leygardagur 9. februar 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin Nr. 28 - 9. februar 2002
FØSTULÁVINT
Áki Bertholdsen
Ymiskt er, hvussu nógv verður
gjørt burturúr ymsum døgum og
høgtíðum á teimum ymsu pláss-
unum í landinum. Hjá sumbing-
um er ongin ivi, tí Sumba er
føstulávintsbygd burturav.
Tað var longu fyrst í hesi
øldini, at sumbingar fóru at
halda føstulávint við tunnuslátri
og dansi og hesi seinnu árini er
eisini ein stór veitsla løgst
afturat.
Tunnusláttur, veitsla og dansur
til tann ljósa morgun er síðani
blivin fastur siður í bygdini og
tað er ein siður, sum tað ongan-
tíð hevur verið upp á tal at
sleppa aftur. Tvørturímóti er
hetta blivin ein siður, har ymiskt
nýtt er lagt afturat nú og tá, sum
tíðin er farin.
Óvist er akkurát, nær hesin
siður at sláa tunnu tók seg upp í
Sumba. Men tað hevur í hvussu
so er verið heilt tíðliga í farnu
øld, at teir fóru at sláa tunnu í
Sumba, tí sjálvt heilt gomul fólk
siga, at tað hevur verið alla teirra
tíð.
– Tey fyrstu árini varð sligið
uppi á Keldteigum, sum er beint
omanfyri húsini á Høgugeil,
greiðir frásøgumaður okkara,
Gunnar Poulsen í Myllugarð-
inum í Sumba frá.
Brennivínið lá eftir
Tey fyrstu árini varð sligið sjálv-
an føstulávintsmánadag, men við
tíðini broyttust mangt og hesi
seinastu nógvu árini hevur
tunnuslátturin verið leygardagin
fyri føstulávintsmánadag.
– Tað kemst helst av, at
arbeiðsmynstrið broyttist. Fyrr
vóru flestu sumbingar til skips
og vóru heima um tað mundið.
Men nú hevði tað neyvan borið
til at sligið mánadag, tí flest fólk
eru til arbeiðis- og skulu til
arbeiðis aftur týsmorgunin.
– Men kortini er tað ikki altíð,
at tað hevur eydnast at sláa
tunnuna á sjálvum føstulávint,
ella leygardagin frammanundan.
Onkuntíð er tað komið fyri, at
tunnan er sligin nakað aftaná
føstulávint. Tað kundi verið um
onkur var deyður í døgunum
uppundir føstulávint, tá varð
tunnuslátturin útsettur í virðing
fyri tí, sum farin var. Tað er
eisini komið fyri, at veðrið hevur
verið so ringt, at tað ikki hevur
borið til at sligið á føstulávint.
Men tað er eisini hent einaferð
í fýratiárunum, at tunnuslátturin
mátti útsetast, tí Tjaldrið lá inni-
fryst í Danmark við øllum
brennivínium, og turrir bar
sjálvsagt ikki til at sláa tunnu...
Gunnar Poulsen sigur, at tey
fyrstu árini var ikki gjørt so nógv
burturúr. Tunnan varð sligin,
aftaná var húsagongd og um
kvøldið var so dansur í dansi-
stovuni.
– Men síðani er hetta tiltak
ment so líðandi. Fyrst í fimti-
árinum, so vítt vit vita var tað í
1953, vóru menn fyrstu ferð at
síggja í serstakum búna, tá ið teir
slóu tunnu.
Hesin siður er varðveittur, tí
enn í dag eru menn í búna, tá ið
teir sláa tunnu. Teir eru allir í
hvítari skjúrtu og kasjett og
flagglittum silkibandið um bring-
una og teir flestu eru eisini í
myrkum buksum.
– Tað var ikki sørt hátíðarligt,
tá ið teir fóru at sláa tunnu. Hvør
maður hevði sín kepp, sum eisini
var málaður í flagglitunum, men
við ymsum mystrum. Menninir,
sum skuldu sláa, hittust í einum
húsi beint eftir døgverða og
síðani fóru teir í skrúðgongu
niðan til tunnununa, meðan teir
sungu. Eg minnist, at tey árini,
Tunnan skal helst vara
allan dagin
Fáa staðni í landinum gleða tey seg so nógv til føstulávint sum í Sumba, tí syðsta
bygdin í landinum er føstulávintsbygd burturav
Soleiðis sær ein tunnusláari í Sumba út nú á døgum, í hvítari skjúrtu við
silkibandi um bringuna, undir kasjett við flagglittum bandi og litføgrum
keppi, eisini málaðum við føroysku lituåum. Maðurin í myndini, sum er
tikin í fjør, er Jan Poulsen, sum varð kattakongur hetta árið. Tey, sum kenna
hann vita, at eisini dagliga er hann í eyðkennisbúna, men tað er av einum
heilt øðrum slagi, tí hann er nevniliga politistur í Havn
Hjá konufólkunum var Esther Skyt kattakongur í fjør. Her stendur hon
saman við Egili Kjærbo, sála, sum í nógv ár var ein av undangongu-
monnunum í føstulávintshaldinum. Í fjør var seinastu ferð, hann handaði
steypini, tí hann doyði í heyst
– Ongin veit rættiliga, hvussu
gamalt tað er at halda føstulávint í
Sumba, men tunnusláttur var í
øllum førum í Sumba tíðliga í farnu
øld, tí sjálvt heilt gomul fólk siga, at
tunnusláttur hevur verið alla teirra
tíð, sigur Gunnar Poulsen, Gunnar í
Myllugarðinum í Sumba
Sosialurin Nr. 28 - 9. februar 2002
11
eg slóð, plagdu vit at syngja “Á
leikvøllum funnust í forðum”,
men aðrir sangir vórðu eisini
bornir fram í skrúðgonguni.
Sláttur og dansur
Seinni, onkuntíð í sjeytiárunum,
varð tunnuslátturin fluttur oman í
bygdina, men mannagongdin er
enn tann sama, men nú hittast
menninir í samkomuhúsinum.
– Áðrenn farið verður at sláa,
skulu allir menn draga eitt
nummar, og so sláa teir eftir
tørni. Men tann sum fær nummar
eitt, fær eisini tað álitisstarv av
vera skeinkjari og tann, sum er
nummar tvey, og kanska nummar
trý eisini, verða hjálparmenn
hansara. Tá ið tunnusláttur er í
Sumba, verður ikki bara skonkt
til teir sum sláa, tí øll, sum eru
hjástødd, fáa eisini upp í munnin.
Gunnar Poulsen sigur, at tá ið
teir hava sligið eina løtu kann tað
koma upp á tal at sláa ring
rundanum tunnuna og nøkur
ørindi kvøðin.
– Men í øllum førum er tað
fast, at tá ið teir hava sligið eina
góða løtu, verður tunnan bundin
upp, so at hon ikki ger fortreð -
og ongin óviðkomandi sleppur at
henni- og so verður farið niðan í
dansistovuna at kvøða eina løtu.
Tá ið menn hava kvøðið seg
heitar, verður farið omanaftur at
sláa. Soleiðis verður hildið á, til
tunnan er niðurkomin. Einar
tríggjar ferðir verður tunnu-
slátturin niðurlagdur, meðan
farið verður í dansistovuna at
dansa.
Heimildarmaður okkara sigur,
at tunnuslátturin skal helst vara
allan dagin og tí verður tunnan
styrkt av einslystum fyri at hon
skal vara so leingi sum møguligt.
Hon verður væl og virðiliga
bandað, fleiri løg av tunnufjalum
verða lagdir innaní tunnuni og
stáltráður drigin ígjøgnum og
neglt og ymiskt annað, so at hon
skuldi halda so væl sum yvir-
høvur gjørligt.
– Tá ið kattakongurin er
funnin, var hann borin ígjøgnum
bygdina, niðan í Dansistovuna.
Hesi seinastu árini hevur hann
eisini fingið steyp. Men kunst-
urin var, at tann, sum varð katta-
kongur, skuldi halda til beins og
so allur riðilin aftaná at taka
hendur á hann at bera hann
ígjøgnum bygdina, inn í dansi-
stovuna.
– Tá ið tunnan var niðurkomin,
varð gingið húsagongd, til
dansurin var um kvøldið. Nú
verður ikki so nógv gjørt
burturúr húsagongdini, tí nú er
veitsla í samkomuhúsinum um
kvøldið, áðrenn dansurin byrjar
og flestir menn fara heim at
skifta.
Veitsla hevur verið í eini 30 ár
og atgongumerkini til hana
kostar einar 150 krónur og
peningurin, sum kemur inn,
verður so brúktur til at fíggja
næsta føstulávintshald fyri.
– Áðrenn veitslan eisini kom
upp í leikin, vóru tað menninir í
bygdini, sum sjálvur syrgdi fyri
brennivíninum.
– Vit vóru kanska einir 20
mans, sum so bestiltu 60 fløskur
tilsamans, ella tríggjar fløskur í
part, sum vit so betaltu sjálvir.
Men síðani lótu vit tær tvær
fløskurnar til tunnuna og høvdu
eina eftir sjálvir, sigur Gunnar
Poulsen.
Hann sigur, at vanliga eru tað
ímillum 17-18 mans til 23-24
mans, ið sláa.
Yvirhøvur eru tað menn í góð-
um árum, sum sláa, men tað er
als ikki óvanligt, at eisini eldri
menn sláa nøkur sløg. Børnini
sláa fyri seg.
Sum sagt, hevur hvør maður
sín kepp og onkrir av teimum
heilt gomlu keppunum, ið vórðu
gjørdir fyrst í fimtiárunum, eru
til enn, so tað hevur sanniliga
verið gott tilfar í teimum.
– Í 1953 var ein ódn, sum
breyt nógvar telefonpelar í
Akrabergi. Tann parturin av
pelunum, ið vóru niðri í jørðini,
var grivin leysur og keppar
evnaðir burturúr. Tað var óføra
treyst tilfar og, sum sagt, eru
onkrir av teimum til enn.
Keppar vórðu eisini gjørdur
burturúr rekaviði.
Men Gunnar Poulsen minnist
eisini eina tunnusláing uppi á
Keldajørð, har so nógvir keppar
brotnaðu, at abbabeiggi hansara,
Dánjal í Geilini, mátti standa og
høgga keppar til so hvørt
burtúrúr spírum, sum vóru fyri
hond, so at teir skuldi fáa sligið.
– Antin hevur tunnan verið ov
sterk, ella tilfarið í keppunum ov
vánaligt.
Eisini konufólk
Upprunaliga vóru tað bara
mannfólk, sum slóu tunnu, men í
1959 fóru konufólkini eisini at
sláa. Í fyrstu syftu var tað bara
hesa einu ferðina, at konufólkið
slóg, tí tað datt niðurfyri aftur.
Men síðst í sjeytiárunum var
hesin táttur tikin uppaftur og
síðani hava konufólkini eisini
sligið at kalla hvørt ár. Tær plaga
at vera eini 15 í tali og manna-
gongdin er tann sama, sum hjá
monnunum og eisini tær eru í
serstakum búna.
Tunnan hjá konufólkunum er
eisini bandað, men verri enn so
so sterkt sum tann hjá monnun-
um og tað kemur eisini fyri, at
menninir mugu geva tunnuni hjá
konufólkunum nøkur sløg fyri at
fáa gongd á.
Eisini í ár hava sumbingar
gjørt seg út til at halda føstu-
lávint, sum tað sømir seg har í
bygdini. Føstulávintsmánadagur
er í ovurmorgin, og tað merkir
so eisini, at tað er í dag, at
sumbingar fara at sláa tunnu og í
kvøld verður veitsla fyri teimum,
sum hava teknað seg, og eftir
veitsluna verður dansur og helst
fer at lýsa fyri degi, áðrenn hon
er liðug.
Teir standa klárir at sláa. Í fjør vóru eisini
fremmandamenn við. Maðurin, sum ikki er í
eyðkennisbúna, er Bergur Debes Joensen, prestur í Havn,
sum var í Sumba á missiónsviku, sum fall saman við
føstulávintshaldinum. Næstur honum er Jan Poulsen og
hin maðurin, sum hyggur ímóti myndatólinum, er
Danjal Johan Joensen
Hendan myndin er tikin í 1959,
fyrsta árið, konufólkini slógu tunnu
í Sumba. Á myndini eru tær aftara
rað frá vinstru: Ásvør Joensen,
Mortina Smith, Betty Djurhuus,
Marin Sofía Midjord, Hildigarð
Thomsen, Kirsten Dam og Oddvør
Thomsen. Fremra rað frá vinstru
eru tær Eyðgerð Stenberg,
Borgarhjørt Vestergaard og Maria
Kjærbæk. Síðani koma Kaj Poulsen,
Magnus Joensen og Gardar Joensen,
sum eisini vildu við á myndina,
sum er tikin inni í handlinum hjá
Veru Christiansen
C
M
Y
K
31
30