 BAKgrund: Politiskir forMEnn 14 tIl ArBEIðIS: rAnnvá troEst 15 umAfturAfturum: høgni djurhuus 16 SAmrøðA: tAð sEinAstA nýggjA frá AstruP@Eik.fo 22 mIðlAmJArr: tAð sigA tEy á fAcEbook og í MiðlunuM 23 tAð hEndIr: konsErtir, tiltøk, bøkur og AnnAð 24 vIKumyndIn Eitt ljós á gøtu míni. Nakað soleiðis nevndist einaferð ein táttur í Sosialinum, ið hevði andaligt innihald. Almikið árið líður, syngja vit so rámandi í sálmi 540 í Sálmabók Føroya Kirkju. Vit eru komin í myrku tíðina, og ljósini á gøtunum tendra nú tíðliga á degi, tí tíðliga skýmir. Og takk fyri gøtuljósini, tí uttan tey var mangan óunniligt. Men helst er tað so í hesum sparitíðum, at tað er sera ymiskt, hvussu nógv hesi ljós fáa loyvi at kasta sínar strálur á skuggarnar á vegnum. Fleiri kommunur eru illa fyri, og tá eru gøtuljósini funnin fressur, tá um sparingar ræður. Tá svartast sær út, verður spart uppá ljósið! Tað er óivað sera ymiskt frá kommunu til kommunu, hvussu mong ljós borgarar síggja á gøtunum. Ella í øllum førum hvussu longi hesi lýsa og sostatt eru at síggja. Og so eru tað tey, sum royna at vekja okkum onnur, og kasta ljós á SEV og teirra ætlanir um vatnorkuútbyggingar. Gamaní kastar tað myrkar skuggar, at SEV enn framleiðir meginpartin av streyminum við at brenna olju. Og tað eigur at boða frá einum umhvørvisvinarligum framleiðara, at vatnorkan verður útbygd. Men sambært uppýsingum hjá mótmælarum, so tømast áirnar við hesum útbyggingum, og so er kanska ikki so nógv vunnið. Men burtursæð frá gøtuljósum og ljósum, ið verða kastað á elframleislu, so hevur myrka tíðin mong onnur ljós. Og her verður ikki hugsað um tey mongu ljósu høvdini, ið sita í væl gøddum – men ofta illa lýstum – sessum kring rundu borðini kring landið. Heldur verður hugsað um hugnaligu jólahøgtíðina. Eisini nevnd »lysenes fest«. Og tað er kanska ikki so løgið, tí smáu perurnar gerast alt fleiri, og hvørt ár verða tær tendraðar fyrri, enn ári fyri. Men sum tað er vælsignað við hesum ljósum, tá myrkast er og dagurin næstan ikki er hómast, innan hann er burtur aftur. Hvørt tað so er rætt, at ein longu sær handilsfólk stríðast við at hongja ljósketur upp, er onnur søga. Men ikki minst er vert at minast – og ikki gloyma – mongu (smáu) ljósini, ið ríka gerandisdagin hjá so mongum. Nevniliga børnini. Gevur ein sær stundir at njóta ljósu løturnar, so er orkan meira at standa ímóti við, tá sparast má í perunum, ið bleiktra bleikar ella gular ovast á pelunum framvið gøtunum. INNIHALD klumman Dagfinn Olsen fyrstafloks øl í mongum variantum FøroyA Bjór gongur undan við góðum øLI og menning av nýggjum øLsLøgum. Øl við rABArBum og Øl við íBLástrI frá BeLgIskum Øltraditiónum bryggjað í Føroyum. ein sera BreIð vifta við mongum FráLíkum variantum – stutt sagt ein moNgD av góðum Øli úr NorðurAtLANtsHAvI lagt tIl rættIs: Leo Poulsen Enn einaferð hava vit fingið tann heiður at smakka gyltu norðuratlantisku droparnar. Tað var við eyðmýkt, at vit fóru undir uppgávuna. Tá eg skrivi vit, so er tað tí, at eg enn einaferð havi fingið mínar góðu ølvinir, Ivan Læbel og Tonny Birkekjær at hjálpa mær. Av tí at ein av framleiðslunum, vit skuldu smakka, var ein cider, fingu vit kvinnurnar við. Eitt sindur einoygt tóku vit ta støðu, at cider er ein kvinnudrykkur. Millum sløgini vóru eisini tvær øl, sum upprunaliga vórðu bryggjaðar hjá Restorffs, men sum nú verða bryggjaðar á Føroya Bjór. Øl og ølfavorittar er heilt klárt eitt subjektivt evni. Men undir øllum umstøðum kunnu vit uttan himpr siga, at norðuratlantiska ølið er góðskuøl. Øl á høgum støði hvat hondverki viðvíkur. Okkurt dámar okkum sera væl, okkurt minni væl. Men tað, sum helst bergtekur okkum mest, eru nógvu sløgini við lítlum muni – ofta ógvuliga lítlum enntá. Føroya Bjór pilsnar Ein ótrúliga deilig gerandisøl. Einki at undrast yvir, at hon fyrr hevur vunnið gull við ølkappingar. Tað kundu vit gott funnið upp á at givi henni eisini. Ein sera góður pilsnari, sum saktans kundi blivið ein favoritt pilsnari – super. Black Sheep Ein premium myrk lager øl. Enn einaferð ein góð øl – eingin bryggimeistari bryggjar jú eina vánaliga øl. Bryggjarin hevur eina ætlan við uppskriftini. Skal eg sammeta má eg siga, at Black Sheep liggur beint undir Sluppølini, sum er veruliga góð. Restorffs Tarvur Ein deiligur pilsnari við góðum liti – eitt sindur myrkari enn flestu pilsnarar, og tað er smakkurin eisini. Flottan kropp og gott skúm – WAU! Ein pilsnari tú saktans kann drekka fleiri av. Ydun Well – vit vita ikki heilt, hvat vit skulu halda. Vit royndu eisini Ydun í november síðsta ár. Tá smakkaði tú rabarburnar betri, ølin smakkaði meiri av frukt. Hon tykist eitt sindur tunn. Men sjálvt ølið er gott. Ein rættilig summarøl. Gott, at nýggja ølin er í klárum fløskum – á tann hátt er talan um eina góða øl við stórum mót setningum. Restorffs Gull Aftur ein fyrsta floks øl. Gott saman spæl millum lit, lukt og smakk. Men kortini halda vit, at Føroya Bjór gull er ein flokk betri. Hon er eftir okkara tykki í einum flokki fyri seg. Føroya Bjór Sct. Brigid Blond Her er talan um eina ótrúliga »roynd«. Talan er ikki um eina klassiska norðurlendska øl. Hinvegin er talan um eina øl, ið veruliga gevur bryggjarínum eina avbjóðing. Ølin hevur klassa og veru­ ligan møguleika. Hon skal bara menn ast eitt sindur. Ølin hevur so nógv í sær, at hon veruliga mettar. Vit bíða við spenningi eftir, hvussu Føroya Bjór kann menna hesa ølina víðari. Føroya Bjór Nordic Cider Hvør skuldi trú, at cider kundi bryggjast í Føroyum? Hetta er ein góður cider við súrleika og søtleika og einum púra náttúrligum súreplasmakki, ikki bara eitt dism. Talan er um veruligan súreplacider. Tað kundu fleiri fram leiðarar lært av. Tað hevur verið ein frægd at smakka hesi ølsløgini. Tað eru ølsløg, okkum dámar minni væl, tá vit tosa um norðuratlantiskt øl, men tað finst so sanniliga eisini øl, sum er høgt í metum hjá okkum. Erik Lüthje Frandsen hevur í mong ár verið limur í Selskab for Vestjydsk Ølkultur. Hevur verið við frá byrjan í 1991, og hevur í fleiri ár sitið í nevndini.