fríggjadagur 22. oktober 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 149 · 22. oktober 2010
22
VIKUSKIFTI
Havi hugnað mær við altjóða
miðlum, og hetta er status: Um fá
ár eru heimsins oljukeldur uppi,
Taleban í Pakistan er fáar kilometrar
frá kjarnorkuvápnum landsins,
hópoyðingin av heimsins súgdjórum
hevur ongantíð gingið skjótari,
einki bendir á, at heimsbúskapurin
ressast, talið av hate crimes
ímóti samkyndum eksploderar í
Eysturevropa... Eg haldi eg fari at
eta mær ein eydnubolla hetta sexuta
leygarkvøldið í oktober.
Maður, 27 ár
Mín fyrsti sangur
var um eina
mariuhønu
Eg fór fattur og
fordómssinnaður inn á
Landssjúkrahúsið, men
kom út aftur lútandi og
eyðmjúkur
Vit hava sitið sum stjórnarberandi
flokkur líka síðani 1996, og tað
vil so vera, at tá tú samstarvar við
flokkar við so øðrvísið hugsjónum, so verður
tú noyddur at ganga upp á kompromis
Danski poppsangarin Rasmus Seebach er
komin eitt sindur víðari í sangskrivingini
síðani (Ud & Se)
Høgni Mohr, rithøvundur, um arbeiðið við
nýggju bókini um Landssjúkrahúsið
Anfinn Kallsberg, fyrrverandi formaður í
Fólkaflokkinum, tosar um at gera politisk
kompromis (Sosialurin)
Eitt sindur vónbrotin av at uppdaga, at eg bara er eitt vanligt
menniskja. Ikki nógv at reypa av....just another guy ;)
Maður, 47 ár
Vit velja
at raðfesta
persónliga
røkt hægri enn
reingerð
Mary í Garði, stjóri
í Nærverkinum, um
orsøkina til, at 56
norðoyingar ikki
longur fáa reingerð
frá Nærverkinum
(Dimma)
Føroyingar umhugsa at gera ein bíligan Batman
film, nú so nógvar flogmýs eru komnar til landið, og
fíggjarkreppa er. Filmurin skal eita Rabatman-forever.
Kvinna, 40 ár
Miðlamjarr
71 dagar til jóla.
Kvinna, 35 ár
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein / Inna Törnroos
Mær dámar
at verða fyri meg
sjálvan. Eg vil ikki hava
fólk rundan um meg
allatíðina – heldur ikki tá
tey dáma meg.
Rocksangarin Axl Rose
trívist væl saman
við sær sjálvum
Eg haldi ikki,
at hetta
er ein kreppa
Liverpool-venjarin Roy Hodgson,
eftir at Liverpool enn einaferð
tapti og er næstniðast í
Premier League.
(SportingLife)