Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. oktober 2010 · Nr. 149 26 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen Í morgin verður punktum sett fyri 2010 kappingarárið í fót­ bólti. Ofta hevur tað víst seg, at intensiteturin hjá teimum, sum ikki eru við í FM kappingini, gerst minni, sum umfar dettur av umfari, og at tað verður longri millum venjingarnar, sum kanska ikki altíð eru so fokuseraðar. Soleiðis er tað ikki í B36, sigur Allan Mørkøre, venjari: Liðið spruttar av spæligleði. Úrtøkan hevur verið góð nógvu tær seinastu ferðirnar, og tað er serliga hugaligt, nú spælið eisini er vorðið heilt gott. Tí harmast vit um, at tað í morgin er umfar nummar 27 á skránni. Okkum hevði dámað betri, um kappingin bara var komin í helvt. Grannarnir norðanfyri, sum tey plaga at siga í B36 húsinum, hava FM heitið at stríðast fyri í grannauppgerðini í morgin. Sambært støðutalvuni er tað verri enn so tað sama upp á spæl hjá teimum í B36, men sam bært venjaranum, Allani Mørkøre, so verður stórur álv­ ari lagdur í avbjóðingina, sum hann sær fleiri perspektiv í: – Tað er als eingin trupulleiki at seta mínar spælarar upp til hesa avbjóðingina. Heldur er tað tvørtur ímóti. Eg havi sagt við teir, at teir mugu vera til­ vitaðir um at finna røttu javn­ vágina soleiðis, at teir ikki vera ovtendraðir. Men tit hava ikki so nógv at spæla fyri sum grannarnir? – Soleiðis síggja vit ikki upp á tað. Tað er altíð hugaligt at vinna grannauppgerðirnar, og sein astu tíðina hevur B36 havt gott tak á HB. Og harafturat hevur tað stóran týdning at røkka fjórða ella fimta pláss­ inum. Fjórða plássið kann bera altjóða luttøku við sær, og fimta plássið tryggjar ein heima dyst eyka í mun til tann, sum endar á sætta plássi. Stórir møguleikar Tað er ikki formliga fráboðað, at Allan Mørkøre eisini næsta ár skal hava ábyrgdina av B36, men vit skilja á honum, at hann hevði einki havt ímóti at fingið ta uppgávuna: – Fyri B36 hevði tað verið sera spennandi at hildið fram við hesum liðnum. Talan er um fína samanseting og blanding, sum heilt víst kann standa seg ímóti øllum í føroysku kapp­ ingini. At tað hevur hilnast so væl seinastu ferðirnar hevur Allan hesa forkláringina uppá: – Vit hava spælt við sama lið­ num í nógv umfør. Sjálvsálitið og innanhýsis fatanin hjá spæl arunum eru ment, og tað vísti seg at vera gagnligt, tá ið lands liðs steðgur var í tvær vikur um mánaðarskiftið august­september. Tá vandu vit sera hart, og tað er ivaleyst ein stór ur partur av orsøkini til góðu gongdina seinatsu fimm umførini. Tær báðar vikurnar í Katar góvu nógv, og tá ið tað, tíverri, er talan um síðsta umfar í morgin, so ætla vit at seta eitt orduligt punktum, sigur B36 venjarin. Allir B36 spælararnir eru tøkir undan stóru granna­ upp gerðini í Gundadali. Eisini Johan Ellingsgaard, sum sein­ astu vikurnar hevur verið heima í heystfrí og verður á dóm ara seðlinum í morgin. uni@sosialuurin.fo B36 hevur lítlan hug at seta punktum Uni Holm Johannesen 12. september er serligur dagur í føroyskari fótbóltssøgu. Tað var henda dagin í 1990, at Føroyar vunnu 1­0 á Eysturríki í Landskrona. Tjúgu ára dagurin eftir tiltikna sigurin var einki serligur fyri tey, sum halda við HB. Tað var henda dagin, at stórfavorittarnir í Gundadali løgdu rygg til eyðmýkjandi 4­1 tap ímóti FC Suðuroy. Tá kámaðist FM vónin nógv. 12. september í 1990 var Julian Hansen høgri vongverji í Lands­ krona. Nú er hann búsitandi í Keyp­ manna havn, men tá ið tað, eftir HB skipbrotið ímóti FC Suðuroy, varð heitt á hann um at taka venjara­ uppgávuna í barndóms felagnum á seg, so ivaðist hann ikki: – Eg segði ja. Sjálvandi eigur HB altíð at vera við í kappingini um meistaraskapin, men 13. september hugsaði eg ikki so nógv um FM. Um onkur tá hevði sagt mær, at úrtøkan í fimm teimum næstu um­ førunum fór at verða fýra sigrar og ein javnleikur, so hevði eg hildið tað vera órealistiskt. Eisini tí tal­ an var um torførar uppgávur, tá ið sæð verður burtur frá AB í Gunda­ dali: Víkingur, EB/Streymur og ÍF á útivølli og NSÍ á heimavølli. Hetta vóru øll oddaliðini, og tá ið tað framm an undan hevði verið so soltið ímóti teimum í niðara enda á talv uni, so bar illa til at ímynda sær, at tað skuldi tørna soleiðis út, sum tað nú hevur gjørt. Men nú eru vit her. Talan hevur verið um tættar uppgerðir, men tað hevur lagað seg soleiðis, at vit í morgin sjálvir hava møguleikan av tryggja okkum FM, og tað kennist sera væl. Minnini og tølini Julian Hansen var venjari í HB seinnapartin av kappingarárinum 2005, og hann minnist týðuliga, hvussu tað lagaði seg fyri fimm ár­ um síðani. Eftir 26 umfør var B36 á odda við 51 stigum, HB var næst­ fremst við 50 stigum, og Skála var á triðja plássi við 49 stigum. Í síðsta umfari var finala í grannauppgerð í Gundadali, og tá tryggjaði B36 sær FM heitið við 2­1 sigri. – Tað var einki serligt hjá okkum í HB. Nú mangla vit eitt stig, men tað skal eingin ivi vera um, at vit ætla okkum at vinna í morgin. Vit mugu seta ein kíla í B36 hagtølini. Fyri okkum í HB kennist tað rang­ vørt, at vit ikki hava vunnið á grannunum síðani 2008. Sjálvandi fara vit at fegnast, um vit við javn­ leiki tryggja okkum FM heitið, men eingin skal ivast í, at vit fegnir vilja vinna dystin, og tað fara vit at spæla fyri, sigur Julian Hansen. Hvat er høvuðsorsøkin til, at tað hevur hilnast so væl, síðani tú komst aftur til HB? – Hvussu tað var undan 13. sep­ tember, tá ið eg tók við, eri eg ikki tann rætti at siga nakað um. Síðani eg kom, hava vit verið ógvuliga foku seraðir. Uppskriftin hevur verið bara at hugsa um næsta dyst, og tað hevur verið nóg mikið, tí av­ bjóð ingarnar hava verið so stórar. Hóast vit ikki hava gjørt so nógv ar skiftingar, so hava vit lagað venj­ ingarnar og uppstillingina eftir mót støðuni. Hugburðurin hjá spæl­ arunum hevur verið fantastiskur, og tað hevur verið sera hugaligt viðhvørt at sæð tað snittið yvir spæl inum, sum plagar at verða nevnt HB stílurin. Hetta við stórari ferð og nógvum og skjótum flyt­ ingum hava vit vant nógv. Julian Hansen ásannar, at av­ bjóðingin í morgin verður ikki minni, enn hon hevur verið: – B36 hevur nógvar góðar spæl­ arar, og tað hevur gingið væl hjá teimum seinasta mánaðin. Vit taka uppgávuna í størsta álvara, og sjálv­ andi rokna vit við, at hetta fara vit at megna. Hava tit lagt serliga nógv í fyri­ reikingarnar til júst henda dystin? – Vit hava fyrireikað okkum akku rát soleiðis, sum vit plaga at gera. Í gjárkvøldið vóru vit órógv­ aðir av kavanum, men tí missa vit ikki fokus av. Í HB eru allir spælararnir tøk ir. Eisini Milan Kuljic, sum var leik­ bannaður, tá ið FM favorittarnir vunnu 2­1 í Fuglafirði. uni@sosialuurin.fo Julian er ovfarin Vodafonedeildin Tá ið Julian Hansen eftir 4-1 HB lúsingin ímóti FC Suðuroy kom úr Danmark, hevði hann ongar hugsanir um, at úrtøkan í fimm teimum næstu umførunum skuldi verða so stór, at tað í morgin er møguleiki at vinna enn eitt FM til HB Á støðutalvuni eru tað ellivu stig millum HB og B36. HB hevur 51 stig, og B36 hevur 40 stig. HB hevur vunnið 15 dystir, og B36 hevur vunnið 11 dystir. HB hevur fimm ferðir verið partur av javnleiki, og B36 er átta ferðir farið av vøllinum við einum stigi. Málmunurin hjá HB er 47­31, og hjá B36 er hann 43­34 Gongdin fimm tær seinastu ferð irnar boðar frá, at bæði lið­ ini eru sera væl fyri. HB hevur burtur úr fimm teimum seinastu um førunum vunnið fýra sigrar, og eina ferð hevur verið javnt. B36 hevur burtur úr fimm teimum sein astu umførunum vunnið fýra sigrar, og eina ferð hevur verið javnt. Málmunurin hjá HB hesar fimm ferðirnar er 10­4, og hjá B36 er hann 11­2. Úrslitini fyrr í ár: HB­B36 2­2, B36­HB 1­0. Úrslitini í 2009: B36­HB 2­2, HB­B36 2­2 og B36­HB 1­0. Úrslitini í 2008: HB­B36 0­0, B36­HB 2­0 og HB­B36 3­0 Báðir partar á toppinum Fyrrverandi liðfelagarnir hjá Bárði Olsen í EB/Streymi, vóna óiva at hann og B36 vinna avgerandi grannauppgerðina í Gundadali í morgin Mynd: Álvur Haraldsen Vodafonedeildin B36 venjarin, sum sær stóra framtíð í sínum liði, sigur, at teir í árstalsfelagnum harmast almikið um, at tað í morgin verður sett punktum fyri hetta kappingarárið