Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. februar 2002síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

GRAND PRIX Eyðun Klakstein Keypmannahavn: Nakrar dagar í 1979 var tað upp á tal, at Ann- ika Hoydal skuldi til Jerusalem at umboða Danmark í europeisku finaluni í Grand Prixnum. Fyrireikararnir av danska Grand Prixnum ynsktu í 1979 at fáa umboð úr Føroyum og Grønlandi við til Grand Prixið. Tí bóðu teir Anniku Hoydal og Rasmus Lyberth koma við. Hesi bæði høvdu gjørt vart við seg sum tónleikarar, og tey búðu bæði í Danmark um tað mundið. Annika Hoydal framførdi sangin Aldan, og tað gjørdi hon so væl, at hóast hon sang á føroyskum, endaði hon sum nummar fýra í kappingini. Ivasamur vinnari Men hóast hetta, kom tað upp á tal, at hon skuldi við til finaluna í europeisku kappingini. Orsøkin til tað var, at ivi var sáddur um vinnandi sangin. Tað varð sagt, at Disco Tango hevði lánt í so nógv frá øðrum sangi, og í nakrar dagar var upp á tal, at Annika Hoydal ístaðin skuldi avstað at umboða Danmark. Hinir báðir sangirnir, sum endaðu frammanfyri sangin hjá Anniku, vóru báðir útgivnir stutt eftir Grand Prixið, og tí kundu teir ikki sleppa til europeisku finaluna. Endin av tí heila var tó, at Disco Tango varð góðkendur sum ein upprunasangur, og so kundi taka tað róligt aftur. Men hon hevði farið avstað, hevði hon fingið tilboðið. Síðani hevur eingin føroyingur verið við í danska Grand Prix- num, hóast onkur hava roynt at sent sangir inn. Leygarkvøldið verður aftur føroysk luttøka – 23 ár eftir Anniku Hoydal – og hesaferð verður tað Pætur við Keldu, sum skal royna seg. Danska Melodi Grand Prixið 2002 1. Lasse Drevsholt og Jonas Bengtson Sommerregn 2. U.F.O Mon du falder ned? 3. Jeanett Debb Medieshow 4. Morten Fleck Alle dage er en fredag 5. Neighbours Alt mellem himmel og jord 6. Bjarne Langhoff Det' på tide 7. Tine B. Helt derinde 8. Mads Broe Andersen Aldrig mig igen 9. Pætur við Keldu Som en drøm 10. Malene W. Mortensen Vis mig hvem du er 12 Sosialurin Nr. 28 - 9. februar 2002 Um stundin er komin at sanna, at samstarv er effektivari enn kapping, er møguligt, at før- oyska samfelagið - ístaðin fyri at fylgja kappingarsamfeløgum — kann leggja størri dent á samstarv heldur enn kapping. Í hesum døgum verða sein- astu fyrireikingarnar gjørdar til Vetrar-OL í Salt Lake City 8. - 24. februar. Meir enn 2300 ítróttarfólk úr 80 londum verða við í størstu vetrarítróttar- kapping, har vinnarin skuggar fyri øllum øðrum. Milliónir av fólki fara at fylgja hesi kapping frá áskoðaraplássum, ella í sjónvarpinum. Úr Noreg verða 81 ítróttar- fólk við og hetta sæst sjálvandi aftur í fjølmiðunum. Í greinum við yvirskriftum: ”Disse kan bli OLs største profiler” og ”Slik skal Ådne vinne OL- gull”, leggja norsku bløðini dent á, at alfa og mega er ikki um ein tekur lut, men at norsku umboðini vinna. Einum nýtist ikki at hava búð longi í Noreg fyri at uppliva, at kapping í fleiri førum er mest brúkti miðil, at stýra, stimbra og fyrireika børn og ung at taka ímóti avbjóðingunum, tey skulu møta í kappingarsam- felagnum. Ilt er at siga, hvat úrslitið er. Um ungdómar higani klára seg betur enn ungdómar úr grannalondunum, er tað helst ongin, sum hevur kannað. Eitt er tó heilt víst, at fleiri og fleiri børn og ung — ikki bara í Noreg -vaksa upp í frítíðar-og kappingarfeløgum og júst, tí at krøv og avbjóðingar til hin einstaka eru ógvuliga lík innan ítrótt og í samfelagnum annars, er tað sannlíkt, at ítrótturin hevur týdning sum lopfjøl til kappingarsamfelagið. Um ein stutt skal siga nakað um norskan samleika, so mynda vunnin søgulig rættindi og góð úrslit í stórum kapping- um stoltleikan í norska fólkin- um. Um ikki onnur tosa um tað, eru tað fá í Noreg, sum smæðast fyri at rósa sær fyri góð norsk avrik og úrslit. Hin varni kritikkarin hevur lagt til merkis, at í einum sam- felag, sum lønar okkum fyri at onnur skulu tapa, gerast vit ”ímóti-menniskju”, heldur enn medmenniskju. Ein vakin eyg- leiðari spyr: ”Er hetta lívs- áskoðanin tær frælsu Føroyar skulu byggja á?” Hugsar ein við støði í náttúr- uni, rættvísum býti og lívs- góðsku, kann ein spyrja, um kappingarsamfelagið í størri mun leggur til rættis fyri at menna okkara verstu egin- leikar, heldur enn okkara bestu eginleikar. Alt bendir á, at ítróttur og hugburður í gamla Grikkalandi, kunnu metast við ítróttin og hugburðin í dag: 1.Kroppurin og dyrkan av ser- ligum eginleikum hjá ein- staklingum var/er í miðdepli 2.Handilsáhugamál hevði/hevur stóran týdning. 3.Tað altavgerandi var/er ikki at taka lut, men at vinna. 4.”Doping var/er kent fyribrigdi. Vit skriva februar 2002. Mor- monar, sum hava miðstøð í Salt Lake City, hava boðað frá: – at teir ikki koma at dríva trúboðaravirksemi undir kom- andi OL-vetrarleikunum í Salt Lake city – at teir ikki fara at stilla seg út á gøtuhornið og tosa fólki frá at fara inn á eina barr og drekka bjór. OL-forsetin Jaques Rogge biður um alheims vápnahvíld undir OL, men fær blankt nei frá George W. Bush. Ístaðin vera tað 11000 trygdarfólk, 1000 FBI-agentar og 2000 frá Trygdartænastuni og 3500 hermenn, sum skulu veita trygd á øllum ítróttarøkjunum. Har- afturat koma F-16 flogførini osfr. Jú, orðini: Citius, altius, fortius - Skjótast, hægst og sterkast, koma á ein ella annan hátt til sín rætt undir vetrar-OL í Salt Lake City. Um vit eftir 11.september og OL í Salt Lake City leggja størri áherðslu á samstarv heldur enn kapping, kemur tíðin at vísa. Samstarv heldur enn kapping TELDUBRÆVIÐ Frá: Jógvan Andrias Joensen, Noreg, jaura@hotmail.com Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Mundi endað í Jerusalem Føroyingar royndu seg fyrstu ferð í danska Grand Prixnum í 1979. Annika Hoydal mundi endað til europeisku finaluna í Grand Prixnum, hóast hennara sangur ikki vann Annika Hoydal stóð seg væl í danska Grand Prixnum í 1979, og í nakrar dagar var tað upp á tal, at hon skuldi til europeisku finaluna, hóast hon ikki vann donsku kappingina Nr. 124 - 3. juni 2002 7 Toll- og Skattstova Føroya Størv Á Toll- og Skattstovu Føroya, Eysturoyar Øki, eru hesi størv leys at søkja: Fyribilsstarv til setan 1. mars 2002 og fram til 1. august 2002. Høvuðsuppgávur Málsviðgerð í samband við skuldarinnkrevjing. Førleikakrøv Tann, sum settur verður, skal hava roknskaparligan førleika. Viðkomandi skal vera fyrikomandi og arbeiðssamur og kunna arbeiða sjálvstøðugt.Kunnleiki til EDV á brúkarastøði er ein treyt. Fast starv til setan 1. mars 2002, ella so skjótt til ber. Høvuðsuppgávur Álíkningar- og eftirlitsarbeiði av roknskaparskyldugum og partafeløgum. Málsviðgerð og eftirlit innan skatt, meir- virðisgjald,toll v.m.,herundir at ummæla møgulig kærumál. Førleikakrøv Tann, sum settur verður, skal hava roknskaparligan førleika. Umsøkjarar við roknskaparligari útbúgving hava fyrimun. Viðkomandi skal vera arbeiðssamur og fyrikomandi,og skal kunna leggja sítt egna arbeiði til rættis. Vit kunnu bjóða - spennandi størv við nógvum avbjóðingum, sum samstundis eisini eru fakliga krevjandi - flextíð - sjálvstøðug størv í góðum arbeiðsumhvørvi. Setanartreytir Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvsroynd- um og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmála- stýrið og Starvsmannafelagið ella BLF. Núverandi setanarøkið er Eysturoyar Øki,men fevnir annars um Fíggjarmálastýrið og stovnar undir tí, og tann, ið settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Viðkomandi, ið settur verður, skal vera fúsur at luttaka í teimum útbúgvingarmøguleikum, sum Toll- og skattstovan bjóðar bæði á stovninum og uttan fyri stovnin eitt nú á handilsskúla v.m. og taka lut í teimum skeiðum, sum stovnurin fyriskipar. Nærri frágreiðing um størvini fæst við at venda sær til Ingolf Lamhauge á tlf. 44 85 88. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum og upp- lýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera Toll- og Skattstovu Føroya, Eysturoyar Øki, í hendi í seinasta lagi: 22. februar 2002 Toll- og Skattstova Føroya Eysturoyar Øki Postsmoga 225 FO-600 Saltangará Toll- og Skattstova Før- oya er stovnur undir Fíggjarmálastýrinum. Uppgávur stovnsins eru m.a. at fyrisita • skattalógina • tolllógina • mvg-lógina • kolvetnisskattalógina • avgjaldslógirnar, eins og alla skuldarinn- krevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum.Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Á Eysturoyar Øki, har viðkomandi kemur at starvast, eru 20 starvsfólk. Lýsingin finst eisini á heimasíðu okkara www.tollskatt.fo E-mail: eysturoy@tollskatt.fo Studningar til landbúnaðin Allur studningur til landbúnaðin er treytaður av, at móttakarin hevur land- búnað sum vinnu, og harav er bókhaldsskyldigur og MVG-skrásettur. Út frá hesum verður studningur bert latin umsøkjarum,sum hava latið skriv- stovu jarðarráðsins MVG-skrásetingarskjal sítt fyri inniverandi ár og góðkendan roknskap fyri árið frammanundan. Umsóknarfreistirnar skulu haldast. Árstíðarásettar freistir verða lýstar í bløðunum. Annars er mannagongdin viðv. teimum ymisku studningunum lýst niðan- fyri. NEYTAKJØT: Umsóknarfreistin er ein mánaða, frá tí at neytið er dripið. Tá allir umbidnir upplýsingar fyriliggja, verður studn- ingurin avgreiddur so hvørt. STRÁFÓÐUR: Søkjast skal skrivliga sambært lýsing í bløðunum. Stráfóðurstudningur verð- ur avgreiddur einaferð árliga fyri alt landið í senn. SÚRHOYSBRUNNAR: Søkjast kann alt árið. Umsókn skal sendast, tá ætlan fyriliggur, og áðrenn arbeiðið byrjar. Studningurin verður avgreiddur, tá brunnurin er liðugur, sýnaður og góðkendur. RÆTTIR: Søkjast kann alt árið. Umsókn skal sendast tá ætlan fyriliggur, og áðrenn arbeiðið byrjar. Studningurin verður avgreiddur, tá arbeiðið er liðugt og góðkent. Studningurin verður bert latin til rættir við vaskibrunni. VELTING: Ætlanirnar skulu fráboðast við eini umsókn áðrenn 1. mai, og verða góð- kendar fyri at studningur kann verða settur av til fráboðaðu arbeiðini. Veltað lendið skal vera sýnað og góð- kent, áðrenn studningur verður av- greiddur.Verður arbeiðið ikki liðugt,er neyðugt at søkja umaftur árið eftir. Veltistudningur verður avgreiddur einaferð árliga fyri alt landið í senn. KØSTAR: Søkjast kann alt árið tá ætlan fyriligg- ur. Studningurin verður avgreiddur so hvørt arbeiðið er liðugt og góðkent. SEYÐAKJØT: Hesin studningur er afturbering av goldnum meirvirðisgjaldi. Umsóknin skal sendast jarðarráðnum samstund- is sum meirvirðisgjaldið verður goldið T & S fyri farna ársfjórðingin, soleiðis at hon er okkum í hendi 20. í sama mánaði. Sostatt er seinasta freist: okt.ársfj. 20. febr. jan.ársfj. 20. mai apr.ársfj. 20. aug. juli ársfj. 20. nov. Við umsóknini skal uppgerð og kvitt- an fylgja við. Studningurin verður av- greiddur so hvørt. MJÓLK: Henda studning avgreiðir jarðarráðið sambært uppgerð til MBM, sum lutar studningin út eftir innvigaðu mjólkar- mongdini til virkið. Umsóknir um studning skulu altíð vera skrivaðar á umsóknarbløð,sum fáast á skrivstovu jarðarráðsins tlf. 311180. Á hesum umsóknarbløðunum eru prentaðar studningstreytirnar. Umsóknir, ið eru skrivaðar á eldri umsóknarbløð, sum ikki eru galdandi longur ella á ljóstak av umsóknarbløðunum, verða ikki góðkendar. Upplýsingar um studningsupphæddir o.a. fáast við at ringja tlf. 311180. Postrúm 50 · R.C.Effersøesgøta 4 · 110 Tórshavn · tlf.311180 · fax 311185 · teldupostur:fj@fj.fo Telefontíð mánadag-hósdag 08.00-16.00 tó fríggjadag 08.00-15.30 veitst tú ikki tað? C M Y K 33 32