fríggjadagur 22. oktober 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 149 · 22. oktober 2010
4
VIKUSKIFTI
Fongsulsvitjan
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Vestre Fængsel er ikki eitt serliga inn
bjóðandi stað. Høgu, reyðu múrsteins
múrarnir við píkatráði omaná og fleiri
metra høgum hegni uttanum boða
ikki frá gestablídni. Hóast tað, hevur
fonglsið 445 gestir, sum vitja í longri og
styttri tíð. 445 fólk, sum eru læst inni
og sum missa ræðið á egnum lívi. Hetta
er ein bygningur fullur av læstum,
tung um og sverum hurðum, og tað
luktar inniklemmað. Tað einasta, sum
brýtur kvirruna á longu gongdunum
við endaleysum røðum av læstum
stálhurðum, er ljóðið av glintandi lykla
tyssunum hjá fangavørðunum. Tað
ljóðar kanska ikki sum eitt dreymastað
fyri eina unga kvinnu, men Anna er
komin á røttu hyll.
– Eg havi fantastiskar starvsfelagar,
og eg havi eisini gott samband við
summ ar av fangunum, vísir Anna á.
Hóast fleiri av fangunum eru mis
tonktir fyri álvarsom lógarbrot sum
harð skap, narko, neyðtøku og dráp, so
er tað ikki nakað, Anna hugsar um.
– Tey, sum sita her í Vestre Fængsel
eru fólk, sum eru varðhaldsfongslað.
Tey eru altso ikki dømd, men bíða eftir
rættar gongd. Og tað er ikki mín upp
gáva at døma tey, tí tað skal dóm stól
urin gera. Eg skal syrgja fyri at hjálpa
teimum her í fongslinum, greiðir Anna
frá.
Álopin av fanga
Anna arbeiðir á sonevnda sjúkra hús
inum í Vestre Fængsel. Hetta er ein
fongsulsgongd við læknum og sjúkra
systrum, umframt fangavørð um.
– Hetta er einasta fongsulssjúkrahúsið
í Danmark, so her koma fangar úr øll
um landinum, sum eru komnir illa til
skaða ella eru sjúkir. Deildin er býtt upp
í tvær hæddir, onnur er fyri kroppsliga
sjúk og hin er fyri sálarliga sjúk. Hetta
er eisini ein av fáu gongdunum, har
kvinn ur og menn sita á somu gongd,
greið ir Anna frá.
Meðan hinar gongdirnar eru býtt ar
upp í til dømis konufólkadeild, ung
dóms deild, isolatiónsdeild og rockara
deild, so kemur Anna í samband við
fangar av øllum deildum, og tað kann
gott skapa trupulleikar. Tað bera smáu
gulu seðlarnir á fleiri av klivahurðunum
boð um.
– Ein gulur seðil á hurðini merkir, at
vit ongantíð mugu fara inn til fangan
einsamøll, tí tá verður fangin mettur at
vera vandamikil, fortelur Anna.
Sjálv er hon einaferð álopin av ein
um fanga.
– Vit læra tíbetur sjálvforsvar í skúl
anum, og hann var lítil, so eg kláraði at
halda honum frá at gera mær nakran
skaða, inntil aðrir fangavørðar komu
til hjálpar. Vit hava altíð ein alarm á
okkum, og tað tekur umleið 30 sekund
at savna 40 fangavørðar av ymsu deild
unum, sum sleppa øllum og koma renn
andi til hjálpar. Summir eru sjálvandi
skjótari til hjálpar enn aðrir.
Anna sigur, at hon tó ongantíð
er bangin, hóast hon hevur upplivað
nógv ar harðligar fangar seinastu tvey
ár ini. Hon heldur, at um hon skuldi
verið bangin hvønn dag, mátti hon
funn ið sær eitt annað starv.
– Summir fangar klára bara ikki at
síggja hendan bláa fangavørðsbúnan.
Tey eru ill við skipanina, og okkara búni
er vorðin eitt tekin um skipanina. Tí
rætta tey alla sína vreiði ímóti okkum.
Men tað eru bert nøkur fá. Fleiri eru
eis ini fitt, takksom og góð við okkum,
og tey skilja, at vit ikki hava skyldina
av, at tey eru endað her.
Anna sigur, at tað eisini hendir, at
fangar leypa á hvønnannan, og tað
kemur meiri enn so fyri, at tað eru stór
ir bardagar, sum fangavørðarnir skulu
skilja sundur aftur.
– Vit hava verju; bæði skjøldur,
krops verju, piparspray og stavar, og um
tað er heilt illa statt, so kunnu vit ringja
eftir eini innsatsstyrki, sum kemur og
24 ára gamla anna Elinborgardóttir bErg hevur sín gErandiSdag ímillum
drápsmenn, pædofilar, tjóvar og bandalimir. hon lærir til fangavørð í
vEStrE fængSEl í Keypmannahavn, og hóast fleiri av fangunum vilja henni
ilt, so er hon ikki bangin. – eg havi altíð alarmin hjá mær, og um eg var
bangin, so burdi eg funnið mær eitt annað Starv, sigur hon avgjørd
Í støðugum
vanda
fyri álopi
Tey, sum sita her í Vestre Fængsel eru fólk,
sum eru varðhaldsfongslað. Tað er ikki mín
upp gáva at døma tey, tí tað skal dóm stól urin gera
Ansa eftir
lyklunum!
Tað eru nógvir lyklar í Vestre Fængsel. Hvørja
vakt eru sera nógv starvsfólk í fongslinum, bæði
fangavørðar, kontórfólk, læknar, sjúkrasystrar,
prestar, sosialráðgevar og onnur, og tey hava øll
hvør sítt lyklatyssi við nógvum lyklum í.
Anna greiðir frá, at um bara ein einasti lykil
verður burtur, so steðgar øll skipanin upp, allir
fangar skulu læsast inni og alt verður sett á
pausu, inntil antin lykilin er funnin aftur, ella øll
lásini eru skift. Tað kostar umleið eina millión at
skifta bæði lás og lyklar, og harumframt missir
tú starvið. Tí er tað regla nummar eitt, tá tú ert
fangavørður, at ansa væl eftir lyklinum, sigur
Anna Elinborgardóttir Berg.