fríggjadagur 22. oktober 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 22. oktober 2010 · Nr. 149
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
E
liesar Andreassen var
sonur Johannu Cathrinu
Abrahamsdóttir (1819-1895) og
Andreas Niclassen (1822-1913)
út Norðradali. Tey giftust 24.
oktober 1845 í Havnar Kirkju
og fingu átta børn.
Tey vóru Niclas (1846-
1934), Poul Frederik f. 1848,
Eliesar (1850-1931), Susanna
Cathrina Christianna f. 1852,
Maria (1854-1947), Rasmus
(1857-1936), Sofía (1859-1861)
og Betzy Sofía (1852-1953.)
Eliesar giftist tann 7. mai
1876 í Havnar Kirkju við Ellen
Elisabeth Jacobsen úr Havn.
Avhaldsfelagið
Eliesar hevur verið ein sera
virkin maður. Hann var
bert 28 ára gamal, tá ið hann
í 1878 var ein av teimum
trimum, sum tóku stig til at
stovna Thorshavns Totalaf-
holdsforening í 1878.
Hetta man hava verið
byrjanin til skipaðu fráhalds-
rørsluna í Føroyum. Tað er
vist ikki skrivað nógv um
hetta felagið, hvørs limir
veruliga hava verið megnar-
menn. Men hesum kann høvi
vera til, nú vit hava ein av
stovnarunum á skránni.
Dimmalætting hevur tann
27. oktober 1928 eina grein á
forsíðuni í sambandi við, at
tað vóru liðin 50 ár síðani,
felagið varð stovnað.
Her skal verða endurgivið
nakað av hesi grein:
Den 20. Oktober 1878 blev
en betydningsfuld Dag for
Thorshavns By. Paa denne
dag blev nemlig Thorhavns
Totalafholdsforening stiftet,
og at denne Forening har haft
stor Betydning for mange
Hjem, vil der sikket være
almindelig Enighed om.
At de Mænd, der fra først
af rejste Afholdssagen, til at
begynde med kun høstede
ringe Tak og Erkendelse for
deres uegennyttige Arbejde
er almindelig kendt. Saaledes
gaar det som Regel, naar der
fremkommer noget Nyt, der
afviger fra den almindelige
Mening
og
bryder
med
gammel
Tradition
og
Uskik. Naar man nu kaster
et
Tilbageblik
over
de
svundne 50 Aar, saa er der
vel næppe mange, som ikke
vil indrømme, at 20. Oktober
1878 maa betegnes som en
Mærkedag for os, og at de
Mænd, som stod forrest i
Kampen fortjener vor Tak
og Anerkendelse. Naar det
lakker ad Livets Aften, og den
store Arbejdsdag nærmer sig
sin Afslutning, maa det være
en lykkelig Følelse at kunne
lægge sig til Hvile med den
Bevidsthed, at ens Arbejde
for det godes Sejr ikke har
været forgæves men har
baaret god Frugt.
Af Foreningens Stiftere
er de to C.C. Danielsen,
(sparikassastjóri) og Elieser
Andreassen i Live, medens
Dione Isaksen ikke længere
er blandt de Levendes tal.
Disse Mænd førte Forening-
en gennem de første og van-
skelige Aar og udførte her-
med et betydningsfuldt og
samfundsgavnligt Arbejde.
Ættin kom við í
avhaldsfelagið
Sum tað skilst hevur Essa
verið ein av trimum stovnar-
um, og hann varð eisini vald-
ur í nevndina frá fyrsta degi.
Tað er áhugavert, at fleiri
av hansara ættarfólkum hava
eisini verið við í felagnum.
Millum fyrstu limirnar gjørd-
ist beiggin Rasmus, sum
var skómakari, og svágurin
August Mouritensen, sum
var giftur við systrini Mariu.
Poul, beiggi August, var eisini
við.
Eisini
gjørdist
beiggin
Niclas limur, og tað er ein
stuttlig søga um hetta.
Tað hevði verið grindadráp
í Havn. Aftaná drápið høvdu
Niclas og ein vinmaður sitið
í einum báti og leskað sær
»av tí váta.« Tá kemur kona
vinmannin framvið, og hon
sær hetta, sum gongur fyri
seg. Gamla bleiv í øðini, og
hon var »aldeles ikke bange
for at lade de to Herrer høre,
hvad hendes Mening var om
et saadant Kammeratskab.«
Men hetta var tað, sum
skuldi til. Skjótt eftir blivu
báðir
menninir
limir
í
Avhaldsfelagnum!
Var eisini við til at
stovna sjúkrakassan
Í 1877 er Essa í kirkjubókini
nevndur politistur, men tað
hevur hann so ikki verið
longur enn til 1902, tá ið tað
stóra løgregluliðið frá 1865
varð minkað í tríggjar løg-
reglumenn. Síðan var Essa
útróðrar- og urtagarðsmaður.
Hann var limur í borgara-
umboðnum í Tórshavnar
kommunustýri í tíðarskeiði-
num 1887-1892 og 1904-08.
Her kom hann at hava
nokk so nógv við havnabygg-
ingina í Havn at gera, eisini
sum limur í havnanevndini.
Elieser
var
eisini
ein
av teimum, sum í 1886 var
við til at stovna Havnar
Sjúkrakassa, sum eitt av
umboðunum fyri Avhalds-
felagið, sum var ein av stig-
takarunum. Í 1896 varð hann
valdur í nevndina, og hann
var í 1905 við til at gera fyrsta
sáttmálan hjá sjúkrakassan
við ein lækna, sum tá var
Hilmar J. Fridericia. Elieser
sat í nevndini til 1909.
Hans á Reyni
Essa og konan fingu ein son.
Hetta var H.C. Andreassen,
(30.5.1877-5.5. 1952) sum eigur
sín part í søguni hjá Havnar
Timburhandil, sum helst var
fyrsta fyritøkan á nýggja
havnarplássinum
undir
Skansanum
Í byrjanini av 1912 hevur
Hans á Reyni, sum hann var
kallaður, lýsing í bløðunum,
at hann átekur sær timbur og
bygningssnikkaraarbeiði, og
verður tað gjørt skjótt, væl og
bíliga. Eisini byggiakkordir er
hann fúsur at avtala. Langur
listi er yvir tær vørur, hann
hevur á goymslu, og tað er
at kalla alt, ið brúkast skal
til eini hús. Alt verður latið
til bíligastu prísir. Hann
bjóðar sær eisini til at byggja
húsini.
Goymsluhús til brettir og
annað hevði hann úti á Bakka
inn av Rasmussarbrúgv og
stórviðurin var stakkaður
upp á økinum uttanfyri.
Seinni tók hann enn eitt
stig. Hann gjørdi alt til í Havn,
sum ikki var neyðugt at gera,
har húsini skuldu standa
ymsa staðni í landinum.
Tískil
stovnaði
hann
saman við tveimum timbur-
meistarum Zacharias hjá
Bøkjaranum og Sofus Morten-
sen felagið H.C. Andreassen
& Co. Seinni bygdu teir húsið,
sum
gjørdist
dansistaðið
Tórshøll, at gera stórviðin og
annað til í.
Í 1920 arbeiddu hjá felagn-
um einir 20 mans, harav 4
lærlingar.
Tá ið komið varð inn í 20-
ini fór at sansa at fíggjarliga,
og í 1928 mátti henda fyri-
tøkan eisini gevast.
Tá fór Hans at royna at
fáa menn at seta pening í
ein timburhandil. Tað gekk
so væl, at 9. august 1928 varð
Havnar Timburhandil settur
á stovn, og størri helmingurin
av partapeninginum var á
føroyskum hondum.
Tíðirnar batnaðu ikki, og
mitt í 30-unum mátti fáast
nýggjur
partapeningur,
men nú verður meirilutan
danskur.
Hans á Reyni legði frá
sær sum stjóri í 1936 og hevði
síðan starv sum bókhaldari
hjá Tórshavnar Skipasmiðju,
til hann var farin um tey
sjeyti.
Keldur:
Mikkjal Helmsdal: ....verjir
fyri Havnarvág
Thorshavn og Omegns
Sygekasse gennem 50 Aar
Eliesar Andreassen:
Var við til at byrja fráhaldsrørsluna
og sjúkrakassan í Føroyum
Í gamla kirkjugarði í Havn er ein greið slóð eftir føroysku fráhaldsrørsluni. Her er nóg mikið at
nevna Djóna í Geil og Peter Jensen. Essa á Reyni var eisini ein av slóðarunum á hesum øki
ELLEN ELISABETH
ANDREASEN
F. 30. NOVBR 1850
D. 30. DECBR 1925
ELIESER ANDREASEN
F. 10. MAJ 1850
D. 19. DECBR 1925
KÆRLEIKIN FELLUR
ONGA TÍÐ BURTUR
Elieser Andreassen
var oddmaður í
Avhaldsfelagnum og
Sjúkrakassanum og var
eisini við í býráðnum
Tað vóru knotur í teimum, sum myndaðu fráhaldsfelagið. Tað
gingu ikki hálvt annað ár, tá høvdu teir bygt Avhaldshúsið.
Sambært Dimmalætting var hetta eitt bragd. Fremst á myndini
verður gamla apotekið bygt. Mynd hjá Fornminnissavninum
Sonur Elieser, H.C.
Andreassen, Hans á
Reyni, undangongumaður
í sniðhúsum
Í komandi parti
verður greitt frá Biritu
og Petur á Kjalnesi,
sum endaðu í Havn