fríggjadagur 22. oktober 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. oktober 2010 · Nr. 149
20
Sosialurin
Í 1912 datt ein 2 ára gomul
genta á sjógv av Kongabrúnni.
Hon at Gerda og var næstelst
av børnunum hjá Cathrine
og Oluf Skaalum, og tey búðu
har í nánd. Pápin, Oluf, var
lærari, tingmaður og blað
stjóri á Dimmu. Mamman
hevði
verið
lærarinna
í
Nóls oy, áðrenn tey hittust.
Gentan kom uppaftur á
land; men mamman gjørdist
hjartkipt og vildi flyta burtur
frá
sjónum.
Hon
hevur
kanska sett ein passara í har
á Kongabrúnna, og tað fjar
asta staðið mundi vera har
uppi, sum seinri kom at eita
Hoydalsvegur 1 í Stóru
stovu, sum familjan hjá
okk um, Kára og mær, seinri
fluttu inn í.
Familjan Skaalum keypti
grundstykkið har uppi, fóru
undir at byggja í 1913 og
fluttu inn í húsini í 1914; men
longu í 1918 rýmdu tey niður
til Danmarkar í høl unum á
Svenning Rytter, amt manni,
sum kendi, at sjálv stýris
hugað fólk í Før oyum fingu
ov góðar sømdir frá donsku
stjórnini.
Oluf
Skaalum
gjørd ist
fyrstilærari
og
skjótt eisini sóknar stýris
formaður í Hareskov By.
Í millumkrígsárunum var
hann fleiri ferðir í Før oy
um sum serkønur í skúla
mál um sendur av danska
kenslumálaráðnum.
Cath
rine fór undir útbúgving
sum juristur og starvaðist
í mong ár sum fulltrúi í
Overformynderiet.
Húsini skiftu eigara einar
tværtríggjar ferðir, áðrenn
landið keypti tey aftan á
seinra heimsbardaga, og vit
kundu so leiga tey frá 1951.
Umvegis førdi soleiðis
politikkur til, at vit komu at
búgva við Havnará.
Familjan Skaalum flutti
burtur frá sjónum, men ikki
frá vatninum, sum Gerda
var dottin í, tí rættiliga nógv
av tí kom úr Havnará, sum
rennur út júst í ósan har á
Kongabrúnni. Tey fylgdu so
at siga ánni niðan um býin
og búsettust á eini høvd
við ánna. Tey komu tætt
at ánni, sum kom at knýta
og kvetta bond hjá Kára, og
sum onkursvegna eisini kom
at knýta støð og hendingar
saman hjá Kára. Havnará
rann fram við gamla HB
hús inum og plenuni, sum nú
er niðari vøllur í Gundadali.
Har kom Kári at vísa og
menna
sítt
heilt
serliga
talent, og har knýtti hann
nógv bond á ítróttarøkinum.
Hon rann eisini tætt undir
húsunum hjá abba og ommu
í Gundadali, har Kári var
rættiliga
nógv,
og
hann
hevði eisini búð har fyrsta
árið, tey búðu í Føroyum, og
so rann Havnará eisini beint
undir húsunum hjá okkum í
Stórustovu.
Vit vóru nógv í og um
hesa á – eisini í tí sera vakra
økinum við Sjónleikarhúsið,
áðrenn áin og alt varð lagt
undir heilt. Uppi við havan
hjá okkum vóru stoyptir
nakrir stabbar tvørturum,
og við nøkrum plátum at
seta
millum
stabbarnar
kundu byrgingar gerast og
stórir hyljar skjótt fáast
til vega – væntandi til eld
sløkkingarendamál.
Tá vit vóru heima nú á
jólum, spurdi eg Kára, um
hann einaferð hevði bjargað
mær upp úr ánni, sum eg
hevði hoyrt okkurt um.
Jú, jú – tað var ein dagin,
tá hendan byrgingin hevði
gjørt ánna fram við havanum
hjá okkum til ein stóran hyl.
Eg mundi vera eini 3 ár; men
eg minnist einki um hetta.
Eg datt útí, og Kári leyp útí
eftir mær. Hann hevur verið
eini 1011 ár. Men tað var ikki
so lætt at fáa fatur á mær,
tí eg svam onkursvegna í
fullspeed. Men hann fekk
meg so upp, og rennvátir fóru
vit báðir niðan til mammu. Í
staðin fyri eina tøkk, fekk
hann ein lúsing ella kanska
eitt skeld, tí hann ikki hevði
ansað betur eftir, at eg eg ikki
datt útí. Nú var tað hennara
túrur at vera hjartkipt og at
ynskja seg burtur frá ánni.
Hann fekk heldur onga
Carnegie heiðursløn. Men eg
vil takka Kára fyri, at hann
bjargaði mær, og henda
hending knýtti serlig bond
millum okkum. Bond sum
knýttu lív okkara saman.
Hetta var bara ein av lús
ingunum, hann fekk í lív
inum, og hetta var kanska
eisini einasti lúsingur, hann
fekk frá mammu, tí hon
plagdi als ikki at langa slíkar;
men hon var skelkað tann
dagin. Hann hevði tvey góð
og umsorgsfull foreldur, sum
elskaðu hann.
Vit fingu øll ein lemjandi
lúsing eini 45 ár seinri, tí tá
druknaði Jón, beiggi okkara,
einar 510 metrar frá, har
Kári bjargaði mær upp. Tá
var Kári í skúla, og hvørki
hann ella nakar annar kundi
draga Jón upp á turt. Jón
slapp at liggja ov leingi í tí
lítla hylinum, har so at siga
bert andlitið var undir, tá
mamma fann hann. Hann
hevði fylt 51 í apríl í ár , og tá
var hann knapt 2 ár.
Kári var nógv uppi hjá
abba og ommu og tað hálva
árið í 54/55, tá fastir okk
ara Ásta var heima frá
Middelfart, knýtti Kári seg
nógv til hana. Tá hevur hann
verið 910 ár, og har vóru
eisini bond kvett, tá hon
varð send av aftur landinum
og innløgd aftur á Middelfart
onkuntíð á vári í 55. Á ólav
søku sama ár fór abbi til
gongu til heimbygdina Leyn
ar, sum hann hevði gjørt so
oftani. Hann var tá um 74, og
hann slapp sær burtur frá
hurlivasanum og spruttinum
á ólavsøku. Familjan var
ikki bangin um, at hann fór
einsamallur um fjøllini. Men
hesa ferð endaði galið. Hann
doyði oman fyri bøgarðarnar
í Norðradali. Hann var dottin
og hevði brotið beinið, men
sum eg havi skilt ikki løstað
seg meira álvarsamt enn
tað. Hann megnaði ikki at
ganga oman til Norðradals;
men hann hevði nokk roynt
at grulva oman móti bygdini.
Hann kom ikki oman og kom
at liggja so leingi, at hann
doyði av tí. Tey í Leynum
vistu ikki, at hann var á veg,
og tey í Havn vistu ikki, at
tey í Leynum ikki vistu, at
hann var á veg. So tað vardi
rættiliga leingi, fyrr enn
nakar fór at sakna hann.
Ein maður í Norðradali
var sera keddur aftan á, tí
tað var, sum hann hevði
hoyrt róp – kanska at onkur
eisini hevði rópt navnið á
sær. Hann hugdi her og har,
men fann einki ella ongan,
og hann hoyrdi heldur einki
róp afturat. Har hevði heldur
eingin ringt og spurt, um
Jóan Frederik var komin til
teirra.
Her hevði Kári knýtt seg
tætt at tveimum persónum,
sum brádliga hvurvu. Hetta
vóru aðrir lúsingar stutt
áðrenn hann fekk hin, tá han
leyp útí eftir mær.
Kári var føddur sama dag,
sum ST varð stovnað, og
kanska einastu ferð, babba
yrkti ein sang, var til 14 ára
dagin hjá Kára, og niðurlagið
í hesum megnarsangi var
um, tá ST var føtt. Hann var
elstur av systkjunum í eini
familju, sum var komin heim
aftan á krígslok, í eini familju,
sum legði seg frammarliga í
at byggja landið. Kári hevði
ríkar gávur, og stórar vónir
vórðu knýttar til hansara
avrik. Kanska var hann ov
bleytur til alt tað.
Fara vit niðan eftir ánni,
so koma vit niðan á plenuna,
og har hevði hann góðar
løtur. Mamma tók onkuntíð
til, at Kári búði uppi á plen
uni (nú høvdu vit sagt á
vøllinum), frá hann var 6
ár. Í føðingardagsgávu frá
Jógvani Johansen (seinri: á
Lag) hevði hann fingið eina
HBtroyggju, og tað hevði
sín sterka leiklut í, at tað
var HB og fótbólturin, sum
fingu so stórt pláss í hansara
hjarta. Jógvan var ein góður
vinur og hollur stuðul øll
árini. Takk fyri, at tú vart
so góður við Kára, Jógvan!
Kári var eitt fenomen á
vøll inum,
og
skjótt
ein
stjørna á fótbóltshimlinum
og var yngsti leikari sum var
komin á landsliðið sum bert
17 ára gamal. Eg minnist,
hvussu menn gingu inn til
babba at tosa um henda
framúr fórbóltleikaran. Har
fekk hann eisini lúsingar.
Á heysti 1969, tá hann var
24 ára gamal, fekk han ein
álvarsligan skaða í økslina
í einum samanbresti við
ann an leikara, ein málmann,
haldi eg. Á vári í 1970, tá
hann var komin nøkulunda
fyri seg eftir skaðan, fekk
hann ein annan lúsing. Eg
gekk uttan fyri húsini hjá
okkum í Gundadali, sum
vit vóru flutt í í oktober 69.
Tað bar til at fylgja rættiliga
væl við dystinum gjøgnum
áskoðaraýl, fagnaðarróp og
tøgn. Einaferð fór eitt suff
gjøgnum fjøldina, og so var
tøgn, sum um tey stóðu og
hildu ondini, og stutt aftan
á hoyrdist ambulansan. Eg
hevði sterka kenslu av, at har
var okkurt hent við Kára. Tá
Jógvan Johansen kom ella
ringdi og vildi tosa við babba,
var eg greiður yvir, at har var
hent okkurt við Kára.
Kári hevði lisið spælið
og sæð møguleikan, var
runn in fram sum eitt skot,
hevði fingið fatur í bóltinum
og gjørdi klárt til eitt av
sínum eyðkendu hørðu og
vandamiklu skotum á mál.
Hann rakti tíverri niður í
vøllin í staðin fyri bóltin,
og har vórðu bond kvett
bæði so og so tann dagin.
Øll liðbondini í fótinum
ruku, tí fóturin fór tvørur.
Áskoðararnir
suffaðu
og
hildi ondini, tí teir týðiliga
hoyrdu brakið í fótinum, og
eingin var í iva um, at har var
hent okkurt sera álvarsligt.
Hetta var kanska størsti
lúsingur, Kári fekk, tí frá tí
løtu var hann ikki nakað
fótbóltsfenomen longur. Tá
fall stjørnan við einum braki.
Tað, sum hann hevði livað og
andað fyri seinastu 18 árini,
hvarv sum døgg fyri sól.
Hetta, sum kundi verið eitt
stjørnu skot, gjørdist eitt
stjørnuskot. Hann royndi
at berja seg uppaftur og fór
enntá í B36, har hann fekk
onkran dyst á øðrum liði..
Hann var bert 7 ár í før
oyskum
toppfótbólti.
Av
teim um var hann 2 ár í út
búgvingarørindum
niðri,
og eitt ár arbeiddi hann
og spældi á einum liði í
Dundee í Skotlandi. Tá vóru
bert bløðini og Útvarpið
av miðlum at eksponera
stjørnurnar.
Hevði
hann
fingið bæði 15 og 20 ár á tí
himlinum, so stóð stjørnan
bjartari í dag. Men tú kanst
framvegis hitta fólk, sum
høvdu við fótbólt at gera í
sekstriárunum, sum siga,
at Kári var millum tær
størstu um ikki tann størsta
stjørnan á føroyska fótbólts
himlinum.
Aftan á skaðan gingu
held ur eingir menn inn til
babba longur at tosa um
framúr bóltleikaran. Per
són urin Kári hevði ikki ver
ið so nógv á breddanum,
sum fenomenið Kári hevði
verið, og tá tann bløðran
brast, kundi persónurin Kári
humpa víðari einsamallur.
Har hevði verið rætti liga
nógv alkohol í fótbólts um
hvørvinum;
men
hend an
hendingin, sum av álv ara
setti hann út á eitt síðu spor,
var eisini orsøk til ta mis
nýtslu, sum kom at merkja
lív hansara framyvir.
Sum onnur duttu útí – í
ánna og aðrastaðni – rundan
um hann, datt hann sjálvur
útí og hevði sera trupult við
at koma upp úr aftur. Tað
kom at seta síni beisku spor.
Kári var 8 ár eldri enn eg,
so hann var altíð aðrastaðni
enn eg í skúlaheiminum. Eg
havi tí ikki rættiliga vitað,
hvussu hesi árini gingu hjá
honum. Einaferð kom eg í
prát við ein,sum kendi hann
frá lestrarárinum í Århus í
1967/68.
Hesin maður segði, at Kári
av og á kom niðan til sín, og
har vildi hann hvørja ferð
gjarna hoyra pláturnar hjá
Ernie Ford við sangum sum
”What a friend we have in
Jesus”, ”Let me walk with
Thee” og ”When I survey
the wondrous Cross”. Hesin
síðsti sangurin var eisini ein,
sum Mahathma Ghandi var
djúpt hugtikin av.
Gandhi og Kári grundaðu
m.a. á hetta ørindið úr
Nøvn
Kári Helmsdal 24.10.45 – 11.4.10