Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 149 · 22. oktober 2010 19 VIKUSKIFTI Nýggj og frálík hús í Miðvági Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Nýggju arkitektteknaðu og væl bygdu húsini eru sera livilig og orkusparandi. Umhvørvið Tú koyrir gjøgnum bygdina til nýggju rundkoyringina og sneiðir inn á vegin niðan til nýggja familjuvinaliga býling- in í Miðvági. Í náttúruvakra og veður- góða umhvørvinum finnur tú hugnaligu og barnavinaligu gøtuna, við tí góða grannalagnum. Har er frálíkt útsýni yvir bygdina og fjørðin, og sparkivøllur og spælipláss er beint við. Stutt er oman í bygdina til nýggja dagstovnin, skúlan, ítróttarøkið og handlarnar. Uttanum Alt tað stóra stykkið er grivið út og planerað, so tað er sera lætt at byggja garð, tilbygningar og garagu, um tørv- ur er á tí. Beint uttanfyri úthurðina er stórt útigólv / terassa, ið vendir móti góða sólarganginum, og vinkulrættu lonirnar geva gott læ. Snið, stílur og dygd Húsini eru bygd, so tey hóska sera væl til landslagið og umhvørvi, og so eru tey eitt av fáu ektaðu 1-planshúsunum í landinum. Her er alt í einari hædd – sera lætt at halda og gott at liva í. Húsini eru klødd við breiðum brettum, ið undirstrika vakra sniðið og arki- tekturin. Inni er alt nýtt og ljóst, vakurt og fjálgt. Alt er gjørt eftir nýggjasta byggihátti úr besta tilfari við besta handverki. Húsini eru sera væl bjálvað, og orkan kemur frá einari sjálvvirkandi hita- pumpu (luft til vatn), so nýtslan er sera lítil, sjálvt um húsini eru stór og við stórari flatu. Gólvhiti er allastaðni, so eingir radiatorar mispríða rúmini, og tú kennir teg altíð heitan, sjálvt um rúmhitin ikki er so høgur. Øll rúmini eru stór, so húsini virka sera rúmsátt. Góða rúmuppbýtið og góði samanhangurin millum rúmini gera tey sera livilig og løtt at halda. Her kunnu øll vera saman og tó fáa frið fyri hvørjum – alt eftir tørvi, eins og størri og minni veitslur kunnu verða hildnar, tá ið høvi býðst. Stórt ovasta- loft er at goyma og stúva í, er tørvur fyri meira plássi til tess. Innrætting Stórt útigólv, inngongd, hall, gestawc, køkur / alrúm, bryggers / vaskirúm við egnari inngongd, borðsstova / stova, millumgongd, hjúnarrúm, baði- rúm og 3 kømur. Hartil er ovastaloft og krúpikjallari. Møguleiki er fyri at byggja til við hurð frá verandi bygn- ingi. Fakta Adressa ..............Rasmussargøta 5, Miðvágur Byggiár: ..............2007 Hæddir: ...............1 Gólvvídd: .............162 m2 Grundøki: ............756 m2 Hjallur: ................møguleiki at byggja Bilhús: .................møguleiki at byggja