Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. oktober 2010 · Nr. 149 4 Sosialurin STUÐUL Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at betala meiri enn helvtina av eini nýggjari ítróttarhøll, sum Neistin ætlar at byggja. Tað er nógv meiri enn vanligt og nú vænta tey onnur feløg fara at seta somu krøv. Áki Bertholdsen Í Gjárkvøldið samtykti Tórs­ havnar Býráð einaferð enn at geva hondbóltsfelagnum Neistanum 60% í stuðuli til at byggja nýggja hondbóltshøll við Landavegin í Havn. Men í gjárkvøldið varð eisini samtykt, at stuðulin skal fella til gjaldingar tey næstu trý árini og ikki tey næstu 10 árini, sum tað áður hevur ligið í kortunum. Kortini verður í mesta lagi latin 60% stuðuli av ein­ um byggikostnaði upp á 25 milliónir, ella í mesta lagi 15 milliónir. Hetta er tvær ferðir so nógv, sum býráðið van liga letur í stuðuli til slíka bygg­ ing, tí vanliga er kommunali stuðulin 30%. Men Kommunan gjørdi av at traðka til í hesum føri, tí Neistin hevur ongan stuðul fingið frá landinum høllina, hóast landsstýrið frammanundan hevði givið felagnum tilsøgn um stuðul. Men síðani komu kontra­ boð um at tað ikki bar til at fáa stuðul, tí landið hevði ongar pengar sett á kontuni, sum slíkur stuðul verður latin av. Leggjast kann afturat, at Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í menta­ málum, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at hon ætlaði framvegis, at Neistin skuldi fáa stuðul úr landskassanum til høllina. Men nakað bein­ leiðis lyfti gav hon ikki. Fáa rætt yvir høllini Afturfyri at játta eyka stuðul til høllina hjá Neistanum, fær Tórshavnar Býráð ymisk rættindi yvir høllini. Eitt av hesum rættindum er, at Kommunan hevur ræðið á høllini hvønn gerandisdag frá klokkan átta á morgin til klokkan 14 seinnapartin til skúla­ frítíðarskúla­ og barnagarðsbørn. Somuleiðis verður Neistin allarhelst noyddur at frásiga sær venjingartímarnar á Høllini á Hálsi. Tað var eitt einmælt bý­ ráð, sum samtykti at lata Neistanum stuðulin, hóast summir býráðslimir høvdu síni fyrivarni. Eitt nú væntaði borgar­ stjórin, at onnur feløg fara nú at biðja um somu sømdir, sum Neistin hevur fingið. Men hann staðfesti, skal tað yvirhøvur eydnast at byggja høllina, noyðist bý­ ráðið at stuðla so dyggiliga. Men tað kom eisini fram, at tað hjálpti upp á vælvildina í Býráðnum, at høllin skal byggjast í vesturbýnum. Stuðulin skal latast yvir nøkur ár. Men á ætlaðu fíggjarætlanini fyri næsta ár, er 1,5 millión ov lítið sett av til endamálið, so antin má fíggjarætlanin hækkast, ella má tilsvarandi sparing finnast á øðrum málsøkjum. aki@sosialurin.fo Mugu fáa reinar linjur Nú er tað neyðugt, at Tórs havnar Býráð fær ein greiðan poli tikk fyri, hvussu ítrótt­ ar og onnur frí tíðar­ feløg í býnum skulu stuðlast. Tað heldur Jan Christ iansen, býráðs­ lim ur. Hann vísti á, at sum er, verður stuðla fram eftir fummum frá mál­ ið til mál. Vanliga letur komm­ unan 30% av byggi­ kostn aðinum. Men fyri stuttum er ein fim leikar høll fyri 60 milli ónir bygd til tvey fim leikara høll og hana betalti kommunan alla sum hon er. Høllina til Dansi­ frøi betalti kommunan 60% í stuðuli til og nú skulu vit aftur betala 60%í stuðuli til Neistan. Hann staðfesti, at hann tók undir við øllum hesum tiltøkum, men hann heldur eis­ ini, at býráðið má fáa ein greiðan politikk á økinum fyri at sleppa undan at alt fer á glið og fyri at ein ávís upp­ hædd kann setast á á fíggjarætlanina hvørt ár, sum býráðið kann halda seg innanfyri. Sum støðan er nú, er ov lætt at leggja býr­ áðslimir undir trýst við vanda fyri, at alt fer á glið á økinum. Aðrir býráðslimir tóku undir við, at tað er tørvur á at fáa greið ari linjur. Áki Bertholdsen Í løgtinginum og í lands­ stýr inum verður grovur mis munur gjørdur á Havn ini og á teimum ymsu økjunum kring land ið. Tað er vanlig hugsan í Tórshavnar býráð. Tá ið spurningurin um at stuðul til hond bólts­ høllina hjá Neistanum varð til viðgerðar í bý­ ráð num í gjárkvøldið, varð orðaskiftið snar­ að inn á, hvussu ó rætt ­ víst Tórshavnar Komm ­ una verður við farin av politisku lands mynd ug­ leikunum. Heðin Mortensen vísti á, at landið fer nú at byggja og betala 100% av eini ítróttarhøll í Sandoy, har tey ”nóg illa fáa mannað eitt innandura fótbóltslið”, sum Jákup Símun Simonsen tók til. – Tað merkir so, at eis­ ini havnarborgarar skulu betala sín part av ítróttar­ høllini í Sandi. Tað stóð heldur ikki á fáa stuðul úr lands kass­ anum til badmintonhøll í Klaksvík. Men Neistin, sum er felag í Havn, fær ongan stuðul. – Í Suðurstreymoy ber onki til og tí má Tórs havn­ ar Kommuna taka um endan, søgdu Býráðslimir í Havn um høllina hjá Neist anum. Býráðslimir vístu eisini á, at samgongan hevur stuðlað eini almennari Trygdarmiðstøð í Klaksvík við teirri avleiðing, at ein privat trygdarmiðstøð í Havn fór á heysin. Hvassastur var Ják up Símun Simonsen, sum vísti á, at Havnar Sjúkra­ kassi varð avtikin við einum pennastroki og flutt ur til Klaksvíkar og Strand ferðslan varð flutt til Suðuroyar. – Og í Hovi hava tey bygt ein ”opnahjall” av ein­ um skúla ímeðan skúla­ depilin í Marknagili enn einaferð er útsettur. Býráðslimir vístu eisini aftur og aftur á, at ágangur er á vinnuháskúlan at fáa hann til Klaksvíkar. Og nú verður eisini tos að um kommunala út javning og tað merkir, at tað skal takast frá Havn ini og latast til aðrar komm unur. Fingu av grov ­ fílini í Tórs­ havnar Býráð UNDANSTØKKING Býráðs limir í Havn góvu Løg tingi og lands­ stýri av grovfílini í gjárkvøldið Hóast stuðulin frá Tórshavnar Býráð var endaliga staðfestir í býráðnum í gjárkvøldið, er enn langt eftir á mál, áðrenn høllin kann byggjast. Vagnur Michelsen, ein av undan gongu monnunum at byggja høllina, segði við Dag og Viku í gjárkvøldið, at høllin verður ikki bygd, fyrrenn landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at frítaka ítróttarhús fyri mvg, so at Neistin kundi fáa mvg aftur. Annars verður høllin ov dýr, tí hon kostar longu vænt andi 25 milliónir sum er, uttan mvg. Hetta er eitt uppskot, sum samgongan leingi hevur tosað um, men veruleikin er, at enn er púra óvist, nær tað verður lagt fram og um tað yvirhøvur fer at bera til at finna semju um tað í Løgtinginum. Samgongan hevur ætlað, at lógin skal fevna um mvg frítøku fyri mentanarhús og ítróttarhús. Men støðan er nevniliga tann, at nógvar kreftir í sam gonguni, og í Løgting in­ um annars, krevja, at orðið mentanarhús skal tulkast í víðari merking og at mvg frítøkan sostatt eisini skal vera galdandi, tá ið átrún­ aðarlig samkomuhús av yms­ um slagi verða bygd. Hetta hevur elvt til, at tað hevur gingið strilti at fáa málið fram í Løgtingið og ongin veit um tað yvirøvur fer at eydnast. Langt eftir á mál Býráðið strekkir seg fyri at fáa ítróttarhøll í Havn Tað sá ljóst út, tá fyrsti spakin varð settur í at grava út fyri nýggjari Neistahøll. Stórir snávingarsteinar eru fingnir av vegnum, men enn er onkur eftir, áðrenn farast kann undir nýggja hondbóltshøll við Landavegin í Havn