Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 22. oktober 2010 · Nr. 149 Sosialurin Góði Guttormur, nú fór tú so brádliga. Ikki vardi tað okkum, at tú takkaði fyri teg, og sovnaði inn í ævinleikan bert fáar dagar undan at tú vildi blivið sjeytifimm. Vit høvdu ætlað okkum at geva tær eina líkinda gávu, men hetta verður nú av ongum, og helst fært tú bert okkur prýði, tá vit bera teg síðsta strekkið til tín hvíldarstað. Trúliga var tú til kaffi hvønn morgun kl 10, og sakn­ urin verður stórur, nú tú ikki kemur meira. Kanska lata vit stólin standa, so tú bukkar beinini tá tú í okkara huga leggur leiðina framvið. Hugsaði um tað í síðstu viku, helt at tú í seinastuni líkasum var blivin heldur róligari, nakað sum líktist tí at fáa frið í sinnið. Helt, at hetta kanska hevði samband við, at tú nú var liðugur, at umseta tað tú setti tær fyri, og at tú júst var komin aftur av ferð í Íslandi við svenska soni tínum og hans­ ara familju. Eisini hevði tú keypt tær ferðaseðil til Dan­ markar, at vitja dóttir tína í Keypmannahavn og abba­ dóttrina. Ferðin gjørdist av ong um, tí lagnan vildi tað ann arleiðis. Møguliga var tað bara tað at tú føldi teg liðnan, og hevði gjørt tað tú skuldi. Løgið var tað í hvussu er, at seinasta sendingin tú sást, varð sendingin, ið varð tikin upp seinasta mánadag, har tú greiddi frá um høvuðsverkið »kaldbaksbátin«. Tá sendingin var at enda, sovnaði tú helst burt ur, nøgdur við tað tú sást. Nú verða ikki fleiri trætu­ mál um hvørt tað er »góðan morgun« ella »góðan dag«, tí morgunmaður vart tú, og dag urin var longu gamal tá tú komst. Nú verða ikki fleiri samrøður um lívsins við urskifti, um náttúrunar loyndarmál og lívsins óloysi­ ligu spurningar. Ikki fleiri lesarabrøv og seinasta cigar­ in er eisini sløkt. Tú segði mær herfyri, at tú tók hvønn dag sum eina gávu. Eg hevði ynskt tú átti nakrar fleiri gávudagar, men har gjørdist einki, tú átti ikki fleiri hjartasløg. Guttormur! Hetta gjørdist ein sorgardagur, men hetta fáa vit ikki gjørt nakað við, tí hetta er lívsins gongd, so hvíl í friði har tú ert, og takk fyri tíðina eg var heppin at kenna teg. Vinur tín Jan Havlívfrøðiliga royndarstøðin, Kaldbak, 19. oktobur 2010 Ein seinasta heilsan til Andrias Guttorm Djurhuus føddur 26. okt. 1935 og deyður 19. okt 2010 Andlát Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri pápi, bróðir, svágur, verpápi og abbi okkara Tórður Grønborg Holm tórshavn andaðist á landssjúkrahúsinum týsdagin 71 ára gamal. Kistan fer úr landssjúkrahúskapellinum leygardagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni sunnudagin kl. 14.00. Vegna familjuna Ingilín, Borgarhjørt og Hallur Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæra kona, mamma, omma, langomma og vermóðir Olbana Heinesen Leirvík andaðist og varð jarðað. Vit takka tykkum í Giljagarði og á klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri góða hjálp og umsorgan. Takk fyri vøkur og uggandi orð í kapellinum, Hebron og í kirkjugarðinum. Eisini ein tøkk til Missiónshúsið og tykkum, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Og til seinast eina stóra tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Hebron, og til tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Andrew og børnini Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum stukku inn á gólvið á gullbrúdleypsdegi okkara tann 1. í.h. og gjørdu okkum dagin hugnaligan. Stóra tøkk fyri gávur, blómur og heilsanir. Elisabeth og Jógvan Andreassen Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma, vermamma og omma okkara Ragna Olsen Vestmanna andaðist og varð jarðað. Tøkk til prest og kirkjutænarar, sangarar og berarar. Og øllum tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til kirkjuna. Ein serstøk tøkk til heimasjúkrasystrarnar fyri at vera so væl um hana hennara síðstu tíð. Familjunnar vegna Óli Hans