fríggjadagur 22. oktober 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. oktober 2010 · Nr. 149
22
Sosialurin
“Hvat man fara at verða av
hesum barni?” (Luk. 1,66)
Soleiðis varð spurt av
grannum og bygdarfólki Jó
hannesar doypara, tá ið hann
varð føddur í lítlu bygdini
Ein Karem í fjallalandi Judea
í Ísraelslandi.
Soleiðis hevur helst eisini
verið spurt í heiminum hjá
hjúnunum Murray í Aber
deen hin desemberdagin í
1919, tá ið Alexina var borin
í heim.
Soleiðis hevur helst eisini
verið spurt av foreldrum
okkara, tá ið vit fyri fyrstu
ferð sóu dagsins ljós.
Ikki minst hevur hesin
spurningurin troðkað seg
fram hjá trúgvandi foreldrum,
sum ynsktu og bóðu um, at
børn teirra skuldu kom inn
á veg friðarins, inn á Guds
veg, inn á hin æviga vegin og
læra Hann at kenna, sum er
vegurin, sannleikin og lívið,
Jesus Kristus, Guds, son, ið
kann leiða okkum um lívsins
torgongdu gøtur og inn í sín
æviga himmal.
Hetta hendir ikki – sum
Alexina vildi havt sagt tað á
sínum skotska móðurmáli:
“not by chance”, ikki av tilvild,
men við miðvíst at trúgva og
líta á frelsaran, Jesus Kristus,
Guds son.
Alexina gjørdist
føroyingur
Í Ruttsbók í skriftini lesa
vit um hjúnini Noomi og
Elimelek í Betlehem í Ísrael,
sum fóru til grannalandið
Móab við báðum synunum,
tí hungursneyð var heima.
Bæði synirnir, sum vóru
giftir og pápin doyðu, so har
sótu tríggjar einkjur.
Noomi tók avgerð um at
fara heimaftur til land sítt og
bað verdøturnar vera eftir,
men onnur teirra, Rutt, valdi
at koma við henni, við hesum
orðum:
“Hagar, sum tú fert, hagar
fari eg, og har tú búsetist, har
búsetist eg;
fólk títt skal vera fólk
mítt, og Gud tín skal vera
Gud mín; har sum tú doyrt,
vil eg doyggja, og har vil eg
verða jarðað.” (Rutsbók 1,16
17)
Júst hetta sama kann
sigast um Alexinu, tá ið hon
sum ein ung kvinna giftist
við kenda skiparanum Mort
ani Johannesen í Hvanna
sundi, sum tá var vorðin
einkjumaður. Mort an var
pápi teir kendu hvanna
sunds brøðurnar.
Einans
Svenn ing, sum býr í Havn, er
eftir av teimum Hon valdi at
búsetast í Hvannasundi, har
sum hann búði. Hon valdi,
at fólk hansara skuldi verða
fólk hennara. Og sanniliga
gjørdist hon føroyingur við
lív og sál. Alexina valdi eisini
at Gud hansara skuldi verða
Gud hennara – og hon vildi
doyggja, har sum hann doyði.
Og hon vildi verða jarðað í
tí landi, har sum hann varð
jarðaður.
Alexina og Mortan fingu
eina dóttir, Margareth, sum
býr í Lorvík.
Arbeiddi á Hotel
Hafnia í mong ár
Nógvar hugsanir koma fram
fyri meg, upplivingar, ið sita
rimmarfastar í huga mínum.
Hetta eru persónligar upp liv
ingar saman við hesi kvinnu,
sum eg kom at kenna fyri 43
árum síðani, tá hon kom úr
Hvannasundi til Havnar at
arbeiða, sum ein 47 ára gomul
kvinna.
Fyrst arbeiddi hon eina tíð
á vaskaríi uppi í Tróndargøtu.
Síðani fór hon at arbeiða á
Hotel Hafnia, sum verfaðir
tá átti og har kona mín Birgit,
arbeiddi.
Búði hjá okkum
á Sólteigi 4
Birgit og eg vóru gingin
í hjúnalag í 1964 tvey ár
frammanundan at Alexina
kom at búgva hjá okkum á
Sólteigi 4 í Havn. Hjá okkum
hevði hon eitt kamar og ein
lítlan tekøk. So vit kenna til
at hava livað saman við hesi
kvinnu undir somu lon, tí
Alexina gjørdist ein partur
av okkara gerandislívi tey
næstu umleið 10 árini.
Alexina røkti sítt dagliga
yrki við trúfesti og nærlagni.
Hon var lítilátin, friðsom og
stillfør. Gjørdi onki burtur úr
sær sjálvari. Talaði ongantíð
um seg sjálva.
Eg minnist hvussu stillis
liga hon gekk um úthurðina,
tá ið hon kom heim eftir
arbeiðslok, fór inn á kamarið
og lítla løtu seinni inn í lítla
tekøkin og so aftur inn á
kamarið. Hon vildi ongantíð
órógva okkum, og tað gjørdi
hon heldur ikki. Tó sat hon
ofta saman við okkum og
hugnaði sær, umframt tá ið
vit høvdu føðingardagar.
Hon
hevði
altíð
eitt
gott orð til dreingirnar hjá
okk um. Tá ið hon sá teir
innan ella uttandura, legði
hon hondina á høvd teirra,
kíndi teir, meðan hon segði
kærleiksfull orð til teirra.
Serstakliga hevði Alexina
góð orð til Petur, sum var
veikligur frá barni av. Og tá
ið hann vildi vísa henni okk
urt, sum hann kundi gera,
segði hon: “Sum hann er
raskur!” ella “Er hann ikki
raskur!” Hon var altíð við tí
góða orðinum.
Kom til trúgv á Jesus
Dóttir Alexinu, Margareth,
kom til Havnar at arbeiða á
Hotel Hafnia fyrst í seksti
árunum, umleið 1617 ára
gom ul. Birgit, kona mín
arbeiddi eisini har, og fekk
tá tann framíhjárætt at leiða
Margareth til trúgv á Jesus.
Tað fyrsta, sum Margaret
gjørdi, var at skriva til
mammu sína hvat hent var
henni, at hon var komin
til trúgv á Jesus Kristus
sum frelsara sín. Mamman
skrivaði aftur og vildi hava
gjølligari at vita hvussu hon
eisini kundi verða frelst.
Soleiðis kundi Margaret veg
leiða sína egnu móðir anda
liga. Hvat er størri her á fold
hjá einum trúgvandi enn at
vegleiða síni egnu andaliga,
peika teimum á Jesus – og at
tey so fylgja honum.
Seinni – á einum møti
í Hebron í Leivík í 1966
fekk Alexina fulla vissu um
frelsuna við trúnni á Jesus
Kristus og setti kós sína móti
himli. Hesi kós veik Alexina
ikki av til sín doyggjandi dag.
Øll tey mongu árini, hon
var í Havn, leitaði hon ógvil
iga trúføst til møtini í Ebe
nezer so leingi sum orkan
rakk. Henni dámdi so væl at
vera í Havn, helst tí at hon
var uppvaksin í einum býi – í
Aberdeen.
“Longsta lív skjótt
endar tað!”
Ein sangur, ið talar sína
egnu álvarstalu um lívið og
endan á lívinum, er sangurin
“Longsta lív skjótt endar tað,
fellur sum eitt følnað blað.”
Um okkum varð loyvt at
at fáa eina glottasjón inn í
allar kanningar og gransk
ingarstovur heimsins, sum
frá upprisi sólar til sólarlag
royna at finna heilivág móti
herviligastu sjúkum manna
ættarinnar, ið royna at linna
og leingja lív okkara, so
høvdu vit sæð, ikki einans
hundraðtals, men túsundtals
serfrøðingar,
ið
dagliga
spreingja mørk fyri at bøta
um menniskjans heilsu og
leingja lív okkara.
Men sannleikin og veru
leikin er framvegis: “longsta
lív skjótt endar tað.”
Og hvør tann einasti
ein av hesum granskarum
má sjálvur lúta fyri veru
leikanum og sannleika skrift
arinnar:
“Menniskjanum er lagað
at doyggja einaferð.” (Hebr.
9,27)
Alexina livdi eitt langt lív
og gjørdist 90 ára gomul.
Góða Margareth, Mortan,
Alexia og Svenning! Harrin
troysti tykkum í sakninum
um eina kæra og elskaða
móð ir og eina kæra og elsk
aða ommu. Tit eiga so mong
góð minni og høvdu so nógv
ar og góðar løtur saman við
henni. Tit, hennara kæru,
vóru hennara eitt og alt. Hon
elskaði tykkum og tit elskaðu
hana.
Nú hon er farin, ynskja vit
at takka Gudi fyri hana og ta
signing var fyri so mong og
lýsa Guds og frið yvir minnið
um okkara kæru Alexinu
Murray Johannesen.
Svenning av Lofti
Nøvn
Aberdeen-gentan, ið gjørdist føroyingur
Alexinu Murray Johannesen til minnis
Týsdagin kemur í bók handl
ar nar bókin: Dollin: Havnar
maðurin, sum broytti heims
søguna.
Hetta er tann eina stand
andi søgan hjá Óla Jacobsen
um Daniel J. Danielsen (1871
1916), sum í 1903 gjørdist ein
lykla per sónur í teirri til
gongd, sum førdi til, at belg
iski kongurin Leopold 2,
sum á ein ræðuligan hátt rak
Congo, sum sína persónligu
ogn, í 1908 mátti geva Congo
frá sær.
Bókin verður meira um
rødd í mána dags blað num.
Framløga av bókini verð
ur týsdagin kl. 19 á Hotel
Hafnia, har dupultkvartettin
í Ebenezer luttekur.
Nú kemur bókin um havnarmannin,
sum koppaði kong Leopold í Congo