Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. februar 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Nr. 28 - 9. februar 2002 GRAND PRIX Eyðun Klakstein Keypmannahavn: Tá Brøðurnir Olsen vóru í Føroyum í august mánaði í fjør, hittu teir á fyrsta sinni Pætur við Keldu. Pætur spældi á somu konsert sum donsku beiggjarnir, og teir vóru ovfarnir av tí, teir hoyrdu. – Pætur er ein sera evnaríkur tónleikari, hann syngur framúr væl, og hann ger sera góðar sangir, sigur Noller Olsen, sum saman við beiggja sínum, Jørgen, er kendur frá Brøðrunum Olsen. – Tá Pætur spældi á konsertini í Føroyum, bæð eg Steen, umboðsmannin hjá okkum, lurta eftir honum, tí eg var ovfarin av, hvussu væl Pætur sang. Steen var púra samdur við mær, og eg veit, at hann og Pætur hava tosað saman síðani. Síðani konsertina í Føroyum fyri hálvum ári síðani, hevur umboðsmaðurin hjá Brøðrunum Olsen verið í sambandi við Pætur fleiri ferðir, og møguliga spyrst okkurt samstarv burturúr hesum. Grand Prixið kann geva nakað Sangirnir, sum verða við í final- uni í danska Grand Prixnum í kvøld, eru meira ella minni loyniligir, og tí kann eingin gera eina meting av, hvør hevur góðan møguleika at vinna. – Tað er sjálvandi stórur munur á, um tú vinnur Grand Prixið ella ikki, men nú er Pætur púra ókendur í Danmark, og tí kann sjálv luttøkan í kappingini hjálpa honum ávegis, heldur Noller Olsen. – Eg dugi ikki at meta um, hvørt Pætur hevur ein kjans at vinna, tí eg havi hvørki hoyrt sangin hjá honum ella hinar sangirnar, sum eru í finaluni, og tí er tað vónleyst at meta um møguleikarnar hjá honum. – Men Pætur hevur ein fyri- mun í tí, at hann skrivar sínar egnu sangir, og tað styrkir hans- ara støðu bæði í Grand Prixnum og aftaná, sigur Noller. Vinnarar og hinir Skal luttøkan í Grand Prixnum brúkast til at gera vart við seg á einum størri marknaði enn tí danska, so er einfalda kravið sjálvandi ein sigur, men í Dan- mark eru fleiri dømi um, at luttakarar í Grand Prixnum hava vunnið rættiliga fram, hóast teir ikki vunnu. – Sum oftast er tað ein fyrimunur, um tú vinnur Grand Prixið, men tað eru nógvir sangir frá Grand Prixnum, sum eru vorðnir landaplágur, hóast teir ikki vunnu kappingina, so hóast Pætur ikki vinnur kappingina, so kann hann fáa nakað burturúr, men tað veldst sjálvandi um sangin og framførsluna annars, sigur Noller Olsen. – Eg eri glaður fyri, at føroy- ingar hava fingið ein luttakara við í Grand Prixið. Tað er gott fyri føroyingar, og eg fegnist um, at tað er ein slíkur tónleikari sum Pætur. Hann hevur sera góð evni, og hann er ein fittur fýrur. Eg ynski honum góða eydnu leygar- kvøldið, og eg vóni, at hann fer at standa seg væl, sigur Noller Olsen. GRAND PRIX Eyðun Klakstein Keypmannahavn: Tað hava verið skiftandi tíðir í donskum Melodi Grand Prixið, og fyri seks árum síðani var tað nær við, at Danmarks Radio, sum skipar fyri kappingini, setti endaliga punktum fyri Grand Prixnum. Eftir nøkur vánalig úrslit í europeiska Grand Prixnum, vóru danir troyttir av kapping- ini, og eisini fyriskipararnir hildu, at Grand Prixið helst hevði tænt fyri seg. Men hóast tað var ómetaliga nær við, at Grand Prixið var sent til hvíld- ar, gjørdi Danmarks Radio eina bjargingarroynd, og síðani hevur tað gingið rætta vegin. Í 2000 vunnu Brøðurnir Olsen europeiska Grand Prixið, og tað skapti sera stóran áhuga fyri kappingini í Danmark, og tá europeiska kappingin kom til Keypmannahavn í fjør, syrgdu danir fyri einjum óhoyrdum showi. Upp og niður Tá danska Grand Prixið var sent á DR1 í fjør, hugdu meira enn tvær milliónir danir í sjón- varpi, og tað er óvanliga nógv. Men Grand Prixið er aftur vorið eitt fólkaligt tiltak av teimum heilt stóru, og tí fær Pætur kjansin í kappingini, júst sum áhugin er á toppinum. Men fyrireikararnir av Grand Prixnum vita, at tað gongur skjótt hvønn vegin. Danmark hevur seinastu tvey árini fingið sera góð úrslit, og tað økir um áhugan. Endar Danmark hinvegin sum nummar 16 ella 18 í Estlandi 25 mai, so fer tað raka áhugan fyri kappingini meint. Tí er tað umráðandi, at danir kunnu bjóða ein góðan sang, tá europeiska finalan verður í Estlandi í mai mánaði. Sigrar og tap Danmark tók fyrstu ferð lut í Grand Prixnnum í 1957, og í 1963 eydnaðist tað dønum at finna kappingina fyri fyrstu ferð. Longu trý ár seinni vóru atfinningarnar at kappingini so ógvusligar, at Danmarks Radio gjørdi av at taka seg burturúr. Danmark fór ikki uppí aftur fyrr enn í 1978, og síðani hava danir verið við so at siga alla tíðina. Onkur ár hava úrslitini verið vánalig, meðan 2000 stendur sum stóra sigursárið. Gjøgnum árini hava162 sangir roynt seg í danska Grand Prixnum. Tað hevur verið ymiskt, hvussu nógvir finalistar hava verið hvørt ár, men síðani 1982 hevur verið vanligt, at 10 luttakarar hava kappast í finaluni. Tvær milliónir seinast Tað verða nógv eygu, sum fara at fylgja Pæturi við Keldu og hinum luttakarunum í danska Grand Prixnum í kvøld. Seinastu hugdu meira enn tvær milliónir fólk, tá kappingini varð send á DR Brøðurnir Olsen: Góða eydnu, Pætur – Tað kom ikki óvart á meg, at Pætur fekk ein sang við í danska Melodi Grand Prixið. Hann er eina sera evnaríkur sangari og tónleikari, sum ger góðar sangir, sigur annar av Olsen beiggjunum – Eg eri glaður fyri, at føroyingar hava fingið ein luttakara við í Grand Prixið. Tað er gott fyri føroyingar, og eg fegnist um, at tað er ein slíkur tónleikari sum Pætur. Hann hevur sera góð evni, og hann er ein fittur fýrur, sigur Noller Olsen Mynd: Jens Kristian Vang Sosialurin Nr. 28 - 9. februar 2002 9 ARVAGRANSKING Bárður Olsen Í hesum døgum er rok um arva- gransking, men tað sær ikki út til, at nakað alment kjak er um hetta sera týdningarmikla evnið. Hetta er sera óheppið, tí arva- gransking fer at hava sera stóran týdning fyri okkum og tey, ið koma aftan á okkum. Arvagransking er eitt sera stórt øki. Tað ber illa til at vera 100 prosent fyri ella ímóti, tí tað er alt annað enn svart og hvítt. Eina ferð í framtíðini, vónandi ikki ov skjótt, fer tað at verða gjørligt at lekja AIDS og krabba- mein við manipulering av arva- eginleikunum. Hetta er sjálvsagt gott, men tann brennandi spurn- ingurin er, um tað ber til at brúka arvagransking bara til góð enda- mál? Arvagransking kann í prinsippinum brúkast sum eitt slag av fólkamorði. Sálarliga sjúk, evnaveik og onnur, ið møguliga ikki sóu vanlig út, vórðu náðileyst slaktað í Nazi- týsklandi. Hetta varð gjørt fyri at reinsa sokallað ”skaðilig ele- ment” úr germansku rasini. Hópin av børnum vóru millum hesi. Hetta var ein tann and- styggiligasta gerðin, ið er gjørd móti mannaættini. Grundin til hetta var, at Adolf Hitler droymdi um tað germanska supermenniskjað. Næstan upp til okkara dagar vóru evnaveik tvangssteriliserað í Skandinavia. Hetta sær út til at vera ein eitt sindur penari máti at gera tað uppá, men endamálið var tað sama. Verður tað sama við arva- gransking? Er málið at gera eitt tveir metur høgt menniskja, við bláum eygum og ljósum hári? Tað er einki mark fyri, hvat vísindafólk kunnu finna uppá. Ber tað til, so verður tað gjørt, uttan mun til, hvat tað er. Hetta snýr seg ikki um moral, men um at verða viðurkendur og møgu- liga fáa eina Nobel-viðursløn. Tí má man altíð fylgja við, hvat hendir á vísindaøkinum, tí tað kann altíð ávirka okkum fyrr ella seinni. Í ár var Human Genome Pro- ject fullført, tað vil siga, at øll tey menniskjaligu genini eru kortløgd. Frá tí stóra ókenda, til ta nýggju verðina. Men gongur vegurin til tað lovaða landið? Hetta er ein stórhending, men hvat verður tað næsta? Fer tað at bera til at taka patent uppá menniskjalig gen? Fara gagnlig gen fyri ein eginleika at verða seld fyri hægstbjóðandi? Kanska verður genið, ið ger, at vit eldast, funnið. Tá fara fólk at liva ógvu- liga leingi, um tað fer at bera til, at nullstilla ta innaru klokkuna í menniskjanum. At skilja ímillum Ein sera áhugaverdur filmur er gjørdur um genmanipulering. Hann eitur ”Gattaca”. Navnið er samansett av nøkrum av táttun- um í DNA spiralinum. Hvør bókstavur er ein táttur. Hetta skal helst ímynda at vera ein genetisk koda fyri ein eginleika ella eina sjúku. Filmurin er um ein mann, ið vil vera astronautur. Sera væl spælt av Ethan Hawke. Hansara størsta forðing er, at hann ikki er genmanipuleraður, tí tað eru næstan øll hini. Hann má fjala tað, tí annars fer hansara dreym- ur í sorl. Hetta minnir sera nógv um apartheid. Hetta er ein fram- tíðarfilmur, men hetta kann henda í nærmastu framtíð. Einaferð verða menniskju gjørd, ið eru immun fyri sjúkum og ikki hava nøkur ”brek”. Hvat so við teimum, ið ikki eru perfekt og teimum, ið hava ”brek”? Verða tey tey skilt sundur í gull og bronsumenniskju? Platon var ein tann fyrsti, ið skilti menniskju sundur í slíkar ”virðis -bólkar”. Hetta er júst tað, ið nasistarnir eisini gjørdu. Hitler meinti, at jødarnir ikki kundu brúkast til nakað, tí vórðu tey viðfarin sum djór. Gentøkni snýr seg sjálvandi ikki bara um mennsikju. T.d snýr tað seg um genspleisaðar mat- vørur og um heilivág. Medisin- menn í t.d Amasonas hava í túsindvís av árum brúkt plantur sum heilivág. Tað hevur sjálv- andi tikið nógv ár at funnið útav, hvør planta hjálpir ímóti hvørj- um. Nú í nýggjari tíð eru heili- vágsfyritøkur blivnar áhugaðar í hesi aldargomlu vitan. Í nógvum førum hava tær fingið vitan frá medisinmonnum. So hava tær analyserað ymiskar plantur og isolerað tey aktivu evnini. Síðani verða hesir úrdráttir kemiskt hópframleiddir. Teir fátæku indiánarnir í Amasonas hava ikki fingi eitt klovið oyra. Hetta er stuldur, sjálvandi skuldu indián- arnir fingið gagn av hesum, men tey hava ikki fínar advokatar, ið verja teirra rættindi. Teir ríku verða ríkari og tey fátæku fátækari. Tað eru fólk, ið roknað við, at tað fer at verða gjørligt at útvega øllum heimsins fólkum nokk av mati, tí tað fer at vera gjørligt at framleiða meira matvørur orsak- að av gentøkni. Vísindafólk arbeiða við at gera t.d nøkur kornsløg harðførari, so at tey kunnu vaksa í kørgum umstøð- um. Um tað fer at bera til at gera kornsløg, ið ikki krevja nógva vætu fyri at vaksa, fer tað møgu- liga, at minka um hungursneyð- ina. Men sum nú er, er nóg mikið av mati til øll. Tað er bara fordeilingin, sum er skeiv. Vit vestanfyri hava fleiri matvørur enn vit klára at eta, meðan tað er ofta hungursneyð í pørtum av Afrika. Tað var nógv rok gjørt burtur úr genspeisaðum sojabønum. T.d legði umhvørvisverndarfelags- skapurin Greenpeace á eitt farmaskip, fermt við sojabønum. Skipið fekk ikki loyvi at fara í havn. Tað sær út til, at nógv eru bangin fyri genspleisaðum matvørum. Sjálvandi tí hetta er so nýtt og eingin veit, hvørja langtíðarávirkan hetta fer at hava. Óttin er altíð størri fyri tí ókenda, enn fyri tí kenda. Nú sær tað út til, at føroyingar fara at luttaka í gengransking. Tað er gott, tí tað nyttar ikki at hvíla á laurberjabløðum og vænta, at onnur skulu gera alt arbeiði fyri okkum. Her skal man ikki vera naivur, tí gengransking snýr seg um nógvar pengar, annars var tað ikki serliga áhugavert at fara undir. Hetta kann blíva ein stór vinnugrein um rætt verður borið at. Meðan eg fekst við at skriva hesa grein, kom eg av tilvild at síggja framtíðarfilmin filmin ”X- Man”. Filmurin eru um mutantar, um menniskju, við óvanligum eginleikum. At kalla ikki menn- iskaligum eginleikum. Sera áhugaverdur filmur, tí hann setur spurningin, hvat er eitt menn- iskja? Um kanska 500 ár, tá menniskjaslagið homo sapiens, er vorðið so genmanipulerað, má tað definerast, hvat er eitt mennniskja? Spurningur er sera ringur at svara. Við gen- manipulering kann menniskjað útviklast til eina nýggja menniskjatýpu. Fleiri menniskja- týpir eru deyðar út, hví skal homo sapiens vera nakað serligt ? Tað var náttúran, ið útviklaði tær ymisku menniskjatýpirnar t.d Cro Magnum. Fyri fyrstu ferð verður tað gjørligt hjá einari livandi veru at útvikla seg sjálva, til eina aðra týpu, uttan um náttúruna. Ja, hetta luktar av science-fiction, men trupulleikin er tíbetur, at eingin veit, hvat fer at henda, so tað nyttar einki at stúra. Um tað verður vakra vaksna verð ella ikki, tað fer tíðin at vísa. Valið stendur millum at gera gagn ella skaða. Um onkur kom frá framtíðini og segði okkum, hvat fer at henda, so vistu vit, hvat vit skuldu gera. Men tað hendir ikki, tí er tað best at ganga varliga stig fyri stig og alla tíðina hugsa, hvørjar avleiðingar gentøkni fer at hava. Vakra vaksna verð Valið stendur millum at gera gagn ella skaða. Ráðiligast er at ganga varliga stig fyri stig, og alla tíðina hugsa um, hvørjar avleiðingar gentøkni fer at hava við sær - Hetta snýr seg ikki um moral, men um at verða viðurkendur og møguliga fáa eina Nobel-viðursløn. Tí má man altíð fylgja við, hvat hendir á vísindaøkinum, tí tað kann altíð ávirka okkum fyrr ella seinni, sigur Bárður Olsen C M Y K 29 28