fríggjadagur 22. oktober 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 22. oktober 2010 · Nr. 149
Sosialurin
Tíðargrein
Símun Absalonsen
S
ummir granskarar vilja vera við,
at tað er neyðugt fyri fólkasálina
at hava nakað at elska og hava
nakað at hata. Hetta seinna kann
tykjast ódámligt, men møguliga er
nakað í hesum kortini. Tí skapar
samfelagið sínar hetjur, sum Che
Guvara, Abraham Lincoln, Nólsoyar
Páll, Trónd í Gøtu osfr. Men offrini
eru eins neyðug fyri »trivnaðin«.
Tað sigst, at eftir at George W. Bush
fór frá sum amerikanskur forseti,
fingu fleiri miðlafólk abstinensir.
Tey vóru so von at skriva um
Bush og elskaðu at hata hann.
Men nú ið ongin Bush var, var
saknur í honum kortini. Og ringt
er at missa tað ið ein elskar – eisini
tað, sum ein elskar at hata. Sæð í
hesum ljósinum er Jenis av Rana
kanska størsta gávan til føroysku
miðlarnar. Hvat hevði føroyskur
journalistikkur verið uttan Jenis?
Hvussu kærkomin hevur Jenis ikki
verið í agurkutíðum? Og hvussu
mangar yvirskriftir hevur hann
ikki bjargað eini pressu, ið annars
hevur gjørt seg til eksponent fyri
tolsemi? Og tað er yvirskriftin, ið
selur vøruna. Offrini skapa kanska
størri einleika í miðalheiminum
enn hetjurnar.
Anna, kona Jenis og eg eru systk
inabørn. Saman eiga hjúnini »av
Rana« tríggjar dámligar synir. Eg
kenni hampafólkini í Sóljugøtu og
havi trupult við at síggja ein Bin
Laden í húsbóndanum, hóast eg
langt frá altíð eru samdur við Jenis.
Fyri nøkrum árum síðani fekk
Jenis eina morðhóttan gjøgnum
eini smsboð. Løgreglan tók sær av
málinum. Men løgreglan »misti«
slóðina í eini skúlastovu á Tvøroyri,
har ein telda varð nýtt til at senda
sms boðini. Og meðan løgreglan
í London og øðrum metropolum
leitar eftir lógbrótarum ímillum
milliónir, so stendur føroyska løg
reglan »á berum« í eini skúlastovu
í føroyskum fólkaskúla. Man útinn
andi valdið altíð gera eitt seriøst
arbeiði? Og eru øll eins fyri lógini?
Men tá Jenis nøkur ár seinni
varð meldaður fyri brot á frá
boðanarskylduna sum lækni, fór
løgreglan í arbeiðsklæðini. Ákæru
valdið nýtti nógva orku og arbeiddi
við málinum í 2 ár. Og miðlarnir
høvdu
góðar
dagar.
Sjálvandi
varð Jenis í stundini dømdur og
avrættaður av fjórða statsvaldinum,
umboðandi »borandi journalistikk«
og »óheftan tíðindaflutning«.
Advokaturin hjá danska lækna
felagnum vildi annars vera við,
at varð Jenis dømdur hevði hann,
sambært
rættarsiðvenju,
helst
fingið 1.000 kr. í bót, sum svarar
til 5 parkeringsbøtur ella 13 pizza.
Í samband við hetta mál í Føroya
Rætti komu bæði ákæri verji og
dómari úr Danmark. Jenis varð
fríkendur bæði í Føroya Rætti og
Landsrættinum, og ákæruvaldið
mátti gjalda dýra rættarmálið. Løg
reglan kundi kanska nýtt pening
in á betri hátt fyri at tryggja lóg
og landaskil, sum t.d. at kanna
morðhóttanir, ið væl saktans er
álvarsligt brot á revsilógina.
Tað er tí lætt at skilja, hví løgregl
an, við atliti til 266b, segði við
miðlarnar, at tey ikki ynskja at vera
partur av kirkjubødøgurðanum.
Fútin hevur helst fingið nóg mikið
av Jenis.
Døgurðin
Kaj Leo bjóðaði sum kunnugt íslend
sku frúunum til døgurða í Kirkjubø.
Sjálvur haldi eg, at Jenis kundi
etið henda døgurðan í tjóðarinnar
Mekka, men tað er so hansara av
gerð. Og miðlarnir vóru sum ravn
ur um deyðseyð, og ein øsingar
herferð fór í gongd. Eg ørminnist
annars, at næstseinast Margreta
drotning var á Føroyavitjan takkaði
onkur floksleiðari nei at vera við til
døgurðan umborð á Dannebrog.
Tað vóru persónligar politiskar
sannføringar
ið
vóru
orsøkin.
Onkur miðil útnevndi floksleiðar
an til fólkahetju. Einaferð noktaði
ein løgmaður at vera við í ólavsøku
gudstænastuni, av tí at honum
dámdi ikki prestin, ið prædikaði.
Onkur miðil signaði tá hetta for
nermilsi sum »politiskt korrekt«. Í
nítiárunum kom danski forsætis
ráðharrin á vitjan í Føroyum, og tá
fór ein opin kapping fram millum
føroyskar politikarar, hvør megn
aði at vera óblíðast við Nyrup. Eg
minnist ikki hvør vann kappingina
»Óbíðasti flokkur í Føroyum«,
men í mínum hugaheimi var hetta
bæði ómentað, óføroyskt og stór
landaskomm. Jú føroyskir politik
arar hava mangan gingið í smáum
skóm, so Jenis nýtist ikki at læra av
fremmandum.
§266b
Við tíðini tyntist miðlasoðið í
kirkjubødøgurðanum
men
tað
skortar ikki uppá hugflog at finna
bót í súpanina, tá yvirskriftin skal
bjargast og vøran seljast. Við eitt er
forsíðan ruddað: »Jenis breyt §266b
við ikki at eta døgurða«, tað meinar
onkur bestiltur advokatur. Hetta
er kanska meint sum »borandi
journalistikkur«, og stundum hava
primetime
tíðindasendingarnar
hjá Kringvarpinum ein serligan
kabarettdám, tá onkur messurødd
borðreiðir við seinastu skandaluni
– uttan mun til um skandalan er
verulig ella fabrikerað.
Komi at hugsa um orðini hjá
Søren Kierkegaard: »Journalister
er dagens skrællemænd med mod
sat fortegn…« Sjálvandi eru tað altíð
onkur frøðingur, ið bjóðar seg fram,
tá miðlarnir bryggja eina sensatión,
men máti skal vera við. Teir løg
frøðingar, ið hava virðing fyri
egnum faki, kunna seg um, hvussu
rættarpraksis er í eini ávísari lóg
argrein, áðrenn rópt verður upp
um lógarbrot. Hetta er abc innan
jura, og tað veit hvør handils
skúlanæmingur. Men kanska er
tað teir óseriøsu frøðingarnir ið eru
grammast eftir at sleppa framat
mikrofonum.
Til tess at seta rættarpraksisina í
grannalondum okkara í perspektiv
ísv §266b og »seksuel orientering«
loyvi eg mær at taka hesi dømi:
Í 1990 varð ein kvinna í Jyllandi
ákærd eftir §266b í revsilógini fyri
m.a. at hava skrivað hesi orð í eitt
blað:
Er en homofil ikke en slags tyv?
Stjæler han ikke sin næstes ære, og
måske hans liv, ved at udnytte ham
og måske påføre ham AIDS?….. Homo
sex er den ækleste form for hor.
Kvinnan varð fríkend bæði í
býrættinum í Skjern og Vestre
landsret.
Í 2001 meldaði »Landsforeningen
for bøsser og lesbiske« ein fólka
tingskandidat (Bruno Hollendsted)
fyri at hava sagt hesi orð:
»Homoseksualitet er en abnorm
seksuel fejludvikling beslægtet med
pædofili og nekrofili. Den slags
forhold ligger hinsides tanken ja
end ikke laverestående primater
etablerer sig i denne samlivsform...
Jeg vil nok sige homoseksualitet er
et handicap...«
Løgreglan í Ålborg avvísti málið,
og avgerðin varð seinni staðfest av
statsadvokatinum.
Svenski fríkirkjupresturin Åke
Green helt 20.07.2003 eina langa
prædiku har hann m.a. segði, at
samkynd vóru ein krabbasvullur á
samfelagnum.
Presturin varð ákærdur og
dømdur við lægri rætt, men seinni
fríkendur
í
hægstarætti
tann
29.11.2005.
Talufrælsið gongur langt, hóast
tað hevur síni mørk.
Eg havi ikki tikið omanfyri
nevndu dømi fram av tí at eg eri
samdur við innihaldinum í hesum
útsøgnum, men eg nevni hetta fyri
at vísa á, hvat er farið ígjøgnum
rættarskipanina í okkara granna
londum uttan at ákæruvald ella
dómstólar meta, at talu og skrivi
frælsið er farið um lógarinnar mørk.
Eg havi ongantíð sæð nakra útsøgn
um samkynd í føroysku miðlum
sum kemur niður á tað støðið ið
nevnt er omanfyri og havi avgjørt
einki ynski um at síggja tað.
Tá hvørki kvinnan í Jyllandi,
Bruno Hollendsted ella Åke Green
hava brotið antidiskriminatión
sparagraffina við sínum sterku
útsøgnum, so er trupult at skilja
hví føroyskir løgfrøðingar, ið óivað
ynskja at verða tiknir í álvara, meta
Jenis at hava brotið hesa lóg við at
lata »kirkjubøstólin« standa tóman.
Persónlig
profilering
vigar
óivað meira enn saklig viðgerð, tá
óseriøsir frøðingar fáa frítt spæl
í loftmiðlum, og dagurin kanska
bjargaður hjá mikrofonhaldarum,
ið ikki tykjast hava evni ella vilja at
geva mótspæl. Ei undur í at ”public
service” hugtakið er lágt í metum.
Nólsoyar Páll
Ein hvør rørsla hevur brúk fyri
hetjum. Tað er sum ein motorur
ið gevur framdrift. Finnast ongar
hetjur so er at »framleiða« tær.
Og eru eingi offur so er eisini at
»framleiða« tey. Komi at hugsa
um ein lærara sum eg hevði í
fólkaskúlanum ið segði, at 100 ár
eftir deyða Nólsoyar Páls avgjørdi
Dr. Jakobsen at skriva um Páll við tí
fyri eygað at vaska hann hvítan og
gera hann til tjóðarhetju og hetta
eydnaðist 100%. Lærari okkara var
fróarmaður, skrivandi maður og
virðisløntur.
Eg tori ikki at taka støðu til
hvussu rætt hetta er, men talan var
um eitt mentanarliga og politiskt
ókorrekt sjónarmið sum onnur
kunnu døma um. Men munnu
allar hetjur hava uppiborið sín
tignarliga status og munnu øll
offrini hava uppborið at verða
útnevnd til syndabukkar? Minnir
hetta ikki um marknaðarkreftir,
har eftirspurningur skapar útboð?
Miðlarnir messa fyri okkum
um tolsemi, at virða minnilutar,
arbeiða móti happing osfr. Men
er happing ikki ein partur av
gamlari føroyskari siðvenju og ein
arvur, ið tjóðin fjálgar um? T.d. er
kvæðið um Jákup á Møn yrkt fyri
at gera gjøldur burtur úr einum
minni mentum drongi og hansara
óhepnu fríggjaraferð. Er hetta
skaldarverk eitt prýði fyri føroyska
mentanararvin? Er kulturell happ
ing legitim?
Yrkjarin av Jákupi á Møn hevur
so fingið prýðiliga standmynd
í Vágsbotni og økið kring stand
myndina er so mikið stórt, at har er
eisini pláss til Jenis.
Og eitt hava Jenis og Nólsoyar
Páll til felags.
Teir hava torað at verið øðrvísi
enn fjøldin. Og tá »óhefta« miðlaøs
ingin í Føroyum við jøvnum millum
bilum fær síni herðindi, kann
støðan í landinum lýsast, sum Ketil
sonur í »Feðgar á ferð« lýsir støðuna
við vaðbeinið:
– Tann, ið hugsar minst hevur
tað best.
Nakrir tankar um Jenis
og Nólsoyar Páll
Føroyar eru eitt litríkt land, og vit eru serstøk tjóð. Søgan um ein døgurða í Kirkjubø
fylti fyri stuttum nógv í miðlunum, og tað er helst skrivað upp í leypar um hetta mál. Í
kaffisteðgum kring landið kundi prátið tí snúgva seg um annað enn makrelkvouna, og sum
miðlastunt mátti húkurin í Klaksvík víkja fyri tóma kirkjubøstólinum hjá Jenis