Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 149 · 22. oktober 2010 23 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein Vinn pengar úr luft legutt skipar vegna uttanríkisráðið fyri ráðstevnu undir heitinum: “Vinn pening úr luft” á hotel føroyum. endamálið við ráðstevnuni er at geva fyritøkum, feløgum, stovnum og øðrum íblástur og amboð til at fáa mest møguligt burturúr tiltøkum við millum annað at professiónalisera tiltøk og marknaðarføra føroysk tiltøk uttanlands. Vinn pengar úr luft hotel føroyar í havn týsdagin 26/10 kl. 8.00 Sterkir málningar frá eyðuni Í dag letur upp listaframsýning við eyðuni av reyni. hann fer næstu tvær vikurnar at sýna fram í galerie focus í havn. máln­ ingarnir hjá eyðun av reyni eru sjálv støð­ ugir og sterkir. hann er trúgvur mótvegis myndevninum og tí landslagi, ið tykist at vera ein ótømandi kelda fyri hann. Eyðun av Reyni galerie focus í havn frá fríggjadagin 22/10 kl. 16.00­ pól og annette Í lÍtluVÍk næstu dagarnar sýna pól Skarðenni og annetta falk lund verk fram í Smiðjuni í lítluvík. pól Skarðenni er búsitandi í Vatnsoyrum, meðan annetta er ættað úr týsklandi, men búsitandi í danmark. Pól Skarðenni og Annette Falk Lund Smiðjan í lítluvík frá fríggjadegnum 22/10 kl. 14.00 meira óhugni annar filmurin um paranormal activity verður nú frumsýndur í biografum kring heimin. hesaferð verður fylgt við eini familju, sum hevur havt innbrot. maðurin setir upp vakmyndatól, men tað staðfestir bara, at umstøðurnar eru meira óhugnaligar, enn familjan hevði givið sær fær um. Paranormal Acitivity 2 Biograffilmur hósdagin 21/10­ medina Sigur frá eitt tað størsta poppnavnið í donskum tónleiki í løtuni er medina, sum eisini vinnur fram uttan fyri danmark. Í hesari bók­ ini greiðir medina frá sín um gjøg num broti og hendinga ríka lívið. hon hevur tosað inn á diktafon, tá hon hevur verið á ferð, og út frá hennara frá sagnum er bókin skrivað. Medina – Tæt på forlaget turbulenz MEnTanarvIKa í runavíK í sambandi við Faroe Expo ráðstevnuna verður skipað fyri nógvum mentanartiltøkum í runavík og har á leið. Mentanarvikan bjóðar alt frá listaframsýningum, tónleiki og myndafrásagnum til sang workshop, syngið-við og filmsfestival. Skráin fyri Mentanarvikuna í runavík er at finna á faroexpo.fo Mentanarvika í Runavík 24/10-31/10 um vikuskiftið verð ur ráðstevnan Global Leadership Summit hildin í norður landa- hús inum í Havn. Fyrireikararnir siga, at “ráðstevnan er eitt eggjandi og kveikjandi amboð hjá seriøsum sinnaðum kristnum í hesi heimsumfatandi leiðslurørslu, har leiðarar, umboðandi eitt undrunarvert fjølbroytni av fólkasløgum, etniskum bólkum, ymsum tungumálum og trúarbólkum koma saman at yvirgeva seg til at loysa og endurbyggja hendan falna heimin.” Global Leadership Summit norðurlandahúsið Fríggjadagin 22/10-Leygardagin 23/10 KrISTIn LEIðara- ráðSTEvna