Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 22. oktober 2010 · Nr. 149 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen Gull í steypakappingini og í hvussu so er silvur í landskappingini. Tað ber ikki til at røkka nógv betri úr­ tøku, enn teir í EB/Streymi hava gjørt í ár. Kortini harmast teir í Sunda­ lagnum um, at tað í fleiri førum er endað við óneyðugum javnleikum og harvið stigamissum, sum hava kostað so mikið, at EB/Streymur, sum leingi hevur verið sera væl upplagt, ikki hevur FM avgerðina í sínum egnum hondum. Ein av teimum javnleikunum var í 18. umfari, tá ið tað endaði 1­1 á Svangaskarði. Í morgin verður mótstøðuliðið enn eina ferð B68. Toftamenn eru nummar sjey, og uttan mun til, hvussu úrslitið verð­ ur í morgin, so verður B68 á sjeynda plássi. – Toftamenn fara ivaleyst at spæla frítt. Teir eiga góðar spælarar og eitt gott lið, og tí er neyðugt hjá okkum at taka uppgávuna í størsta álvara, verður sagt í Sundalagnum. EB/Streymur hevur framvegis møguleika at vinna FM. Um tað skal eydnast, so er fyrsta treytin, at tað fæst fult burtur úr ímóti B68. Onnur treytin er, at HB tapir ímóti B36. – Um tað fellur soleiðis, at gullið skal úr høvuðsstaðnum og norður til okkara, so skulu teir í FSF og Platini vera væl komnir norður til Margáir! Skuldi tað hent seg, at HB tapti ímóti B36, og at EB/Streymur sam­ stundis vann á B68, so verður talan um nett somu støðu sum fyri fýra árum síðani, men við gullferðslu í 180 stig øðrvísi kós. Í 2006 lá EB/Streymur til at vinna FM fyri fyrstu ferð. Ta ferð­ ina kiksaði tað, tí KÍ vann 1­0 á útivølli. Tá ið HB samstundis vann 2­0 á heimavølli ímóti ÍF, bar tað við sær, at gullkrónurnar og FM steypið fóru við ferð suður eftir Streym­ oynni og í Gundadal. Hjá EB/Streymi eru allir spæl­ ararnir tøkir. Hjá B68 er Øssur Hansen givin, og Ndende er tøkur aftur eftir leik­ bann ímóti AB. uni@sosialuurin.fo Uni Holm Johannesen Fyri fimtu ferð í ár tørna Vík ingur og ÍF saman í morgin. Í hálv finaluni í steypakappingini endaðu fugl­ firðingar omaná eftir 2­1 Víkinga sigur í Fuglafirði og 3­0 ÍF sigur í Gøtu. Í 9. umfari í landskappingini vann ÍF 3­1 í Gøtu, og í 18. umfari vann Víkingur 1­0 í Fuglafirði. Undan 27. umfari er Víkingur á 4. plássi, meðan ÍF, sum leingi var evni til heiðurskrónur, er dottið aftur á 6. pláss – trý stig og fýra mál aftanfyri Víking. Tað er møguleiki fyri, at ÍF kann fara fram um Víking. Treytin er, at fuglfirðingar í morgin vinna við í minsta lagi tveimum málum. Liðini, sum endað í ovaru hálvu, fáa næsta kappingarár ein heimadyst fleiri enn hini liðini. Tí stendur ikki so lítið upp á spæl. Hvussu tað verður við altjóða lut tøkuni valdast fleiri onnur viður­ skifti, sum tað verður vent til aftur eftir 27. umfar. Hjá Víkingi er vongverjin í høgru, Sverri Jacobsen, tøkur aftur eftir leikbann. Miðvallarin Sam Jacobsen var skaddur síðsta vikuskiftið. Hjá ÍF er toppskjúttin Øssur Dalbúð leikbannaður eftir útvís­ ingina ímóti HB. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Í summar vóru teir leingi topp­ lið. Síðsta sunnudag tapti NSÍ 3­2 í Gundadali ímóti B36, og tá ið EB/Streymur samstundis vann trivaligan 4­0 sigur á Sandi, so mistu teir í Runavík møguleikan fyri at vinna gull og silvur. Í morgin skal NSÍ á heima­ vølli spæla fyri at tryggja sær bronsukrónurnar og luttøku í altjóða fótbólti. Mótstøðuliðið er B71, sum er illa spert. Eitt ár eftir upp­ flytingina úr næstbestu deild­ ini stendur plássið í Voda­ fone deildini upp á spæl. FC Suðuroy er bara eitt stig aftan­ fyri. Suðuroyingarnir skulu í morgin spæla á útivølli ímóti longu niðurflutta AB, og tí kann tað væl fara at vísa seg, at tað verður neyðugt við fullari úrtøku hjá B71, um plássið í bestu deildini skal varðveitast. Hjá B71 er Mikkjal T. Hentze, sum hevur spælt hvønn minutt higartil í ár, leikbannaður eftir fimm gul kort. Hjá NSÍ eru miðverjin Jens Joensen og toppskjúttin Christian Høgni Jacobsen tøk­ ir aftur, eftir at teir vóru leik­ bannaðir ímóti B36. Uni Holm Johannsen Tað hevur einki upp á seg at standa seg illa í veljara kann­ ingum, um tað á valinum vign­ ast væl. Soleiðis plagar tað at verða tikið til í politikkinum, og tað er ikki sørt, at henda vendingin kann verða galdandi fyri FC Suðuroy í morgin. Inntil 9. umfar, sum var 24. mai, helt FC Suðuroy sær omanfyri niðurflytingar strik­ una. Síðani eftir 10. umfar hevur suðuroyarliðið verið undir strikuni, og har er FC Suður oy eisini undan 27. um­ fari. Men tað er ikki óhugsandi, at FC Suðuroy kann sleppa undan niðurflytingini í síðsta umfari. Treytin er, at FC Suðuroy í morgin fær í hvussu so er eitt stig meiri enn B71. Sandoyingar skulu stríðast í Runavík, meðan FC Suðuroy skal spæla á útivølli ímóti niður flutta AB. B71 hevur 23 stig og mál­ munin ­33. FC Suðuroy hevur 22 stig og málmunin ­20. Sámal Erik Hentze er venjari hjá AB, og tað verður hann eisini næsta ár, tá ið argjamenn enn eina ferð skulu royna at vinna sær pláss í fremstu røð. Hjá FC Suðuroy kemur tað illa við, at verjuspælarin Kasper Schultz er leikbannaður eftir reyða kortið ímóti Víkingi. Grannastríð um heimavøll Vodafonedeildin Hjá bæði Víkingi og ÍF stendur møgulig luttøka í Europa og eyka heimadystur upp á spæl undan grannauppgerðini í Sarpugerði Platini vælkomin við Margáir Vodafonedeildin Í EB/Streymi fegnast teir yvir góða kappingarárið, og í morgin ætla teir at gera sítt fyri at vera klárir at taka ímóti gullinum, um tað skuldi kiksað hjá HB Sundalagsmenn mugu fyrst og fremst vinna sín dyst móti B68, áðrenn teir kunnu gera sær dælt av einum møguligum B36 sigri í Havn Savnsmynd Bronsa og niður- flyting á dagsskrá Vodafonedeildin Meðan NSÍ skal stríðast fyri bronsukrónunum og altjóða luttøku, so stendur plássið í bestu deildini upp á spæl hjá B71 Kunnu bjarga sær á strikuni Vodafonedeildin Eftir at teir hava verið undir niðurflytingarstrikuni síðani 24. mai, hava suðuroyingarnir í morgin møguleika at tryggja sær framhaldandi luttøku í fremstu røð nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 HB 26 15 6 5 47 31 +16 51 2 EB/Streymur 26 13 9 4 62 29 +33 48 3 NSÍ 26 13 6 7 51 32 +19 45 4 Víkingur 26 12 7 7 43 32 +11 43 5 B36 26 11 7 8 43 34 +9 40 6 ÍF 26 11 7 8 47 40 +7 40 7 B68 26 8 7 11 41 44 -3 31 8 B71 26 5 8 13 23 56 -33 23 9 FC Suðuroy 26 5 7 14 33 53 -20 22 10 AB 26 1 8 17 26 65 -39 11 Føroyska Vodafonedeildin Dystir og dómarar Vodafonedeildin Leygardagin 23. oktober kl. 15.00 Víkingur-íF: Dagfinn Olsen HB-B36: Petur Reinert nSí-B71: Lars Müller EB/StrEymur-B68: Eiler Rasmussen AB-FC Suðuroy: Ransin Djurhuus